týsdagur 6. mars 2018síða 30
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
FÓTBÓLTUR 2018
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
HANS JØRGEN DJURHUUS
HETTA ER NAKAÐ
HEILT ANNAÐ
Veteranurin á Víkinga liðnum, Hans Jørgen Djurhuus, roynir seg
í ár á fyrsta sinni sum leikandi hjálparvenjari hjá Víkingi.
ANDRÉ OLSEN
Stór útskifting hevur verið í Víkingi síðani
seinasta kappingarár. Fleiri royndir leikarar
eru farnir úr hópinum, og ístaðin fyri teir,
eru tveir nýggir útlendingar komnir inn í
hópin, umframt at nógvir ungir leikarar
nú eru partur av besta liðnum hjá Víkingi.
Harafturat hevur eisini útskifting verið á
venjarasíðuni, tí Maurice Ross skal í ár venja
Víking ístaðinfyri Sámal Erik Hentze, meðan
Hans Jørgen Djurhuus, ið fyrr bert hevur
verið spælari, verður nýggjur hjálparvenjari
hjá Maurice Ross.
FÆR ÁBYRGD SUM
HJÁLPARVENJARI
Hans Jørgen Djurhuus sigur, at tað er øðr
vísi at møta upp til venjingar í ár saman
borið við undanfarin ár, men at hann trívist
væl í nýggja leiklutinum.
-Higartil hevur mær dámt væl sum
hjálparvenjari, men tað er nógv øðrvísi enn
bert at spæla. Fyrr kundi eg møta upp til
venjing, uttan at hava nakað at hugsa um.
Tá ráddi tað bert um at gera sum venjarin
segði, men soleiðis er ikki í ár. Nú brúki eg
meira tíð uppá tað enn nakrantíð, har eg
skal vera við til at fyrireika venjingar og
vera tann sum gevur venjaranum ráð. Tí
er tað eitt sindur øðrvísi, men mær hevur
dámt tað ógvuliga væl. Eisini fái eg ábyrgd
frá Maurice Ross í minsta lagi einaferð um
vikuna, har eg sjálvur sleppi at avgera, hvat
tað er, ið vit skulu venja. Og tað ábyrgdina
dámar mær, sigur Hans Jørgen Djurhuus.
TEIR UNGU BANKA UPPÁ
Nógvir ungir leikarar hava í ár fingið møgu
leikan á liðnum hjá Víkingi í venjingardyst
unum, meðan ein einkultur nýggjur spansk
ur leikari, eisini hevur spælt nógv. Afturat tí
fer eisini nigerianski verjuleikarin, Rasheed
Alabi, sum enn ikki hevur fingið loyvini uppá
pláss, at vera við tá kappingarárið fer at
byrja. Leikandi hjálparvenjarin, Hans Jørgen
Djurhuus, heldur, at talan er um spennandi
hóp hjá Víkingi.
-Vit hava havt stóra útskifting í hópinum,
tí vit hava mist 5 royndar spælarar og
fingið tveir nýggjar útlendingar inn ístaðin.
Umframt tað, royna vit at leggja stóran
dent á, at spæla yngri leikarar inná liðið hjá
okkum, so hópurin í ár er ikki líka rutiner
aður sum hann hevur verið, men eg haldi
sjálvur at hann er meira spennandi og
meira lokalur. Vit eru ógvuliga væl nøgdir
við hópin inntil víðari, tí teir ungu hava gjørt
tað væl allan uppstartin, og vísa, at teir av
álvara banka uppá dyrnar til at fáa pláss á
liðnum, sigur Hans Jørgen Djurhuus.
MIST YVIR 1000 DYSTIR
ÚR HÓPINUM
Tó er leikandi hjálparvenjarin á Víkinga-liðn
um varin, tá tosað verður um málsetning
hjá Víkingi til kappingarárið. Hans Jørgen
Djurhuus sigur, at um tað eydnast Víkinga
liðnum at spæla seg til pláss sum gevur
altjóða luttøku næsta ár, hevur talan verið
um góðkent kappingarár hjá Víkingi.
-Eg haldi at tað skal takast við, at har
kanska eru farnir yvir 1000 dystir úr hóp
inum hjá okkum, og fáir eru komnir inn
ístaðin. Í uppstartinum hevur helvtin av
leikarunum hjá okkum verið leikarar undir
21 ár, so vit arbeiða fyrst og fremst við
at byggja upp ein nýggjan hóp, sum um
nøkur ár skal vera okkara nýggi bulur. Men
tann hópurin verður fyrstu árini bygdur
rundanum bulin á liðnum, ið hevur spælt
saman í nógv ár við nøkrum eldri leikarum.
Málsetningurin er at enda millum tey fýra
ovastu liðini, og at tryggja okkum altjóða
luttøku næsta kappingarár. Eydnast tað,
hevur talan verið um gott kappingarár hjá
okkum, sigur Hans Jørgen Djurhuus.
ÆTLAR AT VERA VENJARI
Hans Jørgen sum í vetur er vorðin 39 ára
gamal, veit ikki hvussu leingi hann fer at
spæla fótbólt afturat. Tó veit hann, at hann
ætlar at brúka royndirnar hjá sær sum
hjálparvenjari til einaferð at kunna vera
høvuðsvenjari í bestu deildini.
-So leingi eg eri skaðafríur, og so leingi
hugurin er góður, ætli eg mær at spæla.
Tá man er so gamal, kann man ikki hugsa
langsiktað í fótbólti, tí tað kann vera so
skjótt, at tað ikki ber til longur. Tó hugsi eg
eitt sindur um framtíðina, og tað er tí at
eg eri hjálparvenjari afturat at spæla í ár.
Tað eri eg, tí at eg ætli mær at kunna vera
høvuðsvenjari einaferð í framtíðini, sigur
Hans Jørgen Djurhuus.
LYKLASPÆLARIN
Sølvi Vatnhamar
Ársins leikari seinastu tvey árini er avgjørdi
lyklaspælarin á liðnum hjá Víkingi, sum
hevur mist fleiri royndar leikarar frá í fjør.
Landsliðsleikarin er krumtappur í øllum
tí offensiva hjá Víkingi, har hann bæði
skorar nógv mál og leggur upp til mál.
GJØGNUMBROTIÐ
Elias Lervig
Ungi leikarin, sum í fjør var millum
lyklaleikararnar á næstbesta liðnum hjá Víkingi,
sær í ár út til at fáa sítt gjøgnumbrot á besta
liðnum. Higartil hevur kviki vongspælarin
spælt fast allar venjingardystirnar í ár,
har hann eisini hevur gjørt tað væl.
VENJARIN
Maurice Ross
Karismatiski skotski venjarin er í ár venjari
hjá FM vinnarunum í Víkingi, og hann ætlar
at seta sítt fingramerki á í felagnum. Millum
annað hevur Víkingur broytt spælistíl í
mun til seinastu árini, har teir nú spæla við
trimum í verjuni. Eisini er ætlanin hjá Maurice
Ross at spæla yngri leikarar inn á liðið.
MÁLIÐ
Altjóða luttøka
Víkingur fer í ár at teljast ímillum oddaliðini
av føroysku kappingini. Men tað tykist vera
óhugsandi, at felagið fer at endurvinna FM-
heitið triðja árið á rað, av tí at nakað av frágongd
hevur verið í hópinum hjá Víkingi. Tí verður stóra
málið hjá Víkingi at tryggja sær altjóða luttøku.
Tá man er so gamal, kann
man ikki hugsa langsiktað
í fótbólti, tí tað kann vera
so skjótt, at tað ikki ber til
longur