týsdagur 6. mars 2018síða 26
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
FÓTBÓLTUR 2018
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
FÓTBÓLTUR 2018
Fótbóltsblaðið hjá Miðlahúsinum
Útgevari: Sosialurin
7. mars 2018
Redaktørur:
Tróndur Arge
Blaðfólk:
Tróndur Arge, Jóannes Hansen, Pætur
Albinus, André Olsen og Hilmar Jan Hansen
Myndir: Álvur Haraldsen
Prent: Prentmiðstøðin
HM-STEYPIÐ Í FÓTBÓLTI
KEMUR TIL FØROYA!
Víðagitna HM-steypið, ið spælarar sum Diego
Maradona; Didier Deschamps og Iker Casillas hava
tikið í móti, er nú á veg til Føroya við tiltikna Coca-Cola
flúgvaranum. Við í flúgvaranum er eisini franski HM
vinnarin frá 1998, Christian Karembeu.
Eyðkenda Coca-Cola flogfarið, ið er prýtt bæði uttan
og innan við Coca-Cola, lendur í Føroyum 24. mars.
Umborð er orginala FIFA World Cup steypið. Eitt steyp,
ið spælarar sum Diego Maradona, Lothar Matthäus,
Fabio Cannavaro, Iker Casillas og Didier Deschamps
hava tikið í móti frammanfyri øllum heiminum.
Í sambandi við vitjanina hjá Coca Cola flogfarinum
verður møguleiki hjá føroyingum at síggja orginala
HM-steypið saman við einum serligum heimsmeistara.
Tí Christian Karembeu er ikki hvør sum helst. Hann var
við til at vinna HM í 1998 fyri Frakland, sum er einastu
ferð, at stóra tjóðin hevur vunnið steypið. Hann er
eisini tvífaldur Champions League vinnari við spanska
stórfelagnum Real Madrid.
Flogfarið lendir í Vágum leygardagin 24. mars
klokkan 17. Tá fáa innboðin møguleikan at sleppa
umborð á flogfarið. Síðani gongur leiðin á Tórsvøll, har
almenningurin fær møguleika at síggja HM-steypið.
Møguleiki verður eisini at taka myndir saman við
steypinum í eitt avmarkað tíðarskeið.
Coca Cola flogfarið fer víðari til Íslands
sunnumorgunin 25. mars klokkan 8.
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ 2018
Fyri nítjandu ferð gevur Sosialurin út
Fótbóltsblaðið, sum er ein upptakt til komandi
kappingarár í fótbólti. Blaðið er ætla teimum,
sum fylgja við bestu deildini í føroyskum fótbólti
TRÓNDUR ARGE
Fyrst av øllum, so fari eg at bjóða tykkum vælkomin í føroyska fótbóltsheimin saman við
ÍtróttarSosialinum og Miðlahúsinum anno 2018.
Hetta blaðið setur sjóneyku á Betri deildina. Í hesum blaðnum hava vit hóparnar hjá øllum
feløgunum í Betri-deildini, men tað er við tí fyrivarni, at flytingarvindeygað ikki er latið aftur.
Sostatt kunnu flytingar koma fyri, men tað kanst tú altíð lesa um í Sosialinum og á in.fo.
EIN BETRI AVTALA
Í Fótbóltsblaðnum hesa ferð eru samrøður við spælara ella venjarar í øllum feløgunum í
Betri deildini. Vit meta um lyklaspælaran, hvør fær gjøgnumbrotið, venjaran og hvat er málið
hjá hvørjum einstøkum felagi. Eisini er ein gjøgnumgongd av hvørjum felagi, har tú fær eina
støðumeting av hvørjum felagi.
Eisini kanst tú lesa um nýggja høvðusstuðulin hjá bestu deildini – Betri. Avtalan er søgulig
og søguliga stór. Her fært tú eitt innlit í hví Betri er sinnað at lata fimm milliónir krónur til
føroyskan fótbólt.
FYLG VIÐ ÍTRÓTTINUM Í ÍTRÓTTARSOSIALINUM
Eins og altíð, so gera vit í Miðlahúsinum nógv burturúr føroyskum fótbólti. Vit vóru einasti
miðilin í Grikkalandi, tá Føroyar vunnu. Vit royna at verða til flestu dystirnar, so vit í størri mun
kunnu greiða frá hvat veruliga hendir.
Á in.fo, sum er tíðindaportalurin hjá okkum, leggja vit stóran dent á at fáa bráðfengistíðindini
út. Vit fylgja væl við í fótbóltsheiminum, og hava eisini eitt hav av myndum frá nógvum
dystum. Vit leggja stóran dent á, at hava beinleiðis frásøgn frá flest øllum dystum.
Í ár fer ÍtróttarSosialurin at seta liðið hesa vikuna. Tað hevur verið roynt fyrr, men er
síðani dottið niðurfyri. Nú verður tátturin tikin uppaftur. Hetta vil altíð verða ein meting, sum
ítróttarredaktiónin á Sosialinum ger.
Í ÍtróttarSosialinum, og Sosialinum sum heild, leggja vit dent á bakgrundssøguna. Hví vunnu
ella taptu Føroyar, og vit hava »Dysturin hesa vikuna«, har vit eisini gera spælarametingar.
Hetta er ein stór ábyrgd, sum vit taka í stórum álvara.
Gott kappingarár,
Tróndur Arge