hósdagur 12. apríl 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Skelkandi at slíkt kaos valdar á ov
astu rók í sjúkrahúsverkinum – tí at
læknar ikki tosa saman. Slíkt eigur
at fáa avleiðingar!
Tað má valda totalt ábyrgdarloysi millum
læknar á Landssjúkrahúsinum, tá sjúklingar
verða sendir av landinum heldur enn til
Suðuroyar.
Men soleiðis er støðan. Tað var Magnus
Hansen, arkitektur, sum reisti málið í síðstu
viku, eftir at hann skuldi sendast til Dan
markar til viðgerð fyri nýrastein. Tá hann
ótolnaðist, spurdi hann sjálvur á Suðuroyar
sjúkrahúsi, har serkunnleikin eisini finst.
Hann spurdi fríggjadag og varð lagdur undir
skurð mánadag.
Men hví sendir Landssjúrkahúsið sjúkl
ingar til Danmark heldur enn til Suðuroyar?
Jú, tað er tí, at urologiin í Havn og uroligi
in í Suðuroy ikki tosa saman, segði sjúkra
hússtjórin í Degi og Viku.
Makan til idioti og ábyrgdarloysi skulu
vit leita leingi eftir. Er tað veruliga so, at
læknar á Landsjúkrahúsinum, sum fáa
yvir 100.000 krónur í løn um mánaðin,
heldur senda sjúklingar av landinum, tí at
teimum ikki dámar ein lækna á Suðuroyar
Sjúkrahúsi? Ella hvat er tað, sum fær fólk
í ábyrgdarstørvum at fremja slíkt totalt
ábyrgdarloysi?
Tá sjúkrahúsleiðslan váttar, at hetta er
støðan á Landssjúkrahúsinum, so er einki at
siga til, at starvsbólkar á Landssjúkrahúsi
num liggja í opnum kríggi, til stóra undran
fyri skattgjaldaran, sum rindar gildið – fleiri
milliónir skattakrónur.
Sambært sjúkrahússtjóranum, so
»manglar samstarv millum tey bæði sjúkra
húsini«. Álvaratos! Er tað ikki júst uppgávan
hjá eini sjúkrahúsleiðslu at syrgja fyri, at í
øllum førum allur serkunnleikin á sjúkra
húsunum tosar saman? Hvussu í Jesu navni
skulu vit reka eitt sjúkrahús við skili, um
hetta er støði á læknunum í Føroyum?
Og er tað so livandi galið, at fólk við
ábyrgd fyri slíkum vitloysi bara kunnu
halda fram í starvi sínum sum um einki var
hent?
– Vit hava roynt at fingið urologiina í
Suðuroy og á Landssjúkrahúsinum at sam
skifta, segði sjúkrahússtjórin.
At slíkt kaos valdar á ovastu rók í før
oyska sjúkrahúsverkinum er skelkandi. Her
má onkur rudda upp. Rokningina fyri slíkt
oyðsl eigur skattgjaldarin ikki at fáa. Hana
burdu læknarnir sjálvir sloppið at goldið!
Sum eina roynd verður nú farið undir at seta
ferðsluljós upp við vegamótið Hvítanesvegur -
Eystari ringvegur. Sambært býráðnum eru tey
komin til landið og verða virkin í maimánaði.
Talan er um tað tey kalla »intelligent
ferðsluljós«, sum verða stýrd í mun til ferðsluna.
Radarar eru sum síggja bilar, sum koyra eftir
vegnum. Ein skipan roknar út, hvussu ferðslan
best kann avgreiðast.
Við hesi loysn vónar Tórshavnar kommuna
at hava loyst ein stóran part av ruðuleikanum,
sum valdar av nógvu ferðsluni, sum hvønn dag
er eftir hesum vegnum.
Næsta stig, um tørvur vísir seg at vera, er at
breiðka vegamótið, so at betur pláss er til bæði
vinstra- og høgrasvingskoyribreytir.
Í mun til at gera rundkoyring fyri kanska
15 miljónir er hetta ein avbera bílig loysn, sum
kostar um eina hálva
miljón.
Tá býráðið í 2012
eisini ætlaði at seta
hesi ferðsluljós
upp, kostaðu tey 1,5
milliónir krónur.
Sleppa læknar at oyðsla fyrilitarleyst?
Nú koma ljósini
HVÍTANESVEGURIN
Les eisini blaðið
á telefonini
Ein ræðumynd
og onnur
Høgni Djurhuus
baksíðan
Meira um Dollan –
tíðindi úr Congo
Siðsøga síða 28-29
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
– So er hon her! Áhugaverda barna
bíblian, sum vit leingi hava bíðað
eftir
Barnabíblian er ein myndabók við av
markaðum teksti og er góðar 500 síðir til
støddar, sum Føroyska Bíbliufelagið gevur
út.
Í bókini eru 96 søgur; 48 úr Gamla Testa
menti og 46 úr Nýggja Testamenti. Aftast
í bókini er eisini ein frágreiðing til ávís orð,
sum kunna vera trupul at skilja.
Bókin er ætlað yngri børnum, men kann
eisini vera áhugaverd hjá eldri børnum,
serliga tí at myndirnar eru so fangandi og
lýsa væl huglagi í einstøku søgunum á ein
hugtakandi og skemtiligan hátt. Hetta er ein
frálík bók hjá foreldrum at lesa saman við
smærru børnunum og hjá børnum í skúla
aldri at lesa sjálvi.
Tað er Amy Tausen, sum hevur týtt og
forlagið »Bókin« hjá Føroyska Bíbliufelag
num gevur út. Bókadeild Føroya Lærarafel
ags hevur ritstjórnað útgávuni.
Barnabíblian er at fáa í bókasølum um alt
landið, og kostar 248 krónur.
Bíblia til øll børn
Amy Tausen hevur týtt Bíbliuna til øll børn, sum Føroyska Bíbliufelagið gevur út
13. APRÍL 2018