Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 7. mars 2018 · Nr. 28 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Hallur av Rana At flyta heim aftur til Før­ oya eftir fleiri ár í útlegd kann volda sjálvt teimum mest skipaðu persónunum eitt satt høvuðbrýggj, tá tey villast í einum óyvir­ sýni­ligum frumskógi av reglu­gerðum, flytikassum, kostn­aði, uppgávum og smá­ tingum. Fyri útisetar búsitandi í Keyp­mannahavn ella nær­ hend­is er tó hjálp at heinta, tá Norður­atlans­bryggj­an hós­kvøldið 15. mars enn eina­ ferð verður karmur um stóra Vel Føroyar tiltakið, ið Bank­ Nordik og Atlantic Air­ways skipa fyri. Hetta er annað árið á rað, at skipað verður fyri tiltaki­ num, ið hevur tvinni enda­ mál. At kunna útisetum frá hvat Føroyar hava at bjóða teimum og at veita prakt­ iskar upplýsingar til før­ oy­ingar, ið hugsa at flyta heim, og soleiðis lætta um heimferðina. Tyssi av føroyskum fyritøkum Við á tiltakinum í ár verður eitt tyssi av føroyskum stovn­um og kommunum, ið eru viðkomandi, tá kósin verður sett aftur til Føroya, upp­lýsir Lív Sørensen, mark­ naðar­ráðgevi í BankNordik. Harí­millum er Tórshavnar kommu­na, ið seinnu árini hevur havt sítt egna tiltak fyri føroyskar útisetar, men lut­tekur í ár í staðin á Vel Føroyar tiltakinum. - TAKS kemur at veita kunn­ing um føroysk skatta­ viður­s­kiftir og barsils­skipan­ ina, ALS greiðir frá arbeiðs­ loysis­skipanini, Smyril Line kemur við góðum ráðum, til hvussu bingjan skal pakkast, og Bústaðir verður til staðar at kunna um leigubústaðir. Har­um­framt fer Rúnar Reistrup, stjóri á Hey, á greiða frá hvussu tað var at flyta aftur til Føroya eftir at hava búð í London í fleiri ár, og so fara Gutti Winther og Jógvan Rasmussen at hava Kokka­Jam, har borðreitt verður við føroyskum laksi, greiðir Lív Sørensen frá. Tað verður tó ikki bara kunn­ing og matur á skránni, men verða luttakararnir eisini bjóðaði ein smakk av Føroyum. Teir fyrstu hundrað gestirnir fáa ein ókeypis posa av laksi frá Hidden­fjord, umframt at fyri­reikar­arnir flúgva før­ oyskt vatn og øl úr Før­oy­um til tiltakið. Størsta atdrátt­ar­ megin síðstu árini hevur tó verið Flytipakkin frá Smyril Line, ið hevur eitt virði á 20.000 krónur, og ber tað aftur til at vinna hann í ár. Lív Sørensen greiðir frá, at endamálið við tiltakinum er at seta fokus á at velja Før­ oyar og er hetta teirra íkast til, at fleiri gera tað. - Vit vilja hjálpa, so at tað verður so lætt sum gjørligt at flyta heim aftur til Føroya. Tað kann vera trupult, tí tað eru nógv viðurskiftir, ið greiða skal fáast á. Men vit eru fleiri, ið hava verið í somu støðu, og ynskja at ráð­geva øðrum, so tað gerst meira smidligt at flyta heim, og samstundis ynskja vit at liva upp til at vera 'Meira enn ein banki', sigur Lív Søren­sen. Fjálga um í Føroyum Tað er tó ikki bara í Danmark, at BankNordik skipar fyri til­tøkum til ung, men bjóðar bank­in ymisk tiltøk til ung og lesandi í Føroyum. Serliga er tað í samstarvi við Ó, at Ungdómsbankin hjá Bank­ Nordik vendir sær til tey ungu. - Í farnu viku høvdu vit eina væleydnaða ung­ dóms­konsert í BankNordik bygn­ingi­num í Havn, og í apríl skipa vit, saman við Ó, fyri Summar og Fjakking, ið er eitt tiltak til teirra, ið ikki hava hug at fara undir hægri lestur beinanvegin, men kundu hugsað sær at roynt okkurt annað áðrenn. Og í august hava vit so aftur væl vitjaðu 'Hjálp eg skal uttanlands at lesa' tiltøkini, ið verða hildin bæði í Havn og í Klaksvík, greiðir Lív Søren­sen frá. Ungdómsbankin, ið bleiv settur á stovn í januar 2017, leggur seg eftir at veita ráð­ geving til ung millum 18 og 28 ár, men ger eisini nógv burturúr at skipa fyri líkn­ andi tiltøkum til ung. - Vit ynskja at veita eina góða tænastu til ung, men tá vit siga 'Meira enn ein banki', so er tað tí, at vit ynskja at veita meira enn fíggjarliga ráð­geving til ung. Tað gera vit millum annað við at skipa fyri ymiskum tiltøkum, ið eru kunnandi, stuttlig og til gleði fyri ung, sigur Einar Tróndar­gjógv, leiðari í Ungdóms­bankanum. hallur@sosialurin.fo VILJA LÆTTA UM HJÁ ÚTISETUM AT FLYTA HEIM - Vit vilja hjálpa, so at tað verður so lætt sum gjørligt at flyta heim aftur til Føroya. Tað kann vera trupult, tí tað eru nógv viðurskifti, ið greiða skal fáast á ísv. flytingina. Men vit eru fleiri, ið hava verið í somu støðu og ynskja at ráðgeva øðrum, so tað gerst meira smidligt at flyta heim, og samstundis ynskja vit at liva upp til at vera 'Meira enn ein banki', sigur Lív Sørensen, marknaðarráðgevi í BankNordik, nú tað aftur verður skipað fyri einum Vel Føroyar tiltaki í Keypmannahavn