týsdagur 6. mars 2018síða 40
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
FÓTBÓLTUR 2018
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
TAÐ FLÝTUR YVIR
Í RUNAVÍK
NES SÓKNAR ÍTRÓTTARFELAG
Kappingin er so stór um plássini, at
spælarar, ið inntil fyri stuttum hava verið
kring landsliðið, sita á beinkinum
Í øllum feløgum er dreymurin at vinna gull
við spælarum, sum eru uppvaksnir í felagn
um. Soleiðis er tað eisini í Runavík, og í løtuni
kennist tað sum um, at teir í NSÍ hava góð
kort á hondini.
Eingin útlendskur spælari er í besta hóp
inum – burtursæð frá Andras Gango sum
hevur búð í Føroyum síðani 2006. Tølini
siga, at 21 av teimum 25, sum eru í besta
hópinum, eru uppaldir við Løkin, og tað legst
støðugt aftrat.
Undan hesum kappingarárinum eru fleiri
lagstir aftrat, sum hava verið aðra staðni,
men sum nú eru aftur í gulu troyggjuni. Her
verður eitt nú hugsað um málverjan Tórð
Thomsen, sum kappast við Símun Rógva
Hansen, Andras Gango og Eli Joensen um
plássið millum stólparnar.
Ein annar gamal kenningur, sum nú er
aftur við Løkin, er miðverjin Jóhan Troest
Davidsen. Tað hevur verið roknað at vera
strika í rokningini, at eingin upplagdur stýri
maður hevur verið í miðverjuni. Nú eigur
Jóhan Troest Davidsen ta uppgávuna. Aðrir
miðverjar eru veteranarnir Jens Joensen og
Per Langgaard.
Í hvussu so er tríggir miðvallarar – Karl
Løkin, Pól Jóhannus Justinussen og Fróði
Benjaminsen - eiga nógvar royndir sum
miðverjar.
Vongverjar eru Bárður J. Hansen, Einar
Tróndargjógv og Pætur Hentze, sum ikki
áður hevur verið á besta liðnum, men sum
nú av álvara bankar á dyrnar.
Á miðvøllinum er kappingin so stór, at
tað ikki slepst undan, at spælarar, sum
høvdu verið sjálvskrivaðir millum teir fyrstu
ellivu á flestu liðunum, fara at sita á beink
inum.
Royndu menninir eru Karl Løkin, Pól
Jóhannus Justinussen og Jann Martin Mort
ensen. Í fjør vann Betuel Hansen fast pláss
og aðrir ungir spælarar, ið nógv var at síggja
til, eru Petur Knudsen og Jann Benjaminsen.
Uppaftur aðrir, sum hava víst góð evni, eru
Mórits Heini Mortensen, Andri Benjaminsen,
Jannick M. Olsen og Aron Knudsen.
Framrættað hava Árni Frederiksberg og
Klæmint A. Olsen verið sjálvskrivaðir. Nú fáa
teir kapping frá Øssuri Dalbúð, ið er aftur
í barndómsfelagnum. Annar møguleiki er
Hans Marius Davidsen.
Sámal Erik Hentze er nýggjur venjari.
Hann hevur áður vunnið FM við trimum
feløgum. Fróði Benjaminsen hevur verið
stuðulsspælari hjá Bagga seinastu árini. Nú
eru teir báðir við Løkin.
Eingin ivi er um, at NSÍ telist millum
favorittarnar. Í fjør endaðu teir gulu á fjórða
plássi – fyri sættu ferð síðani fyrsta og
higartil einasta FM heitið í 2007. NSÍ endaði
á fjórða plássi í 2008, 2009, 2011, 2013,
2014 og aftur í 2017.
Silvur í 2015 og bronsa í 2010 og 2016
vórðu vunnin av fleiri teirra, sum nú mynda
liðið.
Seks spælarar, sum nú aftur eru savn
aðir við Løkin, áttu lut í FM heitinum í 2007:
Jóhan Troest Davidsen og Einar
Tróndargjógv vóru nítjan ára gamlir og áttu
stóran leiklut á FM liðnum. Øssur Dalbúð
og Jann Martin Mortensen vóru átjan ára
gamlir tá, og báðir áttu sín lut saman við
seytjan ára gamla Klæmint A. Olsen, sum
var á vøllinum nakrar ferðir. Tórður Thom
sen varð tvær ferðir skiftur inn í málið á FM
liðnum.
Nú eru tað royndir spælarar, sum saman
við ungum og svongum monnum, ið fara at
stríðast fyri at vinna FM.
MEISTARI (1) 2007
STEYPAVINNARI (3) 1986, 2002, 2017
GREIPUVINNARI (0) Ongantíð
Í BESTU DEILDINI (33 ÁR) 1976, 1979, 1984-1988, 1991-1992,
1994-1995, 1997-
Í EUROPA (12) 2003, 2004, 2005, 2007, 2008, 2009, 2010,
2011, 2012, 2015, 2016, 2017
NSÍ STOVNAÐ 24. mars 1957 FORMAÐUR Dánial Hansen
1
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Mál
1
Símin Rógvi Hansen
25 Eli Joensen
31 Andras Gango
55
Tórður Thomsen
Verja
2
Per Langgaard
4
Jens Joensen
5
Jóhan Troest Davidsen
12 Einar Tróndargjógv
15 Pætur Hentze
22 Bárður J. Hansen
Miðja
6
Karl Løkin
7
Fróði Benjaminsen
11 Árni Frederiksberg
13 Pól Jóhannus Justinussen
14 Jann Martin Mortensen
16 Petur Knudsen
17 Jann Julin Benjaminsen
20 Mórits Heini Mortensen
21 Andri Julin Benjaminsen
23 Jannick Mathias Olsen
24 Betuel Hansen
27 Aron Knudsen
Álop
9
Øssur Dalbúð
10 Klæmint A. Olsen
19 Hans Marius Davidsen
Venjari Sámal Erik Hentze
Hjálparvenjari Rúni Klein Joensen
Tilgongd
Jóhan Troest Davidsen, Øssur M. Dalbúð,
Andras Gango, Fróði Benjaminsen, Tórður
Thomsen
Frágongd
Haraldur R. Højgaard, Jan Ó. Ellingsgaard,
Jonleif Højgaard