Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. mars 2017 · Nr. 28 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Framsóknarkvinnurnar báðar Ruth Vang og Hanna Jensen gera í blað­ num í dag greitt, at tær taka ikki und­ir við upp­skoti­num hjá Sonju Jógv­ans­dótt­ir um, at fak­fel­ags­lim­ ir skulu sleppa at draga fak­fel­ags­ gjaldið frá í skatti Harvið kann staðfestast, at mál­ ið fellir, og harvið eisini er eisini av­talan um, at Sonja Jógvansdóttir stuðl­ar samgonguni í vanda. Hon hevur sagt fleiri ferðir, at hon og løg­ maður hava gjørt eina klokku­klára avtalu um, at samgongan skuldi taka undir við hesum upp­skoti. Eftir at Sonja Jógvansdóttir fór úr Javn­að­ar­flokk­i­num sama dag, sum sam­gongan varð skipað, kom sam­gong­an longu frá fyrsta deg í minni­luta. Tí gjørdu samgongan og Sonja Jógvansdóttir á vári í 2016 avtalu um nøkur mál, sum hon vildi hava framt. Nøkur teirra eru framd, men eitt av teim­um, sum ikki er framt enn, er skatta­frá­drátt­ur­in fyri limagjald til fak­feløg. Sum skilst varð sagt í 2016, at hetta uppskotið fór at kosta landi og kommunum tilsamans 7 milli­ ón­ir krónur. Men nú tað liggur á ting­borði, vísir tað seg, at tað kost­ ar 40 milliónir krónur – 20 mill­i­ónir krónur í part til land og komm­un­ur. Tað hevur fingið fólk í sam­gong­ uni at hveppast við – og ser­liga í Framsókn, sum tí als ikki vil vita av uppskotinum. Sonja Jógvansdóttir hevur sagt, at tað er einki problem at finna peng­ar­nar. Tað er bara politiski vilj­ in, sum manglar, sigur hon. – Eg havi gjørt eina avtalu við sam­gong­una umvegis løgmann um hatta upp­skotið, og eg gangi út frá, at sam­gongan ætlar sær at halda tær av­talur, tey hava gjørt. Eg havi hildið mínar avtalur, segði Sonja Jógv­ans­dóttir við Kring­varp­ ið herfyri. Uttan at koma nágreiniliga inn á, hvussu uppskotið kann fíggj­ast, segði Sonja Jógv­ans­dótt­ir við Kring­ varpið, at upp­skot­ið eitt nú kann fíggjast við ein­um millióningaskatti, við um­hvørv­is­gjøld­um á vinnuna og við øðrum gjøldum, sum hon heldur skulu leggj­ast á vinnuna, sum tjenar so ó­fati­liga nógvar pengar, sum hon mál­bar seg. Greitt er at øll and­støð­ an er ímóti uppskotinum. Tá Fram­sókn eisini er ímoti, so hev­ur upp­skotið ongan kjans at verða sam­tykt. Hvat tað merkir fyri samstarvið mill­um Sonju Jógv­ans­ dóttir og sam­gong­una, fáa vit so at síggja. Okkurt er sum bendir á, at sam­gong­an er við at leggja sjógv mill­um seg og Sonju. Og tá Kristin Mich­el­sen hevur sagt seg vera frítt­still­að­an, so er lag­að manni hjá Sjálv­stýri at trína inn sum sam­gongu­flokk­ur og fáa bein­leið­is ávirkan, nú størsta stríðs­ mál­ið, fiskivinnunýskipanin, er løgd aftur um bak. Soleiðis er politikkur eisini. Skattafría fakfelagsgjaldið fær mønustingin frá Framsókn ongan frádrátt fyri limagjald Astrup – tagnar­ skylda? Meinhard Jacobsen Kjak síða 14 Kata­ lan­ar leypa í borg Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Ágóðin frá árliga jóla­hugna­ num hjá Lions Club Tórs­havn í desember fór til Beran, ið hevur sorgarbólkar fyri børn, ung og avvarðandi, ið hava mist ein av sínum kæru, um­framt nú eisini bólkum fyri børn við álvarsliga sjúk­um for­e­ldrum Í áravís hevur Lions Club Tórs­havn skipað fyri jóla­hugn­ anum í Plantasjuni í Havn, og hvørja ferð hevur okk­urt væl­ gerð­ar­tiltak fingið á­góðan av, at seldar eru jóla­de­kor­a­ti­ón­ir og annað, ið kann hugna um í advents- og jóla­tíð­ini. Hesaferð var tað so Berin, ið fekk ágóðan upp á 30.000 krón­ ur, sum millum annað kann gagna arbeiðinum at stovna stuð­uls­bólkar fyri børn, ið hava álv­ars­liga sjúk for­eld­ur. Frammanundan hevur Ber­ in í mong ár havt sorg­ar­bólk­ar fyri børn, ið hava mist, men nú ætl­anin eisini er at fáa hjálpt teim­um børnum, ið hava álv­ ars­liga sjúk foreldur, vil Lions Club Tórshavn gjarna rætta eina hjálpandi hond. Umframt at skipa fyri sorg­ ar- og hjálparbólkum, veit­ ir Ber­in avvarðandi, vin­um, fak­fólki og øðrum ráð­gev­ing, veg­leiðing og stuðul, og eisini hev­ur Berin alment kunn­andi og fyri­byrgjandi virk­semi, ið eitt nú kann vera fyrilestrar á skúl­um og stovn­um Kjarnu uppgávan er at virka fyri, at sum frá­líð­ur skulu børn, ung og av­varð­andi gerast betur før fyri at handfara sorgina, so tey lætt­ari aftur kunnu fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við miss­i­num. Berin 30.000 frá Lions Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin MIÐSTOVUGARÐUR Á SANDI Tlf. 220203 Vit eru í Vágsbotni leygardagin 10. marts frá kl 9.30 Ring og bílegg á tlf 220203 Miðstovugarður selur í Tórshavn VIT SELJA GRØNKÁL, GLASKÁL, EPLIR OG NEYTAKJØT 10. mar Johild Ziskason frá Beranum og Leif Ellingsgaard frá Lions Club Tórshavn, tá Berin fekk tær 30.000 krónurnar handaðar Magni Arge Kjak Síða 15