týsdagur 6. mars 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 7. mars 2018 · Nr. 28
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Hotel Hafnia hevur fingið nýggjan
stjóra, og maðurin er 32 ára gamli,
Pætur Trónd Thomsen. Hann
kemur úr einum starvi hjá Smyril
Line sum sølu-og tænastuleiðari
umborð á Norrönu, har hann hevur
starvast síðan 2011.
Nýggi maðurin, sum setti seg í
stjórastólin á miðbýarhotellinum
mánadagin í hesi vikuni, er útbúgv
in tænastuøkonomur á Hotel- og
Resturatiónsskúlanum
í
Keyp
mannahavn.
Tá hann hevði fingið hesa út
búgving í 2008, fór hann víðari til
Oxford í Onglandi, har hann tók
eina bachelor innan International
Hospitality Manegement, sum eitt
nú fevnir um leiðslu av hotelli, ráð
stevnum og tiltøkum.
Liðugur í Oxford í 2009, fór
Pætur Trónd Thomsen aftur til
Keypmannahavnar at arbeiða við
marknaðarføring av tiltøkum og
við barr-catering.
- Tað eru nú seks ár síðan, at
Sveinur í Heiðunum, sum eitt nú
er góðskuleiðari hjá Smyril Line,
ringdi til mín og bjóðaði mær starv
umborð á Norrönu, og her havi eg
verið, síðan avbjóðingin sum hotel
stjóri nú stóð mær í boði, sigur
nýggi og fryntligi stjórin.
Rívandi menning
Pætur Trónd Thomsen er ógvuliga
spentur upp á avbjóðingina at
standa á odda fyri Hotel Hafnia,
sum hann nú ynskir at vera við til
at flyta enn longur fram á leið.
- Síðan eg byrjaði her fyrst í
vikuni, havi eg verið runt og havi
heilsað upp á okkara dugnaligu og
professionellu starvsfólk og mínar
nýggju starvsfelagar. Hotel Hafnia
hevur við sínum starvsfólkum og
fyrrverandi eigarum longu verið
fyri einari rívandi menning. Her er
fantastiska nógv gjørt seinnu árini,
og framvegis eru ymiskar dagfør
ingar í gongd, sum fara at gera um
støðurnar og upplivingina hjá okk
ara vitjandi enn betri.
Nýggi stjórin vísir á, at uppgáv
an hjá honum verður at gera Hotel
Hafnia, sum liggur í hjartanum í
høvuðsstaðnum, til fyrsta val, bæði
hjá føroyingum og útlendingum,
sum vitja Føroyar.
- Tað er uppgávan hjá mær sum
stjóri og mínum starvsfeløgum at
seta miðbýarhotellið á heimskortið
sum fyrsta val í høvuðsstaðnum.
Málið er at veita eina fram úr góða
tænastu til øll vitjandi - antin tað
er til ráðstevnur, fyrilestrar ella til
at eta, drekka ella sova, sum hann
tekur til.
Nógvir møguleikar
Pætur Trónd Thomsen vísir á, at
Hotel Hafnia nú hevur út við 84
kømur, bæði tvímanskømur og
einkultkømur, og haraftrat hevur
hotellið tríggjar hugnaligar smátt
ur í umhvørvinum á Reyni, sum eru
tilknýttar virkseminum.
- Her eru tvey smá hús - ella
smáttur - og síðan eini hús við fýra
kømrum. Smátturnar kunnu leig
ast út til fólk at búgva í fyri seg
sjálvi mitt í gomlu Havnini, og tær
kunnu eisini leigast út til smærri
fundarvirksemi, tá tey, ið ynskja
at samlast, veruliga vilja verða fyri
seg sjálvi.
Hann vísir á, at á Parnassinum
og Panorama er pláss fyri nógvum
fólkum, og haraftrat eru onnur
fundarhøli við plássi fyri umleið
12-30 fólkum.
- Her verður nógv leigað út til
ymiskt fundarvirksemi og til tiltøk
annars, og hetta er ein partur, vit
ætla at leggja enn størri dent á,
bæði tá ræður um føroyingar og
útlendingar, ið vilja koma higar at
halda fundir og ráðstevnur, sigur
hann.
Alt skal dagførast
Nýggi stjórin á Hotel Hafnia sigur,
at tey nýggju Nordic-kømrini,
sum øll eru tvímanskømur, eru
fleiri í tali. Hetta eru alt nýbygd
og nútímans kømur við øllum
hentleikum.
- Men, Hotel Hafnia er eisini eitt
søguligt hotel, og hetta vilja vit ikki
goyma burtur, nú restin av kømr
unum fáa eitt andlitslyft og verða
dagførd.
Pætur Trónd Thomsen vísir á, at
í løtuni stendur stillads uppi móti
Áarvegnum.
- Her fær matstovan nýggj og
størri vindeygu, soleiðis at meira
ljós sleppur inn, og samstundis
verða eisini vindeygu í fleiri kømr
um, sum venda út móti Áarvegnum,
skift.
Ætlanin er, at arbeiðið, sum
nú verður gjørt, skal verða liðugt
seinni í vár, tá summarvertíðin so
smátt byrjar.
Stjórin tekur aftur í aftur teir
mongu møguleikar, sum Hotel
Hafnia hevur at bjóða, og her
nevnir hann eisini Kafé Kaspar
og gomlu og hugnaligu hølini hjá
Kathrinu Christiansen á Reyni, her
nógv fólk leita sær, bæði til etandi
og drekkandi.
Spennandi avbjóðing
Pætur Trónd Thomsen er ógvuliga
spentur upp á nýggju avbjóðingina
sum fremsti maður á Hotel Hafnia.
- Hetta er ein fantastiskur møgu
leiki og ein stór avbjóðing, sum eg
havi fingið, og eg gleði meg til fram
haldandi at vera partur av tí fyri
tøku, eg havi arbeitt fyri síðan 2011.
Nýggi stjórin sær nógvar møgu
leikar við Hotel Hafnia, nú Smyril
Line stendur sum eigari av hotell
inum.
- Smyril Line ger eitt stórt
marknaðarføringsarbeiði, og eg iv
ist onga løtu í, at hetta eisini fer at
kasta av sær til hotellið og tað virk
semi, sum eg nú komi at standa fyri
her í miðbýnum. Hotel Skálavík er
FERÐAVINNA
HETTA ER EIN FAN
SPENNANDI AVBJÓ
- Eg gleði meg til framhaldandi at vera partur av tí fyritøku, eg havi arbeitt fyri síðan
2011. Smyril Line ger eitt stórt marknaðarføringsarbeiði, og eg ivist onga løtu í, at hetta
eisini fer at kasta av sær til hotellið og tað virksemi, sum eg nú komi at standa fyri her í
miðbýnum í Havn, sigur nýggi stjórin á Hotel Hafnia
- Vit vilja stíla eftir at gerast mest eftirspurda hotellið í Føroyum, sigur
ungi stjórin, sum hevur verið í starvi hjá Smyril Line síðan 2011
Mynd: Álvur Haraldsen
Hotel Hafnia
er eisini eitt
søguligt hotel,
og hetta vilja
vit ikki goyma
burtur, nú restin
av kømrunum
fáa eitt
andlitslyft og
verða dagførd
Stóra
avbjóðingin
verður at fylla
hotellið um
veturin, tí um
summarið
stendur longu
á at taka ímóti
øllum, sum vilja
gista