Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-12, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. apríl 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 12. APRÍL 2018 SOSIALURIN 42 32 Ein ræðumynd og onnur Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 T ey religiøru hava altíð verið har við øllum sínum ræðusøgum um helviti og annan fan­ ans­skap av tí ringa slagn­um. Tey eru har enn. Ræða serliga børn­ini og naivar, barns­ligar sálir. Vísindafólkini, sum man helt hugsaðu rasjonelt, vit krevja, at tey gera tað, men tey kenna júst sum tey religiøru eina øg{ð]iliga trongd at ræða fólk. Ræða fólk við øllum hugs­andi og óhugsandi ræðandi dóma­dags­ for­søgnum. Tey vóru eisini har, tá eg var smá­drongur. Tá fóru vit øll at doyggja av atombumbum og radio­ akt­iviteti. Tá vóru orðini kjarnorka og geislavirkni ikki komin í orða­ savnið hjá teimum flestu. Tann vandin hvarv so líðandi. Men vísindafólkini hava altíð okkurt nýtt at borðreiða við. Tað hava tey religiøru tó ikki. Har er sama deyðsvísan í all­ ar ævir. Fara vit til dagin í dag og eisini aftur til í gjár, so ræða vísindafólk við ein­ ari globalari, glob­alari, upp­hiting. Hóast hon er lokal. Upphitingin er lokal. Hon er ið hvussu so er ikki her hjá okkum. Men vit fara øll at drukna kortini. Tey siga, báðir partar, tey religiøru og vísindafólkini, tey siga, at tey ávara fólk. Tí er boð­skapurin so hvass­ur og eirinda­ leys­ur. Kanska ávara tey onkr­ an samsintan, men endamálið er fyrst og fremst at ræða fólk. At ræða illa upplýst fólk, sum halda, at religiør fólk og vísindafólk og gransk­arar eru so klók, at tað, sum tey siga, fær ikki verið annað enn sann­leikin. Vit skulu alt lívið óttast. Óttast fyri at fara til Helvitis, onga staðni inn á vegnum. Óttast fyri at drukna (nú eina tíð), um vit ikki búgva í fjøllunum. Tað er galdandi til næsta ræðumyndin kemur, næsta grýlan kemur og bankar uppá. Globala upphitingin merkist longu nú. Í gjáranáttina vóru min­ us fimm stig, í nátt vóru minus trý. Heimurin hitnar, og ísurin har norðuri bráðnar og høvini gerast størri. Vit eiga bara at stúra og læra okkum at svimja. Ella skíta á allar dómadags­ profetiir og bara liva, vera til. Tí alt er skaðiligt kortini. Nevn okkurt, sum vit eta ella drekka ella brúka í gerandisdegnum, tað er skaðiligt. Kanska ikki í dag, men so í morgin. Tað er skaðiligt at liva, man kann doyggja av tí. Handan var gomul, men eisini ein ávaring, ein ræðu­mynd. Tá er gott, at vit hava kirkjuna og vísindini at leiða okkum trygt fram á gravarbakkan. Trúgvið teimum, so slepst und­ an at hugsa. Sum eg skrivaði seinast, eru tríggir teigar ella so í orðabókini við orðum sum byrja við vár. Stuttligt, at vit í føroyskum hava so nógv orð um nakað, vit ikki hava í Føroyum. Minnir um danskaran, sum ikki kundi siga, hvussu forberg eitur á donskum. Niðurstøðan varð, at tá einki forberg er í Danmark, er heldur einki orð um tað á donskum. Hon er ikki røtt, tann niður­støð­ an. Vit hava orð í føroyskum um tað, sum ikki er í Føroyum. Millum annað áarross og fílur. Men aftur til ræðsluna. Eitt annað orð, sum verður brúkt til at ræða okkum, er veður­lags­broyt­ing­ ar, fleiri brouytingar. Tað ger einki, um veðurlagið í Føroyum broytist. Tað er næstan altíð ringt, so ella so. Ein broyting í veðurlagnum er ikki tað ringasta, okkum verður givið. Men veðurlagið versnar. Ann­ ars er eingin orsøk til at ræð­ast verðurlagsbroytingar. Og so er handan vísindaliga dóma­dags­for­ søgn­in meinaleys. Hon skal ræða. Tað er um at gera at ræða fólk, bæði við religiørskapi og við turr­ um ateistiskum vísindum. Fólk trúgva øllum. Tey gerast dølsk, opi­um til fólkið, segði onkur. Lurtið ikki. Lesið ikki. Livið. Høgni Djurhuus Sjey føroysk tónleikafund E in av størstu tón­leika­ heimasíðunum í Onglandi, Gigwise, var í Føroyum í samband við FMA í vár. Um­framt at vera áhoyrari í Norð­ ur­landahúsinum, vitjaði Gigwise fleiri konsertir, sum skipað var fyri, nú tónleikaummælarar úr øllum heiminum vóru í Føroyum. Gigwise hevur nú skrivað eina grein um vitjanina í Føroyum og givið síni boð um tey sjey bestu tónleikafundini í Føroyum.   Son of Fortune - Hendan duoin ella trioin ljóð­ar, sum tú hevði væntað, at oyggj­ ar­okkarar ljóða: vindblástir og episkir. Teirra fyrsta útgáva, Full­ máni er frálík, skrivar Gigwise, sum eisini heldur, at Benjamin Pet­ersen, forsangari í bólkinum, minn­ir nógv um týska sjónleikaran Daniel Brühl.   FRUM - Umboðandi meiri listakenda umhvørvi, er FRUM heilabarnið hjá framtonkjandi Jenny Kragesteen, og leggur næstan líka nógv í dansin og filmsbrot sum tónleikin, skrivar Gagwise.   Silvurdrongur - Gud viti, hvat rímini eru um, men tað flýtur væl – serliga beinleiðis – og beat’ini eru framúrskarandi myrk, skrivar Gagwise um før­ oyska rapparan, sum bleiv kosin árs­ins nýggja navn á FMA.   Marius Ziska - Nýggja lagið hjá Marius Ziska, Silv­urlín, er eisini á føroyskum, men tað bilar ikki, tí tað er heilt víst eitt heilt framúr lag, skrivar Gag­wise.   Danny and the Veeto’s  - Eftir øllum at døma hava teir bjóðað helvtini av Føroya fólki upp á pallin við sær. Teir spæla tað slagið av fólka-poppi, sum tú kanst ímynda tær fær nógva spælitíð í útvarpinum, skrivar Gagwise.   Hans Andrias - Hans Andrias framførir Americana úr Norðuratlantshavinum, og fyri at siga sum er, Føroyar liggja á leiðini úr Skandinavia til USA, skrivar Gagwise, sum eis­ini kalla Hans Andrias fyri ein trans­atl­ant­ isk­an trubadur.   Lea Kampmann Ársins einstaklingur í føroyskum tónleiki, Lea Kampmann, hevur eisini bergtikið Gagwise. - Kampmann ger fullfíggjaðan romantiskan shoegaze tónleik: Tú veitst, tað slagið, sum hevði ljóðað ordiliga væl oman á rullitekstin á onkrum ordiliga kulum, skrivar Gagwise. Shoegaze er ein sjangur innan alternativan rokk, sum byrjaði í Onglandi í 1980’unum. Tónleikurin fekk navnið shoegaze, tí at nógvir av sangarunum stóðu heldur smæðin og stardu at skónum, meðan tey framførdu fyrstu árini.