Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Mildrið Jacobsen Vit eru ikki nóg greið, tá talan er um integratiónspolitikk í Føroyum, heldur Tórhild Bjark­hamar, sum saman við manninum Rúna Bjark­ hamar, ið eisini er lærari, av sínum eintingum tók stig til at hava skeið fyri út­ lend­ingar í føroyskum máli og mentan fyri fleiri árum síðani. Hon vísir á, at hvørja viku fær meira enn ein út­ lend­ingur uppihaldsloyvi í Før­oyum, men at einki krav er um málundirvísing ella undir­vísing í føroyskari mentan. Hagtølini hjá Útlend­ inga­stovuni vísa, at í fjør fingu 61 fólk, sum ikki hava norðurlendskan ríkis­ borgara­rætt, uppihaldsloyvi í Føroyum. Tølini hava verið støðug seinastu fimm árini. Tølini eru ikki uppgjørd eftir kyni, men tað er greitt, at flestu upphaldsloyvini verða givin kvinnum úr Fjareystri og afrikonskum kvinnum, sum koma higar at giftast við før­oyskum monnum. Í fjør búðu 385 asiatiskar kvinn­ur og 88 kvinnur úr Afrika í Føroyum, vísa tøl hjá Hag­stovu Føroya. Tórhild Bjarkhamar, sum um­framt at hava skipað fyri privatari undirvísing fyri útlendingar, hevur skeið í Eysturkommunu, Sunda kom­mu­nu og Eiðis komm­ un­u, sigur, at størsti parturin av útlendingunum, sum flyta til Føroya, ongantíð fáa nakra undirvísing í hvørki før­oysk­um máli ella før­ oyskari mentan. – Hvar eru vit um 10 ár, spyr Tórhild Bjarkhamar, sum stúrir fyri gongdini og heldur, at nú mugu myndug­ leikarnir vakna. – Tað er alt ov til­vildar­ ligt, hvat hvør ger. Vit mugu hava ein skipaðan integra­tiónspolitikk, um gongdin skal venda, sigur Tór­hild, sum saman við manni­num hevur tosað við bæði kommunur og lands­ myndugleikar um, hvussu u­mráðandi tað er at hava skipaða undirvísing fyri allar út­lendingar. – Men tað hendir lítið, og tað verður arbeitt øgiliga spakuliga á integra­tións­øki­ num, sigur Tórhild. Uppihaldsloyvið treytað av undirvísing Tórhild Bjarkhamar heldur, at ein útlendingaskúli átti at verið settur á stovn við undirvísing nakrar tímar um dagin í bæði føroyskum máli og mentan. Hon heldur eisini, at uppihaldsloyvið átti at verið treytað av, at gingið verður á út­lendinga­ skúlanum. – Útlendingarnir vita alt ov lítið um føroyska sam­ felagið. Teir vita ikki, hvussu okkara samfelag er skipað, og rættindi og skyldur vita teir eisini sera lítið um, sigur hon. – Tí átti tað at verið eitt krav, at teir ganga á út­ lendingaskúla, eins og gjørt verður í øðrum londum. Og eitt uppihaldsloyvi átti ikki at verið givið, fyrr enn útlendingaskúlin var tikin, heldur Tórhild Bjarkhamar. Flestu luttakararnir á skeiðunum, sum Tórhild og maðurin skipa fyri, eru filippinskar og tailendskar kvinn­ur. Summar kenna ábyrgd og vilja fegnar læra so nógv sum møguligt um Før­oyar, men tað er tann minsti parturin. Tær flestu halda tað ikki vera neyðugt at duga málið ella at hava kunn­leika um mentanina, og tað er tí ofta torført at fáa kvinnurnar at tekna seg til skeiðini. – Hóast vit skipa fyri skeið­um eftir vanliga arbeiðs­tíð, og skeiðið er ókeypis fyri luttakararnar, so vilja nógvar útlendskar kvinn­ur heldur arbeiða og for­vinna pening, greiðir Tór­ hild frá. Fyri at tryggja at allir útlendingar fáa holla undir­ vísing, er tí neyðugt við ein­ um útlendingaskúla, sum uppi­haldsloyvið er treytað av, heldur Tórhild og sigur, at útlendsku kvinnurnar halda sera væl saman og hava í veruleikanum sítt egna sam­ felag í