týsdagur 6. mars 2018síða 46
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
FÓTBÓLTUR 2018
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
ALEKSANDAR STANKOV:
SPÆLDI Á GØTUNI
TIL EG VAR 11 ÁR
Tað var ikki fyrr enn nábúgvin tók hann og tvíburan við
til venjing, at Aleksandar Stankov fór at spæla skipaðan
fótbólt. Hann droymir um at spæla yrkisfótbólt og ætlaði
sær ongantíð til Føroya, fyrr enn HB vísti áhuga
TRÓNDUR ARGE
Aleksandar og tvíburin, Antonio Stankov,
eru føddir í Makedonia í 1991. Fótbólturin
verður spældur á gøtuni, har tvíburarnir
hava nokk í sær sjálvum. Sum níggju ára
gamlir flyta teir Hollands, tí pápin hevur
arbeiði har.
Eg hugsaði ongantíð um at blíva fót
bóltsspælari, men nábúgvin, ið var javn
gamal, helt fyri at vit skuldu koma við til
fótbólt. Babba gav okkum 10 evrur fyri
hvørt málið vit skoraðu. Tað bleiv skjótt
nógv, sigur Aleksandar Stankov og flennur.
Hann er smart ílætin og tekur sær av
sær sjálvum. Hann er eyðkendur við sínum
nærmast skínandi gráa hári, ið hevur givið
honum eyknevni “silvurrevurin”. Hann
fortelur fegin um sína tíð sum ungur, og
hvussu hann hevur møtt mótgangi í Viborg,
áðrenn hann kom til HB – eitt felag hann ikki
ætlaði sær til.
YRKISSPÆLARI Í HOLLANDI
Sum 16 ára gamal byrjar Aleksandar Stan
kov at spæla á hægri stigi. Hann spælir
millum annað U21 landsdyst móti Føroyum
í 2012.
- Eg hevði aldrin hoyrt um Føroyar
áðrenn. Eg minnist at vit spældu 1-1 og
tað var kalt, men flott, sigur Aleksandar
Stankov.
Tað endar við sáttmála við Roda JC. Í
2012, eftir ein drúgvan skaða, gongur leiðin
til Danmarkar. Fyrst til Hobro og síðani til
Viborg, har eitt skifti í leiðsluni kostar dýrt.
-Eg spældi allar dystirnar áðrenn nýggj
ur ítróttarstjóri og venjari komu til felagið,
men tá slapp eg ikki upp í part, fortelur
Aleksandar Stankov.
Hann verður í fleiri førum útleigaður
til AC Horsens, árðenn hann tíðliga í fjør
verður avsettur í Viborg.
-Eg fekk ein fyrispurning um at koma
til Føroya, men tað ætlaði eg mær ikki, tí
føroyskur fótbóltur er ikki yrkisfótbóltur.
Tað er mítt mál at spæla fótbólt burturav,
sigur makedonin á enskum.
HB YVIRTALAR STANKOV
Støðan hjá Aleksandar Stankov er ikki góð
í Viborg, og tí hevur hann alíkavæl hug at
spæla nakrar mánaðir við HB.
-Eg hevði onkur tilboð úr eitt nú Íslandi,
men HB gjørdi skjótt av og fólkini vístu, at
tey veruliga vildu hava meg. Tað gjørdi tað
eisini lættari, tí eg havi spælt móti Martin
Bergvold og veit um Daniel “Elly” Pedersen,
sum tá koma til HB, sigur Aleksandar Stan
kov.
-Eg roknaði ikki við, at tað vóru so nógv
fólk til dystir í Føroyum, men eg sakni
eisini at spæla frammanfyri fleiri túsund
áskoðarum, sum tá landsliðið hjá tykkum
spælir. Onkuntíð er torført at seta seg
upp til ein dyst, tá tað bara eru nakrar fáir
áskoðarar, sigur Aleksandar Stankov, ið
nevnir ólavsøkudystin móti KÍ sum eitt gott
dømi um, hvussu nógv fólk kann møta upp.
