Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. mars 2018 · Nr. 28 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Semja um makrónurasp men politiskur spenningur er nú Langt er síðani, at politiski spenningurin hevur verið so stórur í tinginum, sum júst nú Árni Gregersen Samgongustevið var ikki í vanda, tá ið tingið í gjár viðgjørdi makrónu­ rasp og hvørjum vørunummari, tað skal tollast eftir. Hóast tað, so er spenningurin í Løgtinginum vaksandi í løtuni. Samgongan megnar ikki at koma við 17 atkvøðum og noyðist tí at dúva uppá, at andstøðan tekur und­ir við fleiri málum, skulu tesy koma gjøgnum mylluna. Nevndirnar hava longu nógv mál at arbeiða við, men tað tykist sum tað gongst illa at fáa tey aftur í tingið. Serliga tvey mál er trupul júst nú. Annað er málið um veiðu­gjald, sum er ein partur av fiski­vinnu­ nýskipanini og hitt er uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir, uttanflokka tingkvinnu, um at loyva at draga limagjald til yrkisfeløg frá í skatti. Veiðugjaldið liggur í vinnu­ nevnd­ini. Har vil forkvinnan í nevnd­ini Bjørt Samuelsen, Tjóð­ veldi, fegin hava, at aðrir flokkar enn sam­gongan tekur undir við mál­in­um. Tað vil andstøðin ikki enn, tí hon vil fyrst hava váttan fyri, at øll samgongan tekur undir við mál­ in­um. Ger samgongan ikki tað, so fer andstøðan ikki at hjápa at bera málið ígjøgnum tingið. Veiðugjaldið hevur ikki so stóra ávirkan á fíggjarlógina í ár, tí gald­ andi lóg ger, at landskassin fær næst­an líka nógv inn, sum hann hevði fingið við nýggja gjaldinum. Hinvegin er talan um ein stór­an politiskan niðurtúr fyri sam­gong­ una, eydnast ikki at fáa hetta mál samtykt. Í veruleikanum er veiðu­ gjaldið ein partur av fiski­vinnu­ nýskipanini, bara í einari aðrari lóg Politisk ósemja Hitt málið um limagjald til yrkis­ feløg er politiskt í samgong­uni. Tað sær út, sum løgmaður upp­runaligu hevur lovað Sonju Jógvans­dóttir, at samgongan fór at taka undir við hesum uppskotinum, men eftir øllum at døma, hevur løg­ mað­ur ikki tryggjað sær baklandið í sam­gonguni í hesum máli. Undir orðaskiftinum, meðan fyrsta viðgertð var, funnust fleiri ting­fólk at uppskotinum og síðani hevur Framsókn gjørt greitt, at flokk­urin ikki tekur undir við mál­ in­um og at flokkurin heldur ikki kennir seg bundnan at nøkrum lyfti til uttanflokkatingkvinnuna. So seint sum í gjár, gjørdi onnur av tingkvinnunum hjá Framsókn púra greitt, at flokkurin ikki er fyri upp­skot­inum hjá Sonju Jógvans­ dóttir. Vísir tað seg, at undirtøka ikki er fyri málinum í tinginum, so kann lættliga henda, at Sonja Jógvans­ dcótt­ir svarar aftur við at siga við løgmann, at hon ikki longur kennir seg bundnan av teimum avtalum, hon hevur gjørt við samgonguna. Eitt annað, sum vísir hvussu tor­ført tað er at arbeiða politiskt í løt­uni, er at mál ikki koma aftur úr fíggj­arnevndini. Hvørja ferð fíggjarnevndin hev­ ur fund, so er dagsskráin ómetaliga lang, men fá eru álitini, sum koma aft­ur á tingborð. Millum limirnar í fíggjar­nevnd­ ini er Kristin Michelsen, sum er valdur fyri Javnaðarflokkin, men sum hevur boðað Aksel V. Johanne­ sen, samgonguleiðara frá, at hann ikki kennir seg bundnan at atkvøða tað sama sum Javnaðarflokkurin. Eisini hetta ger tað torført at ar­ beiða, tí frammanundan ber illa til at vita, hvat Suðuroyar-ting­mað­ur­ in fer at atkvøða.. Summi sleppa Politikkur snýr seg millum annað eisini um at verða valdur aftur, tá ið val er. Ein samgonga stendur vanliga saman um tey ymisku málini, sum verða løgd fram, men vísir tað seg, at summir tinglimir sleppa at spæla fríspæl, so skapar tað órógv – og hend­an órrógvin gerst alt størri, nærri tað nærkast vali. Í løtuni er støðan tann, at fleiri í Javnaðarflokkinum hava havt eitt sindur av fríspæli. Tað fær tingfólk í hinum samgonguflokkunum eis­ini at royna, hvussu langt tey kunnu fara í einstøkum málum. 1.september er eitt ár til val skal vera av nýggjum. Hjá fleiri ting­ fólkum gevur hetta eitt sindur av summarfuglum í búkin. Tey vita ikki hvar tey standa hjá veljarunum og tey fara at hugsa um at selja seg og egnan boðskap.. Gjøgnum árini vita vit, at tíðin undan valinum verður mangan brúkt til paraduuppskot av ymisk­ um slag og neyvan verður tíðin und­an komandi vali øðrvísi. Skal samgognan halda fram er neyð­ugt at samgonguleiðararnir kallað samgongufólkini saman og fáa tey at rógva við góðum áralagi. Eydnast tað ikki, kunnu vit fáa val áðrenn vit vænta. Hanna Jensen og Ruth Vang úr Framsókn taka ikki undir við uppskotinum um at sleppa at draga limagjald til yrkisfeløg frá í skatti. Politiski spenningurin er vaksandi, tí mál koma ikki aftur úr nevndum. Veiðugjaldið er framvegis í vinnunevndini, men ivasamt er um øll í samgonguni taka udnir við tí