týsdagur 6. mars 2018síða 38
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
FÓTBÓLTUR 2018
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
ODMAR FÆRØ:
HELT VIÐ B36
Í ABERDEEN
Hann er í dag ein av ímyndunum í B36, men tað var ikki altíð
upplagt, at Odmar Færø skuldi blíva ein lyklaspælari fyri B36,
tá hann rann runt í Aberdeen. – Men so møtti eg Róaldi, hann
hevur altíð verið ein gjøgnumsúrgaður B36’ari, sigur miðverjin
TRÓNDUR ARGE
Minnini eru fá av Toftum. Í 1993 er kreppa í
Føroyum og fleiri familjur flyta av landinum
fyri at bjarga sær. Árið fyri hevur pápi
Odmar Færø – Oddmar Færø – júst vunnið
FM við B68 í 1992.
-Eg minnist okkurt smávegis, har eg
súkkli við vøllin, men annars minnist eg ikki
nógv, fortelur Odmar Færø.
Hann situr í B36-húsinum og hyggur
út á ovaravøll. Nakrir smádreingir venja,
meðan inni verður gjørt klárt til bingo. Hann
er eyðkendur við sínum reyða skeggi, sum
hann javnan hálar í, meðan hann tosar.
-Vit fluttu fyrst til suðuronglands til
Brighton. Tað virkaði so langt vekk, men
nakað seinni fekk babba arbeiði í Aberdeen.
Tað virkaði eisini nógv tættari og tað var
gott flogsamband til Føroyar, fortelur
Odmar Færø.
Hann og systkini ganga alla sína
skúlagongd í Aberdeen, har Odmar spælir
við fleiri av lokalu feløgunum.
-Eg spældi ongantíð við Aberdeen,
men spældi bara við smærri feløgum í
nærumhvørvinum, sigur miðverjin hjá B36.
Í árunum frá 1995 til 2007 er Odmar
Færø javnan heima í summarferiu. Hann
hittir góða vinmannin Róald Jakobsen. Tað
skal vísa seg, at honum hava B36’arar nógv
at takka.
-Eg spældi eina ferð við HB. Tað má hava
verið í piltum ella okkurt líknandi, men tað
segði mær einki. Men so møtti eg Róladi,
sum er ein gjøgnumsúrgaður B36’ari.
Har bleiv eg B36’ari, og tá eg flutti heim
var ongin ivi um at eg skuldi til B36, sigur
liðskiparin.
Hann var tó ikki nakrar fongur at byrja
við.
-Kurt Mørkøre var venjari tá og hann tók
sær væl av mær. Eg var nokk ikki nakar
góður spælari, men hann gav mær álit og
spælitíð, minnist Odmar Færø afturá.
VERJUPARTURIN ER EIN AVBJÓÐING
Eftir tvey meistaraheiti í 2014 og 2015,
so hevur gingið strilti hjá B36. Eitt fjórða
pláss og eitt triðja pláss er tað blivið til í
landskappingini.
-Tú kanst gott siga, at tað hava verið
tvey torfør ár síðani meistaraheitini. Eg
minnist serliga í 2015, tá vit ein stóran
part av kappingarárinum spæla uttan ein
áleypara, men spæla flótandi fótbólt, sigur
landsliðsspælarin.
B36 er saman við NSÍ tey bæði liðini,
ið fáa størst viðurkenning fyri at spæla
álopsfótbólt. Tað er tó ikki uttan sín prís.
- Verjupartin hevur ikki riggað eins
væl og hinir árini. Vit lata ov nógv mál
inn i fjør. Tá vit spæla álopsfótbólt, so er
týdningarmikið at vit í verjuni taka ábyrgd.
Venjarin er ein gamal áleypari, so hann vil
heldur vinna 4-3, meðan eg kanska heldur
vil vinna 1-0, sigur Odmar Færø.
Hann leggur dent á, at tað verður
týdningarmikið at fáa javnvág millum
álopsspælið og verjupartin.
