Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-10, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 LISTASAVN FØROYA GUNDADALSVEGUR 9 100 TÓRSHAVN SAMSKIPARI, LISTASAVN FØROYA Listasavn Føroya leitar eftir starvsfólki til samskiftis- og umsitingaarbeiði: Samskifti • Hjálpa at leggja tiltøk til rættis og avgreiða tey • Avgreiða umbønir um vitjanir/ nýtslu av savninum uttanífrá • Samskifta við ferðavinnuna • Føra hagtøl yvir vitjandi • Hjálpa at dagføra innihaldið á heimasíðuni hjá Listasavninum • Varða av móttøkuni Umsiting • Grundleggjandi bókhaldsuppgávur • Hjálp at skráseta verk og skjalasavn hjá Listasavninum • Fyrisiting av útleigan av verkum úr savninum í samstarvi við listafaklig starvsfólk • Leggja vaktarskipan • Innkeyp av vørum til móttøku og køk Førleikar • Viðkomandi arbeiðsroyndir • Arbeiðssemi og góð samstarvsevni • Góðan málkunnleika • Kunnleiki til nýtslu av KT og vilji til at seta seg inn í nýggjar KT- loysnir Tímatal eftir avtalu. Starvið verður lønt eftir sáttmála hjá avvarandi yrkisfelagi. Skrivlig umsókn við avritum av próvskjølum, viðmælum v.m. verður send til: Listasavn Føroya, Gundadalsvegur 9, P.O. Box 1141, FO-110 Tórshavn ella til solveig@art.fo Umsóknarfreistin er 22. apríl 2018. Samrøður eru í viku 19. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Solveig Hanusardóttir Olsen, savnsumsjónarfólk, á telefon 313579 ÁLARIN MALARIN@MAIL.FO • TEL. 58 01 91 / 22 43 84 VIT SØKJA EFTIR LÆRLINGUM TIL MÁLARA­ FYRITØKU OKKARA UMSÓKN SENDAST TIL MALARIN@MAIL.FO ELLA TEL. 58 01 91 22 43 84 Vit leita eftir einum fólki til heilsøluna HELST HAVA KENNSKAP TIL FRISØRFAKIÐ Vinarliga seti tykkum í samband við okkum á 312701 ERT TÚ OKKARA NÝGGJA SØLUFÓLK? Vit søkja eftir einum sølufólki til okkara kundar í føroysku autovinnuni. Tú fært í samstarvi við sølustjóran ábyrgdina av søluni av okkara vørum og konseptum til bæði núverandi og nýggjar kundar. Sum sølufólk í autovinnuni vitjar tú m.a. persónbila- og lastbilaverkstaðir, plátusmiðir / autolakkerarar o.l. Hvussu er arbeiðið? Sum koyrandi sølufólk vitjar tú okkara kundar har tú: • mennir samstarvið við núverandi kundar • leitar upp nýggjar kundar og sýnir fram okkara vørur og konsept • ger ætlanir um tínar kundavitjanir • gert uppfylgjandi arbeiði við fyrispurningum, bílegging og tilboðum Hvør ert tú? Tú ert klárur til eina karrieru sum sølufólk hjá okkum um tú: • ert ágrýtin og áhaldin • ert álitisvekjandi og kanst skapa viðvarandi kundarelatiónir • ert søluorienteraður Søluroyndir er ikki ein treyt, men kann verða ein fyrimunur. Hvat bjóða vit tær? Vit bjóða tær eitt starv, sum er fjølbroytt við einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari professionellari fyritøku í vøkstri. Fyri at hjálpa tær til framgongd í starvinum hjálpa vit til við: • nágreiniligari introduktión og upplæring • leypandi praktiskari útbúgving, har tú mennir teg sum sølufólk • løn í mun til avrik eins og pensiónsskipan • firmabil, telda/teldil og fartelefon Vit síggja fram til at hoyra frá tær! Vit hava samrøðurnar mikudagin 23. mai og hósdagin 24. mai 2018 í Tórshavn. Samrøðan verður á donskum, tí luttøka er av fólki frá Würth Danmark. Vit skulu móttaka tína umsókn elektroniskt og á donskum. Sí meira á in.fo undir starvslýsingar. Umsóknarfreist: 17. mai 2018 Starvssetan: Sum skjótast Starvsøki: Føroyar Meira upplýsingar við at venda sær til: Claus V. Christensen, sølustjóri, 22 50 17. Sølufólk STARVSMARKNAÐUR