Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 42

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 FÓTBÓLTUR 2018 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM LYKLASPÆLARIN Johan Troest Davidsen Í fleiri ár hevur verið tosað um, at NSÍ hevur manglað stýrimannin í verjuni, og hevur tað verið høvuðsorsøkin til, at NSÍ hevur klárað allan vegin í FM-stríðnum tey seinnu árini. Nú tykist tann maðurin vera komin, og tí verður Johan Troest Davidsen lyklaleikarin á NSÍ liðnum hetta kappingarárið. GJØGNUMBROTIÐ Jann Benjaminsen U21 landsliðsleikarin fekk í fjør alsamt meira spælitíð, og tykist hava góðan møguleika at vinna sær fast pláss í ár framum aðrar profilar. Jann Benjaminsen er tekniskt væl fyri, og hevur góðan eginleika at eiga bæði seinasta og næstseinasta fótin á málum, og hevur sostatt gott sluttprodukt. VENJARIN Sámal Erik Hentze Ársins venjari seinastu tvey árini er nú í Runavík, har endamálið er tað sama, sum tað altíð hevur verið hjá honum - at vinna FM. Í Sámal Erik fær NSÍ ein venjara, ið taktiskt er væl fyri, og sum veit hvat krevst fyri at fara allan vegin í deildini. Sámal Erik hevur vunnið FM við HB, B36 og Víkingi. MÁLIÐ FM Í Runavík tykist eingin ivi vera um, hvat málið í ár er. Felagið hevur fingið stórar profilar inn í leikarahópin við Johan Troest Davidsen, Øssur Dalbúð og Fróða Benjaminsen, og felagið hevur fingið fatur á venjaranum sum seinastu tvey árini hevur vunnið FM-heitið. Tí er FM málið hjá NSÍ í ár. Fyrst og fremst snýr tað seg um hjá okkum at fáa eina góða byrjan uppá kappingarárið, so tað er har, ið fokus hjá okkum liggur í løtuni JOHAN TROEST DAVIDSEN RÆTTA TÍÐSPUNKTIÐ AT ROYNA EINA NÝGGJA AVBJÓÐING Johan Troest Davidsen er eftir sjey ár í útlegd, nú aftur at finna í barn­dómsfelagnum NSÍ, sum í ár er millum avgjørdu favorittarnar til FM-heitið. ANDRÉ OLSEN Í nógv ár hevur verið tosað um, at orsøkin til, at NSÍ ongantíð er farið allan vegin í FM-stríðnum seinnu árini, hevur verið, at felagið hevur mangla eitt sindur defensivt á vøllinum. Stýrimaðurin í verjuni hevur mangla. Og nærum hvørjaferð, tá saknaði stýri­mað­ urin hevur verið uppá tal, hevur tað serliga verið ein profilur, ið hevur verið nevndur sum dreymaspælarin. Tað er Johan Troest Davidsen, sum er uppvaksin í NSÍ, men sum seinnu nógvu árini hevur spælt við HB. ER FLUTTUR INN Í EYSTUROYNNA Í vetur hevur eydnast NSÍ tó eydnast at fáa fatur á dreymaspælaranum. Tí Johan Troest Davidsen, skifti í november frá HB til barndómsfelagið NSÍ. Johan Troest David­ sen heldur, at hetta er rætta tíðs­punktið at royna eina aðra avbjóðing. –Tað er torført at siga beinleiðis orsøkina til, at eg skifti frá HB til NSÍ. Eg havi havt nógv góð ár í HB, og havi bert gott at bera felagnum, sum eg haldi hevur ein sterk­an hóp í ár. Í vetur eru vit tó flutt úr Havn og inn í Eysturoynna, og tí lá NSÍ eitt sindur betur til mín enn HB, og er tað høvuðsorsøkin til, at eg havi valt at skifta til NSÍ. Eisini hugsi eg, at hetta kanska er rætta tíðspunktið at royna eina nýggja avbjóðing, sigur Johan Troest Davidsen. UMSTØÐURNAR BROYTTAR TIL TAÐ BETRA Johan Troest Davidsen sum seinast spældi við NSÍ í 2010, tá felagið var nær við í FM- stríðnum, sigur, at móttøkan av fólkunum í NSÍ hevur verið góð, síðani hann nú aftur er byrjaður í felagnum. Rundanum felagið eru umstøðurnar broyttar síðani hann fór úr felagnum í 2010, men tað er alt til tað betra. – Umstøðurnar hjá leikarunum í NSÍ eru nógv broyttar til tað betra síðani eg seinast var her. Hølini eru nýggj, og vøllurin er skiftur, so tað er einki at klaga um í so máta. Annars eru nógv av fólkunum tey somu, sum áðrenn eg fór avstað, og eg kenni eisini væl nógvar av leikarunum. Eg havi verið sera væl móttikin í hópinum, og samanhaldið millum leikararnir í hópinum er eisini gott, so eg trívist ógvuliga væl, sigur Johan Troest Davidsen. HUGSAR IKKI ENDAPLASERING Í NÚVERANDI STØÐU Flestu fótbóltsviðmerkjarar og serfrøð­ ing­ar hava í ár NSÍ sum ein av avgjørdu FM-favorittunum. Felagið hevur fingið fatur á FM-venjaranum seinastu tvey árini, Sámal Erik Hentze, umframt at navnframir profilar sum Johan Troest Davidsen, Øssur Dalbúð og Fróði Benjaminsen eru komnir afturat hópinum. Tó hevur Johan Troest Davidsen ikki so góðan hug at tosa um FM- heitið longu nú, tí kappingin er hørð, og tað skal ógvuliga hart og miðvíst arbeiði til. – Um eg skal vera heilt erligur, so hugsi eg ikki serliga nógv um endaplasering í núverandi støðu. Fyrst og fremst snýr tað seg um hjá okkum at fáa eina góða byrjan uppá kappingarárið, so tað er har, ið fokus hjá okkum liggur í løtuni. Sum heild vóna vit sjálvandi, at vera partur av kappingini um fremstu plássini, tá ið teir avgerandi dystirnir skulu spælast í heyst. Men fyri at koma hartil, vita, vit, at tað skal hart og miðvíst arbeiði til, tí nógv lið tykjast sterk og væl brynjaði til kappingarárið, so kappingin verður hørð, sigur Johan Troest Davidsen