Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-04-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 16. apríl 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 16. apríl 2018 · Nr. 43 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FÓTBÓLTUR NSÍ PROFILAR FÓRU ÚT VIÐ SKAÐA Hjá NSÍ sunnudagin vóru bæði verjuskansin, Johan Troest Davidsen, og liðskiparin, Klæmint A. Olsen, í seinna hálvleiki útskiftir. Eftir dystin greiddi NSÍ venjarin, Sámal Erik Hentze frá, at báðir máttu út, tí teir høvdu skaðar at dragast við. Talan tykist tó ikki vera um álvarsamar skaðar. HB miðvallarin, Tróndur Jensen, skoraði sunnudagin sítt fyrsta mál í bestu fótbóltsdeildini í nærum trý ár, tá hann skoraði sigursmálið til 1-2 til HB í dystinum móti NSÍ í Runavík. Tróndur Jensen heldur, at HB at enda vann dystin í Runavík, tí teir høvdu meira orku enn NSÍ André Olsen Tá HB í fyrsta umfarinum í Betri- deildini hetta kappingarárið, tapti 3-0 á heimavølli móti KÍ, vóru tað fá, ið væntaðu, at HB kundi blanda seg í oddastríðið í Betri-deildini hetta kappingarárið. Men síðani tá er nógv broytt. HB síðani tá ósigrað, og við flotta 1-2 sigrinum á NSÍ í Runavík sunnudagin og triðja útisigrinum á rað uppá eina viku, er HB nú nærmasti kappingarneyti hjá KÍ um fyrsta plássið í Betri- deildini. Havi ikki skorað nóg nógv seinastu árini Miðvallarin hjá HB, Tróndur Jen­ sen, var stóra hetjan á HB liðnum sunnu­dagin. Tróndur Jen­sen avgjørdi dystin við 1-2 málinum til HB, tá 88 minuttir av dystinum vóru leiktir við Løkin sunnudagin, og fyri miðvallaran var talan um serstaka løtu. Talan var nevniliga um fyrsta málið hjá Tróndi Jensen í nærum trý kappingararár – tað seinasta skotið á ólavsøku í 2015 fyri AB móti NSÍ. Tróndur Jensen sigur, at talan var um forloysandi kenslu at avgera dystin. Tað var sjálvandi ein forloysandi kensla at skora, serliga tá málið var við til at avgera dystin til okkara fyrimun í einum truplum útidysti – persónliga var tað eisini eyka stuttligt, tí eg havi ikki skora nóg nógv mál tey seinastu árini, og vit skulu nøkur ár aftur fyri at finna tað seinasta, sigur Tróndur Jensen. Vinna seinna hálvleik uppá orku Tróndur Jensen heldur, at stóri munurin á at dysturin sunnudagin koppaði til fyrimun til HB í mun til NSÍ, var at HB hevði meira orku á liðnum enn NSÍ í seinna hálvleiki. Talan er um tvey lið, ið hava sera ymiskar leikætlanir. NSÍ legði seg eftir at trýsta okkum við nógvum innleggum og langum bóltum, meðan vit royndu at spæla meira flótandi fótbólt. Tað sum eg haldi ger, at dysturin koppar til okkara fyrimun er, at vit vinna seinna hálvleik uppá at orka betur enn teir, sigur Tróndur Jensen. Heimir hevur flutt HB Tað er eingin loyna at kapp­ingar­ árini í fjør og í fyrraárið við einari endastøðu á fimta plássinum, ikki hava verið nøktandi fyri eitt so traditiónsríkt felag sum HB. Men fyribils í ár tykist vend vera komin í. Tróndur Jensen heldur at íslendski venjarin, Heimir Guðjónsson, eigur stóra orsøk í góðu gongdini, men eisini at marginalarnir í ár meira hava koppa til HB. Tað er einki at ivast í, at vit hava ein venjara, sum er ógvuliga greiður í spæliætlanini hvønn dyst, har tað verður arbeitt leingi hvønn dag fyri at fáa tað at rigga sum hann vil. Tað hevur heilt víst givið okkum nógv og flutt okkum sum lið. Annars haldi eg eisini, at stóri munurin í, at tað nú sær betur út enn seinastu tvey árini er, at vit hava havt nakrar avgerandi marginalar við okkum, sum bæði hava givið okkum eyka stig og eina eyka trúgv uppá tað, sigur Tróndur Jensen. Skuffaður NSÍ venjari NSÍ hevur av nógvum verið mettur sum ein av stóru FM- biðlunum til hetta kappingarárið, men runavíkingar hava higartil fingið eina heldur misjavna byrjan, har teir sunnudagin fyri aðru ferð hetta kappingarárið taptu á heimavølli í bara trimum royndum. NSÍ venjarin, Sámal Erik Hentze, viðurkendi eisini eftir dystin, at tingini í løtuni ikki koppa teirra veg. Hetta er ræðuliga súrt at svølgja. Eg haldi at signalini eru góð nokk í spælinum og øllum tí hjá okkum, men vit fáa bara ikki mál. Í dag er talan um hárfínar margi­ nalar. Øssur kemur í eina góða støðu móti endanum tá støðan er 1-1, har vit gott kundu havt fingið mál, og ístaðin endar tað við at HB fer í álop og skorar avgerandi málið til 1-2. So eg eri ræðuliga skuffaður, men eg eri sannførdur um, at tað fer at koppa okkara veg fyrr ella seinni, sigur Sámal Erik Hentze. HB skal takast í álvara Um bara tríggjar dystir verður fyrsti triðingur í Betri-deildini hetta kappingarárið longu liðugur. Tá verður helst lættari at gera sær ítøkiligar metingar um endaliga úrslitið av deildini í ár. Men útfrá dystinum í Runavík sunnudagin, eru ábendingar um, at Heimir Guðjónsson og hansara menn í løtuni síggja út til at vera komnir longur enn Sámal Erik Hentze og hansara menn í Runavík. Og tá dystarskráin hjá HB komandi tríggjar dystirnar eru trý tey niðastu liðini í deildini, skal HB helst aftur takast í álvara í oddastríðnum hetta kappingarárið. andre@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Fyrsta málið í trý ár: FORLOYSANDI KENSLA AT AVGERA DYSTIN