Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 7. mars 2018 · Nr. 28 Nú er klárt at søkja um stuðul úr Listaflogi hjá P/F Atlantic Airways. 28. mars, sum er dagurin, Atlantic Airways fór á flog á fyrsta sinni, verður stuðulin á 100.000 krónur latin til eitt ella fleiri føroysk listafólk og/ella listaverkætlanir. Stuðul verður latin til persón/ar, ið hava útbúgving ella aðra fakliga viðurkenning og arbeiða heilt ella partvís sum yrkislistafólk. Seinasta freist at lata inn umsókn er 12. mars 2018. Umsóknarskjal, viðtøkur v.m. eru at finna á atlantic.fo > Stuðul > Listaflog Atlantic Airways Vagar Airport 380 Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo VIT STUÐLA FØROYSKARI LIST Dagsskrá 1. Frágreiðing frá nevndini um virki felagsins í farna ári. 2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar. 3. Avgerð um nýtslu av yvirskoti sambært góðkenda roknskapinum. 4. Fráboðan frá Suðuroyargrunninum viðvíkjandi rætti grunsins at tilnevna ein nevndarlim sambært § 14. Suðuroyargrunnurin hevur boðað frá, at hann fer at tilnevna Hannu O. Nielsen, bankakvinna, hjálparfólk (økisdepilin fyri sinnisveik), Gjógvarávegur 14, 900 Vágur, sum nevndarlim. 5. Val av nevndarlimum. Gudfinn Øystein Olsen stendur fyri vali sambært § 14, stk. 2, og § 21, stk. 4, í viðtøkunum. Nevndin mælir til, at Gudfinn Øystein Olsen verður afturvaldur. 6. Val av grannskoðan. Nevndin mælir til afturval av verandi uttanhýsis grannskoðara, Sp/f Numo, løggilt grannskoðaravirki. 7. Uppskot frá nevndini: a. Nevndarsamsýning 2018: Nevndin mælir til, at samsýningin til nevndarlimir felagsins verður óbroytt galdandi fyri 2018 soleiðis, at aðalfundurin viðtekur at samsýningin til nevndarlimir felagsins fyri 2018 verður latin samsvarandi samsýningarpolitikki felagsins frá apríl 2013, við støði í hesum: Grundsamsýning: 50.000 kr. Nevndarformaður: 2 x grundsamsýning Næstformaður: 1,5 x grundsamsýning Aðrir nevndarlimir: 1 x grundsamsýning Fyri eykaarbeiði, í grannskoðanarbólkinum ella serligar nógvar nevndarfundir, kann veitast ein eykasamsýning. b. Kapitalur og partabrøv, uppskot um at broyta § 3, stk. 1 og 2, í viðtøkum felagsins: Nevndin skjýtur upp at seta inn hesa nýggju orðing í § 3, stk. 1: ”… kontantum inngjaldi til marknaðarkurs, …”, at broyta ”31. januar 2018” til ”31. januar 2023” í § 3, stk. 1, og at broyta ”31. januar 2021” til ”31. januar 2023” í § 3, stk. 2, soleiðis, at § 3, stk. 1 og 2, verða soljóðandi: “Stk. 1. Nevndini er heimilað, í tíðarskeiðinum fram til 31. januar 2023, at hækka partapeningin - í einum ella fleiri umførum - við samanlagt kr. 20.000.000,00. Hækkingin kann fara fram uttan fortekningsrætt fyri partaeigarar felagsins, um so er, at hækkingin fer fram við kontantum inngjaldi til marknaðarkurs, umlegging av skuld, ella sum viðurlag fyri yvirtøku felagsins av øðrum fyritøkum, ella ávísum ognarvirðum til eitt virði, ið mótsvarar virðinum á teimum útgivnu partabrøvunum. Undantikið hesum hava partaeigarar felagsins fortekningsrætt til tekning av nýggjum partabrøvum. Stk. 2. Umframt hækkingina sambært § 3, stk. 1, er nevndini heimilað, í tíðarskeiðinum fram til 31. januar 2023, at hækka partapeningin – í einum ella fleiri umførum – við samanlagt kr. 20.000.000,00. Partaeigarar felagsins skulu hava fortekningsrætt.” Til at viðtaka uppskot b krevst sambært § 106, stk. 1, í vinnufelagslógini og § 13, stk. 2, í viðtøkunum, at uppskotið verður viðtikið við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum samlaða umboðaða partapeninginum, eisini partabrøv omanfyri ognaravmarkingini í § 5 í viðtøkunum. 8. Ymiskt Fyri at hava rætt til at møta á aðalfundinum skulu partaeigarar, fólk við fulltrú og umboð fyri fjølmiðlar í seinasta lagi fríggjadagin 16. mars 2018 hava boðað felagnum frá luttøku á deildum felagsins í Vági ella í Tórshavn. Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundinum og at greiða atkvøðu verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga mikudagin 14. mars 2018. Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva skrivliga fulltrú. Fulltrúarskjal er at finna á www.ss.fo og í deildum felagsins. Skjal at nýta í samband við møguliga brævatkvøðu er at finna á www.ss.fo og í deildum felagsins. Um so er, at tygum ynskja at geva brævatkvøðu skal brævatkvøðuskjalið vera móttikið á høvuðsskrivstovu felagsins í seinasta lagi mikudagin 21. mars 2018 kl. 13.00. Grannskoðaða ársfrásøgnin kemur saman við dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum at liggja frammi á høvuðsskrivstovu felagsins í Vági í seinasta lagi 2 vikur fyri aðalfundin. Vágur, tann 22. februar 2018 NEVNDIN Ársaðalfundur í P/F Suðuroyar Sparikassa Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Suðuroyar Sparikassa mikudagin 21. mars 2018 kl. 16.00 á høvuðsskrivstovuni hjá P/F Suðuroyar Sparikassa, Vágsvegur 60, Vágur. ANNIJANNI