Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 36

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 FÓTBÓLTUR 2018 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Mál 1 Trygvi Askham 21 Rói Hentze Mørk Verja 2 Andrias H. Eriksen 3 Jónas Þór Næs 4 Robert Heðin Brockie 5 Odmar Færø 12 Alex Mellemgaard 14 Fróði P. Rasmussen 16 Bjarni Petersen 19 Erlendur Magnusson Miðja 6 Eli F. Nielsen 9 Hannes Agnarsson 10 Róaldur Jakobsen 11 Lukasz Cieslewicz 15 Hugin Samuelsen 17 Johan Eiler Samuelsen 18 Benjamin Heinesen 22 Magnus H. Jacobsen 24 Ragnar Samuelsen 28 Christian R. Mouritsen Álop 7 Meinhard E. Olsen 8 Kaimar Saag Venjari Jákup á Borg Hjálparvenjari Fróði Clementsen Tilgongd Trygvi Askham, Jónas Þór Næs, Kaimar Saag, Robert Heðin Brockie Frágongd Tórður Thomsen, Gestur B. Dam, Jógvan Skeel Nolsøe, Pætur Petersen, Patrik Johannesen, Jákup Højgaard, Gilli Samuelsen STARTURIN SKAL SKIFTAST ÚT BÓLTFELAGIÐ B36 Millum lyklaspælararnar frá síðsta kappingarári hevur útskiftingin verið lítil í árstalsvelagnum, sum miðar høgt JÓANNES HANSEN Fyrstu umførini í fjør vóru lítið at reypa av hjá B36. Eftir fimm umfør segði støðu­talv­ an, at B36 fýra ferðir hevði verið partur av javnleiki, og at liðið hevði tapt ein dyst – 3-2 í Trongisvági eftir at B36 hevði verið framm­anfyri 2-0. Tá ið punktum varð sett og 27. umfar avgreitt leygardagin 21. oktober, vísti støðu­talvan, at B36 hevði vunnið bronsu og harvið atgongumerki til europeisku kapp­ingina í summar, og at tað vóru fýra stig og seks mál fram til fremsta plássið og gullkrónurnar. Tað var skjótt hjá teimum í syðru leguni í Gundadali at finna tað tíð­ ar­skeiðið, tá ið teirra lið misti tað, sum at enda vísti seg at vera munurin millum bronsu og gull. Síðani túsund ára skiftið hevur B36 av álvara verið við til at seta dám á stríðið um meist­araheitið. Felagið hevur hesi átjan árini vunnið fimm av tilsaman ellivu FM heitum – í 2001, 2005, 2011, 2014 og 2015. Jákup á Borg heldur fram sum venjari í barndómsfelagnum. Hann vil hava sínar spælarar at vísa hugburðin, sum eyðkendi hansara avrik 22 ár og í 392 dystum í bestu deildini. Í vetur hevur verið arbeitt nógv og miðvíst, og tað verður nógv lagt fyri, at FM heitið ikki beinanvegin skal so at siga lorkast burtur. Liðið er samansett av fínum fótbólts­ spæl­arum í ymsum aldri, og spælfatan, bóltførleiki og skjótleiki eru eyðsýnd. Trygvi Askham er aftur í árstalsfelagn­ um, og nú er hann fyrsta val millum stólp­ arnar. Avbjóðarin er Rói Hentze Mørk. Høvuðsálitið í miðverjuni er liðformað­ ur­in Odmar Færø. Avbjóðarar til pláss und­ir liðini á honum eru Andrias H. Eriksen, Robert Heðin Brockie, ið er við aftur eftir steðg frá fótbólti í fremstu røð í tvey ár, Bjarni Petersen og 18 ára gamli Fróði P. Rasmussen, sum er nýggjur í hópinum, og sum í fjør var liðformaður á U-17 lands­liðn­ um. Á vongverjunum er Alex Mellemgaard komin fyri seg aftur, eftir at hann tvey tey seinastu árini hevur verið nógv skaða­darv­ aður. So eru tað veteranurin Jónas þór Næs og evnaríki Erlendur Magnussen. Sentralir miðvallarar eru Eli Falkvard Nielsen, Róaldur Jakobsen og Lukasz Cieslewicz, sum í fjør var nógv darvaður av skaðum, og tískil bara var á vøllinum alla tíðina í ellivu landskappingardystum. Ungu menninir, ið bjóða av, eru Hugin Samuelsen, Johan Eiler Samuelsen, Ragnar Samuelsen og Magnus Holm Jacobsen, sum allir eru yngri enn tjúgu ár. Framrættað í borðunum eru Benjamin Heinesen og Christian R. Mouritsen upplagd boð. Meinhard E. Olsen er bóltsnillingur, sum ofta eigur næstsíðsta fótin á, og sum eftir summarsteðgin í fjør skoraði fýra mál í trettan dystum. Stóri spurningurin er, hvussu tað fer at hilnast hjá estlendska Kaimar Saag, sum er ætlaður fremsta leiklutin. Ikki minst vera tað avrikini hjá honum, sum fara at gera av, um árstals­ felagið fer at vinna FM. Arvurin er stórur at lyfta. Í fjør var Patrik Johannesen, sum nú er í Noregi, fremsti maður og toppskjútti við sekstan málum. Tað var meiri enn tvífalt so nógv, sum næsti maður megnaði at skora. Tað var Róaldur Jakobsen, sum skoraði sjey mál, og so skoraðu Benjamin Heinesen og Lukasz Cieslewicz seks mál í part. MEISTARI (11) 1946, 1948, 1950, 1959, 1962, 1997, 2001, 2005, 2011, 2014, 2015 STEYPAVINNARI (5) 1965, 1991, 2001, 2003, 2006 GREIPUVINNARI (1) 2001 Í BESTU DEILDINI (74 ÁR) 1942-1943, 1945-1984, 1986, 1988- Í EUROPA (16) 1992, 1997, 1998, 1999, 2000, 2002, 2004, 2005, 2006, 2008, 2009, 2012, 2014, 2015, 2016, 2017 B36 STOVNAÐ 28. mars 1936 FORMAÐUR Rúni Herup Olsen 2 V I T T I P P A HÓPURIN