Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 FÓTBÓLTUR 2018 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM MEISTARARNIR ERU Í NÝGGJARI ÚTGÁVU VÍKINGUR MEISTARI Nógv er bæði gamalt og nýtt, nú teir í Sarpugerði seta kós ímóti triðja FM heitinum Síðstu seks árini hevur Víkingur vunnið gull. Í fjør og fyrra árið var tað FM steypið, og 2012-2015 var tað løgmanssteypið. Harvið hevur Víkingur luttikið í europeisku kappingunum fimm tey seinastu árini, og aftur í summar fara víkingarnir at taka lut í europeisku meistarakappingini. Fótbóltsfelagið hjá teimum í Eystur­ komm­unu verður roknað sum sólskinssøga í saman­løgdu kommununi, har børnini í Leir­vík og Gøtunum hittast og kennast í skúl­anum og eitt nú í fótbóltsfelagnum. Áskoðararnir eru trúfastir, og tey eru ikki so fá, sum seinastu árini á mest sum hvørj­um sumri hava verið uttanlands við fót­bólts­flaggskipinum. Tað er nýggjur maður við stýrisvølin á vík­inga­skútuni. 37 ára gamli Maurice Ross úr Skotlandi, sum í fjør var venjari hjá Suðr­ ing­um og harvið lærdi føroyskan fót­bólt at kenna, er nú í Sarpugerði, og hjálp­ar­venj­ari er Hans Jørgen Djurhuus, sum eisini er vet­ eranur á miðvøllinum. Fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið hava borið boð um, at spælskipanin er til­ lagað, so hon nú er 3-5-2, og at liðið harvið roynir at flyta spælið longri fram á vøllin, enn tað hevur verið undanfarnu árini, tá ið tað ofta í jøvnum uppgerðum varð dúvað upp á verjupartin og skjótar umstillingar. Í fjør staðfesti Elias Rasmussen sína støðu sum sjálvskrivaður maður millum stólparnar. Hann fær kapping frá 18 ára gamla og evnaríka Bárði á Reynatrøð. Í fleiri ár hevur Víkingur spælt við teim­ um somu fýra í verjuni. Gert Hansen hevur ikki verið við í fyrireikingunum til nýggja kapp­ingarárið, og Erling Jacobsen er givin. Saman við Atla Gregersen og Hanusi Jacob­ sen eru 27 ára gamli Dennis Nieblas úr Spania miðverji saman við Gunnari Vatn­ ham­ar, sum tykist fáa stóran leiklut. Á miðvøllinum er Sølvi Vatnhamar lykla­ spælari. Heðin Hansen, sum undanfarin ár hevur verið marginalspælari, tykist fáa størri leiklut, og so eru tað – umframt Hans Jørgen Djurhuus – Jákup Vatnhamar Olsen og tvíburarnir Elias Lervig og Hans Jákup Lervig. Tá Víkingur leygarkvøldið vann stór­ steypa­dystin vístu teir báðir seg at vera klárir at seta dám á liðið. Annar møguleiki er Magnus Jarnskor. Í fremstu ódnunum eru Philip Djordjevic og toppskjúttin í fjør, Adeshina Lawal, sam­ an við Andreas Lava Olsen, sum í fjør var nógv skaðadarvaður, men sum aftur og aftur vísti, hvussu avgerandi leiklut hann kann hava. Djordjevic og Lawal hava verið í Før­ oy­um í nógv ár – Djordjevic síðani 2011 og Lawal síðani 2013. Nú hevur Víkingur styrkt seg við útlendskum verjuspælara, men samstundis verður staðiliga undirstrikað, at tað í framtíðini verður roknað nógv við ungu monnunum, ið spæla á næstbesta liðnum og í yngru deildunum. Felagið hevur í fleiri ár havt lutfalsliga tilkomnar og útbúnar venjarar í yngru deild­ unum. Dentur verður lagdur á spælfatan og hugburð umframt bóltførleika. Tað sæst aftur í avrikunum á vøllinum, og tað rokna tey í felagnum við fer at hava við sær, at dreingir í Leirvík og Gøtu næstu árini so við og við fara at spæla seg á besta liðið. MEISTARI (2) 2016, 2017 STEYPAVINNARI (5) 2009, 2012, 2013, 2014, 2015 GREIPUVINNARI (0) Ongantíð Í BESTU DEILDINI (11 ÁR) 2008- Í EUROPA (6) 2010, 2012, 2013, 2014, 2015, 2016, 2017 VÍKINGUR STOVNAÐ 14. januar 2008 FORMAÐUR Brandur Jacobsen 4 V I T T I P P A HÓPURIN Mál 1 Elias Rasmussen 25 Bárður á Reynatrøð Verja 3 Hanus Jacobsen 4 Atli Gregersen 6 Dennis Nieblas Moreno 15 Jákup Vatnhamar Olsen Miðja 5 Elias Lervig 8 Heðin Hansen 9 Philip Djordjevic 10 Sølvi Vatnhamar 11 Hans Jákup Lervig 14 Magnus Jarnskor 16 Hans Jørgen Djurhuus 24 Gunnar Vatnhamar Álop 2 Andreas Lava Olsen 30 Adeshina Lawal Venjari Maurice Ross Hjálparvenjari Hans Jørgen Djurhuus Tilgongd Dennis Nieblas Moreno, Frágongd Erling Jacobsen, Fróði Benjaminsen, Sorin Anghel, Gert Hansen