- Tá sat eg uttanfyri, tí pappírini vóru ikki
upp á pláss. Tað var ringt, tí tað var móti KÍ
á ólavsøku, sigur 27 ára gamli makedonin.
FYRST OG FREMST TIL Í SUMMAR
Hann velur orðini við umhugsni, men
stendur við, at hann hevur eitt mál um at
spæla yrkisfótbólt. Tað ætlaði hann eisini í
vetur, men tilgongdin av Heimir Guðjónsson
sum venjara, hevur gjørt mun.
-Eg havi eitt mál um at spæla yrkisfót
bólt. Tað eru dystir, har eg hugsi at hetta er
ikki tað. Har motivatiónin ikki er tann besta,
men við nýggja venjaranum merkir tú, at
felagið flytur seg rættan veg. Tað eru eisini
dystir, har kvaliteturin er góður, sum móti
KÍ, Víkingi, B36 og NSÍ, sigur Aleksandar
Stankov.
Hann heldur fyri, at hann fyribils hugsar
fram til í summar, men vil gjarna hjálpa
liðnum at røkka topp fýra.
-Eftir venjingardystunum at døma, so
haldi eg at vit hava ein kjans at bjóða av.
Heimir Guðjónsson kann geva liðnum nakað
av strukturi og vit kunnu blíva betri, sigur
Aleksandar Stankov.
Hann heldur eisini fyri, at stríðsandin í
føroyskum fótbólti er góður, umframt at
tað má verða sermerkt at spæla á lands
liðnum, tá so nógvir áskoðarar møta upp –
og tú kennir ein stóran part av teimum.
-Føroyar er eitt fantastiskt stað og her
eru nógv støð at vitja, men tá tú ikki ert
herfrá ella hevur familju her, so verður
ringt at velja Føroyar í longdini, tá málið
er yrkisfótbóltur. Tað sigi eg við allari
virðing fyri føroyskum fótbólti, tí her eru
eisini spælarar, sum lættliga kundu spælt
uttanlands, sigur Aleksandar Stankov at
enda.
Alexander Stankov verður mettur sum
ein av bestu spælarunum í landinum,
men higartil hava skaðar og vantandi
pappírarbeiði verið ein avbjóðing.
LYKLASPÆLARIN
Aleksandar Stankov
Aleksandar Stankov skoraði 0,63 mál per dyst í
fjør. Tað er áleið tað sama, sum toppskjúttarnir
í landinum klára. Trupulleikin hjá honum var
bara talið av dystum. Hann hevði ein skaða at
dragast við, men serliga pappírarbeiðið kom i
vegin. Spælir hann allar dystirnar í ár, so er hann
ein spælari, sum kann blíva ársins spælari.
GJØGNUMBROTIÐ
Adrian Justinussen
Spældi nógv í fjør, men tú situr við kensluni at
tað er ein spurningur um tíð, áðrenn framrættaði
miðvallarin slær til. Hann er í løtuni góður til
nøkur ting, men so hvørt sum hann mennist, so er
líkt til at hann kann blíva ein lyklaspælari hjá HB.
VENJARIN
Heimir Guðjónsson
Eftir 10 ár sum venjari hjá FH, sum ongantíð
endaði uttanfyri topp 3 í tí tíðini, er hann
at rokna sum ein fongur fyri HB. Hann er
væl skipaður og krevur nógv av sínum
spælarum. HB hevur leingi haft brúk fyri
einum sterkum venjara – nú er hann er, men
spurningurin er um úrslitini koma longu í ár.
MÁLIÐ
Evropa
Tað er ongin ivi um, at HB hevur eitt mál um
at røkka einum av teimum plássunum, sum
geva pláss í Evropa komandi kappingarár.
Topp fýra plagar at verða nokk, um ikki
steypavinnarin er eitt sindur óvæntaður.
-Føroyar er eitt
fantastiskt stað
og her eru nógv
støð at vitja,
men tá tú ikki ert
herfrá ella hevur
familju her, so
verður ringt at
velja Føroyar í
longdini, tá málið
er yrkisfótbóltur.