Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 44

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 FÓTBÓLTUR 2018 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM HB ÆTLAR SÆR AFTUR AT FERÐAST HAVNAR BÓLTFELAG Við nýggjum íslendskum venjara er málið at vinna pláss í europeisku kappingini, sum annað árið á rað ikki er á skrá í sigursvanda felagnum Í HB leguni verður vónað, at besta liðið í heyst hevur kvalifiserað seg at spæla í europe­isku kappingini á sumri í 2019. Stóra málið er meistarakappingin, og minsta málið er Europa League. HB endaði á fimta plássi í 2016, og tað rakk ikki til europeiska luttøku síðsta summar. Endastøðan var tann sama í fjør, og harvið fer HB heldur ikki í summar av landinum í Europa Cup ørindum. Hetta hóvar ikki teimum í norðaru leguni í Gundadali. HB hevur vunnið mest av øllum í føroyskum fótbólti, og harvið hoyrir tað mest sum til ílegurnar, at felagið vinnur gull og í minsta lagi bíligaru heiðursmerkini og ferðast uttanlands. Nýggjur venjari er 48 ára gamli Heimir Guðjónsson úr Íslandi. Hann spældi í síni tíð í tólv ár í KR, eitt ár í KA, tvey ár í ÍA og so í seks ár í FH, inntil hann gavst at spæla. Tvær ferðir var hann steypavinnari við KR, og tvær ferðir var hann meistari við FH. Frá 2009 og fram til á heysti í fjør var hann venjari í FH, sum var meistari í 2009, 2012, 2015 og 2016 og steypavinnari í 2010. Rasmus Nolsøe er hjálparvenjari. Eingin ivi er um, at nýggi venjarin leggur stóran dent á, at hansara spælarar eru krops­liga væl fyri, og at teir leggja nógv fyri í nærdystunum og renna nógv. Samstundis vil hann hava, at gomlu HB dygdirnar skulu síggjast. Bóltførleikin verður settur høgt. Tað sást eitt nú í, at spælararnir hvørja viku møta til tekniskar venjingar heilt tíðliga tveir morgnar. Spælskipanin er 4-3-3, og tað skal nógv snúgva seg um at hava bóltin. Teitur Matras Gestsson er sjálvskrivaður millum stólparnar. Aðrir málverjar eru 18 ára gamli Mattias Lamhauge og 16 ára gamli Bjarti Vitalis Mørk. Tað er møguleiki fyri, at fremmandur styrkur verður í miðverjuni. Treytin er, at spælari verður funnin, sum verður sjálv­ skrivað fyrsta val. Fyribils eru tað teir, ið eru uppvaksnir í felagnum, sum kappast um ódn­irnar í verjuni – Bartal Wardum, Hjalti K. Djur­huus, Jógvan Rói Davidsen, Daniel Johan­sen og Bjarni Brimnes. Á miðvøllinum er Brynjar Hlöðversson úr Íslandi nýggjur. Royndu spælararnir eru Rókur av Fløtum Jespersen, Tróndur Jensen og Magnus Egilsson. Aðrir eru Dan í Soylu, Heri Hjalti Mohr, Aron Clementsen og Tórmóður P. Djurhuus. Tølini siga, at tað í fjør serliga var í álops­ partinum, at tað haltaði. HB skoraði væl færri mál, enn hini liðini í ovaru hálvu. Millum framrættaðu spælararnir eru veteranurin Símun Samuelsen og sera evnaríki Adrian Justinussen. Aleksandar Stankov, sum í fjør var HB toppskjútti, er sjálv­skrivaður fremsti maður, og so eru tað Sebastian Pingel og U-21 landsliðsspælarin John Frederiksen. Aðrir, sum kappast um framrættaðu plássini, eru Jógvan Skeel Nolsøe, Hans Jákup Annfinsson, Ári Mohr Olsen og Niklas T. Kruse. Seinastu árini hevur HB vunnið FM í nógv teimum flestu ungdómsdeildunum. Tí er tað ikki óhugsandi, at onkrir av teimum, sum fyri stuttum hava nátt kravda aldrinum fyri at luttaka í vaksnamannafótbólti, fara at bjóða av í kappingini um plássini á besta liðnum. MEISTARI (22) 1955, 1960, 1963, 1964, 1965, 1971, 1973, 1974, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1990, 1998, 2002, 2003, 2004, 2006, 2009, 2010, 2013 STEYPAVINNARI (26) 1955, 1957, 1959, 1962, 1963, 1964, 1968, 1969, 1971, 1972, 1973, 1975, 1976, 1978, 1979, 1980, 1981, 1982, 1984, 1987, 1988, 1989, 1992, 1995, 1998, 2004 GREIPUVINNARI (12) 1955, 1963, 1964, 1971, 1973, 1975, 1978, 1981, 1982, 1988, 1998, 2004 Í BESTU DEILDINI (76 ÁR) 1942-1943, 1945- Í EUROPA (22) 1993, 1994, 1995, 1996, 1997, 1998, 1999, 2000, 2001, 2003, 2004, 2005, 2006, 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2013, 2014, 2015, 2016 HB STOVNAÐ 4. oktober 1904 FORMAÐUR Kaj Leo Holm Johannesen 5 V I T T I P P A HÓPURIN Mál 1 Teitur Matras Gestsson 16 Mattias Lamhauge 25 Bjarti Vitalis Mørk Verja 3 Jógvan Rói Davidsen 6 Daniel Johansen 17 Bartal Wardum 20 Hjalti K. Djurhuus 26 Bjarni Brimnes Miðja 2 Magnus Egilsson 5 Brynjar Hlöðversson 7 Adrian Justinussen 8 Dan í Soylu 9 Tróndur Jensen 15 Heri Hjalti Mohr 18 Símun Samuelsen 19 Rókur av Fløtum Jespersen 21 Aron Clementsen 27 Tórmóður P. Djurhuus Álop 4 Sebastian Pingel 10 Aleksandar Stankov 11 John Frederiksen 12 Jógvan Skeel Nolsøe 14 Hans Jákup Annfinsson 23 Ári Mohr Olsen 27 Niklas T. Kruse Venjari Heimir Guðjónsson Hjálparvenjari Rasmus Nolsøe Tilgongd Hjalti K. Djurhuus, Brynjar Hlöðversson, Dan í Soylu, John Frederiksen, Niklas T. Kruse Frágongd Jóhan Troest Davidsen, Rókur av Fløtum Jespersen, Øssur M. Dalbúð