samfelagnum. Ráðgevi í hvørjari kommunu Tórhild Bjarkhamar mælir eisini til, at myndugleikarnir ikki bara sleppa teimum mongu útlendingunum, sum flyta til landið, upp á fjall. – Tað átti at verið fylgt við teimum, tá teir eru komnir til landið. Ein ráðgevi átti at verið settur í hvørjari kommu­nu, sigur Tórhild. – Ráðgevin skuldi verið kontaktpersónur hjá útlendingunum í komm­un­ uni, og ráðgevin skuldi eisini farið á heimavitjan. Ikki fyri at hava eftirlit við teimum, men fyri at hjálpa, sigur hon. Hon heldur, at hetta hevði møguliga kunnað forðað fyri misskiljingum mill­um mann og konu, sum hava fullkomiliga hvør sína ment­ an. – Ein skipan við einum ráð­geva til útlendingar í øllum kommunum kun­ di kanska fyribyrgt, at so lutfalsliga nógvar út­lendsk­ ar kvinnur enda á Kreppu­ mið­støðini, heldur Tórhild Bjark­hamar. mildrid@sosialurin.fo KVINNUHÚSIÐ: Málundir­ vísing eitt krav Í grein í Sosialinum mánadagin, greiddi leiðarin í Kvinnuhúsinum, Elin Reinert Planck frá, at vantandi málkunnleiki og vitan um føroyska mentan er ein stórur trupulleiki hjá fleiri útlendskum kvinnum, sum eru komnar higar at giftast við føroyskum monnum. Elin Reinert Planck segði, at undirvísing í máli og mentan eigur ikki at vera eitt tilboð, men eitt krav, tí málið er grundarlagið undir integratión. Nógvar útlendskar kvinnur, sum verða giftar í Føroyum, koma til vælvirkandi familjur, sum síggja til, at tær læra føroyska málið. Men støðan er ein heilt onnur, tá útlendska kvinnan giftist við einum føroyskum manni, sum ikki virkar væl sosialt, møguliga er misbrúkari og ikki hevur familju, sum kann vegleiða og hjálpa kvinnuni. Tá er hjúnalagið dømt at miseydnast, segði leiðarin í Kvinnuhúsinum. Triðja hvør kvinna útlendsk Meira enn triðja hvør kvinna, sum búði á Kreppumiðstøðini í fjør, var útlendingur. Fýra av 11 kvinnum, sum gistu á Kreppumiðstøðini í 2017, vóru útlendskar. Allar fýra komu til landið at giftast við føroyskum monnum, og allar høvdu børn við á Kreppumiðstøðina. Elin Reinert Planck greiddi frá, at tað er lætt hjá monnunum at ræða kvinnurnar, sum ikki skilja føroyska málið og ikki vita, hvussu samfelagið virkar í Føroyum. Eitt nú hótta menninir við at senda boð eftir løgregluni, sum nógvar útlendskar kvinnur ræðast, tí tær koma úr londum, har løgreglan er mutrað. Tær vita heldur ikki, hvørji rættindi tær hava og gerast sera bangnar, tá menninir hótta við, at tær verða vístar úr Føroyum og missa foreldramyndugleikan yvir børnunum, um tær fara frá monnunum. Flestu kvinnurnar hava livað við harðskapinum í fleiri ár, áðrenn tær venda sær til Kreppumistøðina. Tær aftra seg eisini fyri at melda mannin, tí tær eru bangnar. Elin Reinert Planck greiddi frá, at í flestu førum verður einki revsimál burtur úr kortini, tí tá skal talan vera um rættiiga grovan harðskap, sum eisini skal prógvast hjá lækna. Hetta hevur kvinnan ofta ikki orku til, og tað er heldur ikki allur harðskapur, sum sæst á kroppinum, segði leiðari í Kvinnuhúsinum við Sosialin mánadagin. – Meira enn ein útlendingur fær uppihaldsloyvi í Føroyum hvørja viku, og alt ov nógvir fáa ongantíð undirvísing í føroyskum máli og føroyskari mentan, sigur Tórhild Bjarkhamar, lærari, sum saman við manninum hevur skipað fyri undirvísing fyri útlendingar í fleiri ár. Hon stúrir fyri gongdini og eftirlýsir ein skipaðan integratiónspolitikk í Føroyum MYNDUGLEIKARNIR MUGU VAKNA