- Vit hava eina góða verju. Jóans Tór
Næs er aftur, meðan Alex Mellemgaard
er við aftur. Andrias Eriksen er royndur
eftirhondini, meðan Bjarni Petersen er
back-up. Í álopsspælinum er Christian R.
Mouritsen við aftur. Hannes Agnarsson
venur aftur og Meinhard Olsen spælir væl.
Eli F. Nielsen hevði eitt gott ár í fjør, meðan
vit vóna at Lukasz Cieslewicz kemur aftur
til meistaraformin. Fá vit 80 prosent av
hasum at rigga, so er tað nokk til at vinna
nógvar dystir. Fáa vit alt at rigga, so haldi eg
vit kunnu vinna alt, sigur Odmar Færø, sum
tó ásannar, at tað er ein meinbogi at Patrik
Johannesen er farin av landinum.
- Kaimar Saag hevur víst seg at vera
góður, men vit hava eisini mist ein góðan
spælara í Patrik Johannesen, men tað
er gott fyri hann. Hyggja vit eftir stóru
myndini, so skal hann menna seg sum
spælarara. So má Kaimar traðka til. Hann er
follin væl til higartil, sigur miðverjin.
UMHUGSAR FRAMTÍÐINA
Tað var útlendskur áhugi fyri Odmari Færø,
eftir at hann fekk sítt annað gjøgnumbrot á
landsliðnum í fjør. Hann umhugsar í løtuni
støðuna, men tað verður ikki beint nú.
- Aftaná landsdystirnar móti Andorra,
Portugal og Ungarn, fekk eg fleiri
fyrispurningar. Tað kennist væl, men eg
kann ikki fara nú. Eg geri mastersuppgávu
og skal giftast í summar. So tá lá ikki fyri,
uttan so at talan var um ørar upphæddir,
fortelur liðskiparin hjá B36.
Honum dámar væl at spæla á
landsliðnum og tað ynskir hann eisini í
framtíðini.
-Um áhugin stendur við í framtíðini, so
kundi verið áhugavert at spælt í Íslandi ella
okkurt líknandi. So hevði møguleikin fyri at
hildið landsliðsplássið verið størri, men tað
krevur fyrst og fremst at eg spæli væl her í
B36, sigur Odmar Færø.
LYKLASPÆLARIN:
Róaldur Jakobsen
Hann skal binda liðið saman millum verju og
álop. Miðvallarin prógvaði í fjør, at hann er í
løtuni týdningarmesti spælarin í B36, tá tað
kemur til framrættaða partin, men kann hann
eisini fáa javnvág á liðið, so er nógv vunnið.
GJØGNUMBROTIÐ
Hannes Agnarsson
B36 hevur fleiri ungar spælarar, sum kunnu
fáa sítt gjøgnumbrot, men tann spælarin
sum lættast kann gera stóran mun er
Hannes Agnarsson. Hann skjótur sum
fáur og longu prógvað í løtum, at hann er í
einum flokki fyri seg, tá hann er klárur.
VENJARIN
Jákup á Borg
Hevur nú eitt ár á baki sum venjari. Hann er
djarvur venjari, sum vil spæla framrættaðan
fótbólt. Hann fekk tvey bann í fjør frá
bonkinum, so klárar hann at finna javnvágina
á og uttanfyri vøllin, so stendur B36
frammanfyri einum spennandi kappingarári.
MÁLIÐ
Evropa +
Tað er ikki altíð nokk hjá B36 at vinna – tað skal
vinnast við stíli. Kemur B36 í Evropa við stíli og
góðum fótbóltsspæli, eru viðhaldsfólkini helst
væl nøgd. Skal talan verða um eitt avbera gott
kappingarár, so eitt glitrandi heiðursmerki í hús.
-Eg spældi eina ferð við HB. Tað
má hava verið í piltum ella okkurt
líknandi, men tað segði mær einki