Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 2018síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STARVSMARKNAÐUR HEILSUTRYGD SØKIR EFTIR TVEIMUM SJÚKRA RØKTAR FRØÐINGUM TIL KOMMUNU LÆKNA VIÐTALUR Í SUÐURSTREYMOY Størvini • 1 fulltíðarstarv sum sjúkrarøktarfrøðingur í viðtaluni í Miðlon • 1 hálvtíðarstav sum sjúkrarøktarfrøðingur í viðtaluni í Gundadali Tú Tú ert sjúkrarøktarfrøðingur. Tær dámar væl at hava fleiri bóltar í luftini í senn og at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeiðsroyndir hjá kommunulækna ella líknandi. Royndir við talgildu heilsuskipanini er eisini ein fyrimunur. Lønar- og setanartreytir Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmálum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Umsókn Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til: Heilsutrygd Postsmoga 52 Klaksvíksvegur 7 FO-710 Klaksvík ella til t-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo Tað skal tilskilast í umsóknini, hvat starv søkt verður. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu umsóknir verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi týsdagin 24. apríl 2018 kl. 12:00. Størvini verða sett skjótast gjørligt. Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til John D. Olsen, fulltrúa í Heilsutrygd, á tlf. 614010. HEILSUTRYGD SØKIR EFTIR FRÍTÍÐARAVLOYSARUM Heilsutrygd søkir eftir viðtalustarvsfólkum at arbeiða í kommunulæknaviðtalum í Eysturoynni og Streymoynni. Talan er um frítíðaravloysarar fyri viðtalustarvsfólk í summar. Vit hava tørv á 5-6 frítíðaravloysarum. Størvini Frítíðaravloysarastørvini eru í viðtalum í Eysturoynni og Streymoynni. Talan er um fulla tíð, tó kann onnur avtala gerast. Tú Vit ímynda okkum, at tú ert læknaskrivari, sjúkrarøktarfrøðingur ella hevur tilsvarandi útbúgving. Tær dámar væl at hava fleiri bóltar í luftini í senn og at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur arbeiðsroyndir hjá kommunulækna ella líknandi. Royndir við talgildu heilsuskipanini er eisini ein fyrimunur. Um neyðugt, so fært tú upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar. Lønar- og setanartreytir Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmálum á almenna arbeiðsmarknaðinum. Umsókn Umsókn við prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til: Heilsutrygd Postsmoga 52 Klaksvíksvegur 7 FO-710 Klaksvík ella til t-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu umsóknir verða Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi týsdagin 24. apríl 2018 kl. 12:00. Størvini verða sett eftir nærri avtalu. Ynskir tú fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til John D. Olsen, fulltrúa í Heilsutrygd, á tlf. 614010. Skráseting Føroya · Sigmundargøta 13 · Boks 264 110 Tórshavn Tlf.: +298356010 · Fax: +298356015 · E-mail: skr@skraseting.fo Fráboðan um broyting í mannagongd Skráseting Føroya skal við hesum boða frá broyting í mannagongdini tá ársfrásagnir, ið skulu latast inn sbrt. reglunum í ársroknskaparlógini, ikki verða latnar inn rættstundis. Sambært § 138 í ársroknskaparlógini skulu ársfrásagnir sendast til Skráseting Føroya í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at roknskaparárið er endað. Mannagongdin er í dag, at um ársfrásøgnin ikki er latin inn, tá ið freistin er farin, fær felagið eina áminning við einari freist á 4 vikur. Um ársfrásøgnin ikki er latin inn, áðrenn hendan freistin er farin, verður felagið sent skiftirættinum til avtøku. Frá 1. juli 2018 verður hendan mannagongdin broytt: Um ársfrásøgnin ikki verður latin inn rættstundis, fer Skráseting Føroya, við heimild í § 151 í ársroknskaparlógini, at áleggja ovastu leiðslu felagsins at rinda eitt avgjald. Um eitt felag hevur stjóra og nevndarlimir, verða nevndarlimirnir persónliga álagdir at rinda. Hevur felagið onga nevnd, skal stjórin rinda avgjaldið. Viðkomandi leiðslulimur ábyrgjast persónliga fyri avgjaldið. Verður avgjaldið ikki goldið rættstundis, verður kravið sent til pantingar. Upphæddirnar eru 500 kr., 2.000 kr. ella 3.000 kr. í part til hvønn lim í ovastu leiðsluni. Skráseting Føroya fer framhaldandi, við heimild í § 150, stk. 3 í ársroknskaparlógini, og § 226 jvb. § 225 í vinnufelagslógini, at senda feløg til tvingsilsavtøku, tá mett verður, at hetta er neyðugt. Dømi um hvussu avgjaldið skal roknast: Fyritøka A hevur freist at lata inn ársfrásøgn tann 30. juni. Fyritøkan letur ikki ársfrásøgnina inn til tíðina, og fær ein rykkjara. Um fyritøkan letur ársfrásøgnina inn áðrenn 8 dagar eru farnir, verður ikki meira gjørt. Heldur fyritøkan ikki nýggju freistina, verður álagt eitt avgjald á 500 kr. Hevur fyritøkan ikki latið inn ársfrásøgnina í seinasta lagi 31. juli verður avgjaldið 2.000 kr. í alt. Hevur fyritøkan ikki latið inn ársfrásøgnina í seinasta lagi 31. august, verður avgjaldið 3.000 kr. í alt til hvønn lim. Skráseting Føroya Sosialurin 341800