týsdagur 6. mars 2018síða 32
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
FÓTBÓLTUR 2018
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Mál
1
Kristian Joensen
16 Meinhardt Joensen
20 Fríðálvur Klakk
Verja
2
Børge Petersen
3
Ísak Simonsen
4
Marko Dusak
5
Deni Pavlovic
17 Hørður H. Askham
18 Ólavur Niclassen
23 Jóannes K. Danielsen
27 Óli Eyðsteinsson Poulsen
Miðja
6
Hákun Edmundsson
7
Ronni Møller-Iversen
10 Hjalgrím Elttør
11 Kristoffur Jakobsen
12 Mikkjal á Bergi
13 Andrias á Marknagili
14 Jonn Johannesen
15 Aksel B. Danielsen
19 Jákup B. Andreasen
21 Boris Dosljak
22 Semir Hadzibulic
25 Steinbjørn Olsen
26 Jóhan Waag Høgnesen
Álop
8
Jóannes Bjartalíð
9
Páll A. Klettskarð
24 Tórur Jacobsen
Venjari Mikkjal K. Thomassen
Hjálparvenjari Jákup Mikkelsen
Tilgongd
Marko Dusak, Deni Pavlovic, Ronni Møller-
Iversen, Boris Dosljak, Hákun Edmundsson,
Kristoffur Jakobsen
Frágongd
Albert Adu, Jonas Flindt Rasmussen,
Ahmed Mujdragic, Dion Splidt, Sørmundur
Kalsø, Heðin Klakstein, Tórur Justesen, Atli
Danielsen
KLAKSVÍKAR ÍTRÓTTARFELAG
Tá ið KÍ vann FM og greipuna í 1999 mundi
tað neyvan vera nakar, sum ímyndaði sær,
at tað í hvussu so er skuldu ganga nítjan
ár, áðrenn FM gullið aftur endaði í Klaksvík.
Um tað ikki eydnast at vinna meistaraheitið
í heyst, so verður lítið hugaliga metið tikið,
sum er, at tað vóru nítjan ár frá tí, at KÍ var
meistari í 1972 og til FM heitið í 1991.
Tey bæði seinastu árini hevur tað verið
tætt við. Í fyrra árið kiksaði tað í triði síðsta
umfari, og í fjør vunnu klaksvíkingar eins
nógv stig og meistaraliðið Víkingur, sum
tó var fimm mál betri enn KÍ. Í 2016 var
fagnaðurin stórur, tá ið tað eydnaðist at
vinna løgmanssteypið, og tað glíður væl
niður, at klaksvíkingar vóru við í europeisku
kappingini síðsta summar og aftur í summ
ar fara at taka lut í altjóða fótbólti.
Klaksvíkingar ætla sær aftur í ár at vera
við í kappingini um FM. Hvørjar fyritreytirnar
kennast at vera er eitt sindur óvist. Tað
kemst av, at skiftingarnar hava verið so
nógvar. Átta, sum vóru á listanum í fjør, eru
tað ikki longur, og seks nýggir spælarar eru
í KÍ hópinum.
Mikkjal Thomassen er venjari á triðja ári,
og Jákup Mikkelsen er hjálparvenjari.
At tað hava verið so nógvar skiftingar
ber við sær, at tað ikki ber til at menna liðið,
sum spældi í fjør, men at tað er neyðugt at
mynda nýtt lið við øllum teimum avbjóðing
um, sum tað ber við sær.
Úrslitini í venjingardystunum hava fleiri
ferðir verið góð. Verjan hevur verið tøtt,
og úrtøkan úr deyðbóltsstøðum hevur
verið góð. Hvat tað verður fyri slag av fót
bóltsspæli, sum liði fer at vísa, ber tað ikki
til at siga nakað um enn.
Tá ið tað eru fýra nýggir útlendskir spæl
arar, sum eru ætlaðir at eiga stóran leiklut,
er tað sjálvsagt, at vánirnar fyri at vera við
í FM stríðnum, ið er minsta málið í Klaksvík,
eru tengdar at, hvussu væl útlendsku spæl
ararnir eru fyri.
Veteranurin Meinhardt P. Joensen og
Kristian Joensen kappast um plássið mill
um stólparnar, og Fríðálvur Klakk er triði
málverjin. Í fjør vardi Meinhardt málið í
níggju landskappingardystum – eitt nú sjey
teimum seinastu – og Kristian Joensen vardi
málið í átjan landskappingardystum.
Miðverjar eru Hørður Askham, Marko
Dusak úr Kroatia og Deni Pavlovic úr Serbia.
Vongverjar eru Jóannes K. Danielsen, Ólavur
Niclasen og Ísak Simonsen, sum orsaka av
skaða ikki verður við fyrstu umførini. Aðrir
verjuspælarar eru Børge Petersen, sum ikki
verður sekstan fyrr enn 24. apríl, og 16 ára
gamli Óli Eyðsteinsson Poulsen.
Sentralir miðvallarar eru Semir Hadzi
bulic, Boris Dosljak, Jákup B. Andreasen,
Hákun Edmundsson og Kristoffur Jakobsen,
sum síðstu vikurnar eisini hevur roynt seg
á vongverjanum. Ungu menninir á mið
vøllinum eru Mikkjal á Bergi, Jóhan Waag
Høgnesen, Jonn Johannesen, Andrias á
Marknagili og Steinbjørn Olsen.
Framrættaðir síðuspælarar eru Ronni
Møller-Iversen, Hjalgrím Elttør og Aksel B.
Danielsen, og avbjóðarar til fremstu plássini
eru Páll Klettskarð, Jóannes Bjartalíð og
seytjan ára gamli U-17 landsliðsspælarin
Tórur Jacobsen.
MEISTARI (17) 1942, 1945, 1952, 1953, 1954, 1956, 1957,
1958, 1961, 1966, 1967, 1968, 1969, 1970, 1972, 1991, 1999
STEYPAVINNARI (6) 1966, 1967, 1990, 1994, 1999, 2016
GREIPUVINNARI (3) 1966, 1967, 1999
Í BESTU DEILDINI (75 ÁR) 1942-1943, 1945-2009, 2011-
Í EUROPA (9) 1992, 1995, 1997, 1999, 2000, 2002, 2003,
2007, 2017
KÍ STOVNAÐ 24. august 1904 FORMAÐUR Tummas Lervig
3
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Helmingurin av teimum, sum verða roknaðir at verða stuðlar,
eru nýggir á liðnum, ið ætlar at vera við í FM stríðnum
HURÐIN HEVUR GINGIÐ
TÍTT Í KLAKSVÍK