Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-10, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. apríl 2018síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. apríl 2018 · Nr. 41 Vit leita eftir einum virkisfýsnum, eldhugaðum og arbeiðssomum leiðara til kundadeild okkara. Tú kemur saman við dugnaliga starvsliðnum á kundadeildini at standa fyri framhaldandi at menna okkara tænastur, kundasamskifti og søluarbeiði, soleiðis at LÍV framhaldandi kemur at standa í fremstu røð, tá ið umræður eftirlønar- og lívstryggingarøkið í Føroyum. Kanst tú síggja teg í leiklutinum at: · Standa fyri at samskipa og menna sølu- og marknaðararbeiðið hjá LÍV · Standa fyri at samskipa dagligu fyrisitingina av tryggingunum · Ganga á odda at knýta nýggj og varandi kundasambond og · Varðveita og menna eitt gott samstarv og samskifti við verandi kundaskara So er tað helst tær vit leita og bíða eftir. Við einum nýggjum kundaleiðara vænta vit at finna ein starvsfelaga, sum: · Hevur góð samstarvsevni og sum hevur vilja og evnir at gagnnýta allar teir førleikar hvør einstakur á kundadeildini hevur · Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at nærlagni er ein náttúrligur partur av tínum DNA · Dugir væl at orða seg í skrift og talu · Dámar at ganga á odda Vit vænta, at tú hevur viðkomandi útbúgving/ar og royndir, sum tú hevur víst í verki. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan sølu á eftirlønar- og tryggingarøkinum og við leiðsluroyndum kanst vísa, at tú dugir at skipa dagliga arbeiðið. Kundaleiðarin fær ábyrgdina av, at samskipa og menna sølu- og marknaðararbeiðið og dagligu fyrisitingina av tryggingum hjá LÍV. Sum kundaleiðari ert tú partur av dagligu leiðsluni. Umsóknir við avritum av prógvum, CV og øðrum skjølum skulu sendast til: LÍV Stílað til Jan Jakobsen, stjóra Kopargøta 1 Postsmoga 206 110 Tórshavn Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 30. apríl. Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Jakobsen, jan.jakobsen@liv.fo ella 23 11 10. Starvslýsing LÍV er størsti veitari av lívs- og eftirlønartryggingum til fakfeløg og virkir á føroyska marknaðinum. LÍV-samtakið hevur eina samlaða eftirlønar uppsparing uppá 4,5 mia.kr. Endamálið hjá LÍV er at veita viðkomandi eftirlønartryggingar, ið nøkta tørvin hjá tí einstaka á føroyska arbeiðsmarknaðinum. LÍV byggir virksemið á, at tryggingartakarin hevur innlit, kennir seg tryggan og fær allan ágóðan av virksemi felagsins. Tað er kundin, sum eigur LÍV og fær allan ágóðan. ERT TÚ OKKARA NÝGGI VIRKISFÝSNI KUNDALEIÐARI? Kopargøta 1, Tórshavn | www.liv.fo