týsdagur 6. mars 2018síða 34
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
FÓTBÓLTUR 2018
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
LYKLASPÆLARIN
Semir Hadzibulic
31 ára gamli serbiski miðvallarin hevur nógv
at siga fyri KÍ-liðið, har hann nú eisini hevur
fingið ein lyklaleikut uttanfyri vøllin við
teimum nógvu útlendingunum. Á vøllinum
fyllir hann nógv, er rótin til uppspølini og
er ikki bangin fyri at ganga á odda.
GJØGNUMBROTIÐ
Jákup B. Andreasen
Fekk longu sum 17 ára gamal sítt fyrsta
gjøgnumbrot á liðnum, men tann nú 19 ára gamli
miðvallarin, sum er úr góðum bergi brotin, fekk
í fjør enn størri leiklut og spældi metnógvar
minuttir í Effodeildini (2076). Er frammarliga í mun
til aldurin, er í rívandi menning og spælir fast.
VENJARIN
Mikkjal Thomassen
Fer nú undir fjórða kappingarárið saman við KÍ,
og langtíðarætlanin við at gera KÍ til eitt topplið
sær út til at eydnast. Hann er kontantur, hevur
greiðar tilgongdir og ætlanir, og hetta streymar
eisini væl ígjøgnum liðið, har leikarar kenna sínar
uppgávur og eru væl skúlaðir til lagda taktikkin.
MÁLIÐ
FM
Málið siga teir vera at bíta seg fast sum eitt topplið,
men flest øll onnur munnu halda, at við liðnum,
sum teir hava, má tað vera minstakrav. Liðið er
nevniliga framvegis gott, og eftir silvur í tvey ár
á rað man málið innast inni vera at loksins aftur
vinna føroyameistaraheitið. Tað er ikki órealistiskt.
Um tað verður til meiri
í ár, tað dugi eg ikki at
svara, men eg ætli mær
í hvussu so er at arbeiða
hart fyri at fáa so nógv
mál sum eg kann
PÁLL A. KLETTSKARÐ
VILJA VERÐA
VERANDI TOPPLIÐ
- Vit hava eina ætlan um at KÍ aftur skal gerast eitt topplið í
føroyskum fótbólti, og tað er tað sum vit arbeiða fram ímóti,
sigur KÍ-áleyparin, Páll A. Klettskarð, sum í fjør ikki var heilt uppi
á máltindinum, men nú aftur ætlar sær at skjóta nógv mál.
PÆTUR ALBINUS
Stigatalvan lýgur ikki, verður sagt, og
í fjør endaði KÍ á einum jøvnum fyrsta
plássi við Víkingi, sum tó fór avstað við
meistaraheitinum vegna betri málmun. Eftir
eina oyðimarkargongd uttan evropeiskan
fótbólt, so hevur KÍ seinastu tvey árini
vunnið silvur í landskappingini og hevur
ment seg til at vera eitt, at síggja til,
støðugt topplið.
Keypiorkan hjá KÍ sigst vera stór, og
verður hugt at leikaralistanum, so er tað
helst einki at siga til, at KÍ spælir við har, ið
tað er stuttligt at vera. Hetta er eisini ein av
høvuðsmálsetningunum hjá felagnum – tað,
at verða eitt støðugt topplið.
Nakað av frágongd hevur verið í ár.
Verjuskansin og liðskiparin, Jonas Flindt
Rasmussen, er óivað størsti missurin, men
nevndin í felagnum hevur ikki ligið á latu
síðuni, tí ikki færri enn fýra útlendingar eru
komnir inn ígjøgnum dyrnar. Av teimum eru
tveir verjuleikarar.
KÍ hevur áður við hepnari hond verið
í útlondum eftir leikarum, og onkur av
teimum, sum nú eru komnir til, hava verið í
sama felagi sum ein av avgjørdu profilunum
á KÍ-liðnum í løtuni, Semir Hadzibulic.
UPPSTARTURIN
Burtursæð frá at liðskiparin, Jonas Flindt
Rasmussen, og 10-málsskjúttin frá í fjør,
Albert Adu, eru farnir úr felagnum, so er
bulurin á KÍ-liðnum í stóran mun hin sami. KÍ
er somuleiðis einans eitt av trimum liðum í
deildini, sum hevur sama venjara sum í fjør,
og við Mikkjali Thomassen, sum nú hevur
staðið á odda fyri liðnum í trý ár, er KÍ í holt
við eina longri ætlan, ið sær út til at heysta
fruktirnar frá hesum samstarvinum, ið varð
sáað í 2015.
Nýggi KÍ-liðformaðurin, málrevurin Páll
A. Klettskarð, váttar eisini, at samanhaldið
er eitt, ið sermerkir og styrkir KÍ-liðið.
27 ára gamli áleyparin er væl nøgdur við
fyrireikingarnar til hetta kappingarárið.
- Fyrireikingarnar hava gingið væl. Veðrið
hevur verið so gott sum mann kann ynskja
sær í uppstartinum, so tað hevur verið
gjørligt at spælt bólt so at siga til hvørja
venjing, sigur hann.
Hann sigur víðari, at teir undan kapp
ingarárinum hava lagt serligan dent á tann
fysiska og taktiska partin, og tað letur eisini
til, at nýggju útlendingarnir eru falnir væl til
á liðnum.
- Útlendingarnir hava víst gott spæl og
góðan hugburð, og teir trívast eisini væl, so
tað er sera positivt, heldur Páll A. Klett
skarð.
Nýggju útlendingarnir í hópinum eru
Ronni Møller-Iversen (Danmark), Deni
Pavlovic (Serbia), Marko Dusak (Kroatia) og
Boris Dosljak (Montenegro).
TOPPLIÐ
Fyrraárið skeyt KÍ greitt flest mál í táver
andi Effodeildini (64) og hevði Páll A. Klett
skarð sum toppskjútta við heili 21 málum,
men í fjør gekk ikki eins væl við málskjúting
ini hjá KÍ, sum skeyt 50 mál. Páll A. Klett
skarð skeyt 11 av málunum, meðan Albert
Adu, sum nú er farin av landinum, skeyt 10.
Í mun til hvat Páll A. Klettskarð áður
hevur framleitt av málum, so vóru tey 11 í
fjør avgjørt í lægra endanum, men áleyparin
vissar um, at hann fer at gera alt fyri at
skjóta so nógv mál sum møguligt.
- Eg royni altíð at forbetra meg. Um tað
verður til meiri í ár, tað dugi eg ikki at svara,
men eg ætli mær í hvussu so er at arbeiða
hart fyri at fáa so nógv mál sum eg kann,
sigur hann.
Síðan 2013, tá ið KÍ endaði á einum
8. plássi, hevur liðið støðugt betrað um
endastøðurnar í deildini, og er liðið altso
seinastu tvey árini endað á næstfremsta
plássi.
Úr øllum ættum verður spátt, at KÍ
verður við heilt frammi í oddinum aftur í ár,
men álopsprofilurin fæst ikki til at siga, at
FM er málið.
- Tað, sum er týdningarmiklast, er, at vit
áhaldandi stríðast fyri at gerast betri. Vit
hava eina ætlan um at KÍ aftur skal gerast
eitt topplið í føroyskum fótbólti, og tað er
tað sum vit arbeiða fram ímóti, sigur Páll A.
Klettskarð.