týsdagur 6. mars 2018síða 50
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
FÓTBÓLTUR 2018
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
BRODDURIN SKAL
VERÐA HVASSARI
SKÁLA ÍTRÓTTARFELAG
Tað eydnaðist í fjør Skála at vinna besta
úrslitið síðani niðurflytingina í 2008. Liðið
á vestara armi á Skálafjørðinum var best
av teimum, sum kappaðust um fremsta
plássið í niðaru hálvu.
Tølini siga, at tað eydnaðist at vinna
sætta plássið, tí verjan var væl skipað. Tað
fóru fjøruti mál ígjøgnum, og tað var bara
eitt fleiri enn hjá B36, sum vann bronsu
krónurnar.
Í framrættaða partinum gekk tað meiri
striltið. Skála skoraði 31 mál, og tað var
væl lakari enn liðini megnaðu, sum endaðu
omanfyri Skála og eisini færri enn tvey av
liðunum, ið endaðu lægri enn Skála.
Fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið
hava bent á, at skálamenn arbeiða við at
tyngdin í framrættaða partinum skal vera
størri, enn hon hevur verið. Spælskipanin
er 4-4-2 í verjupartinum og kanska 3-4-3 í
framrættaða partinum.
Eyðun Klakstein er nýggjur venjari á
Skála, og Rúni Rasmussen, sum í síni tíð
var við til at vinna besta úrslitið til felagið
nakrantíð – silvur í 2005 – er hjálparvenjari.
Nýggjur málverji er Karstin Hansen, sum
í fjør var U-21 landsliðsmálverji. Í NSÍ var
hann eykamálverji, og nú er hann fyrsti
málverji á Skála, og Sonni Højgaard er
eykamálverji.
Ahmed Mujdragic er nýggjur miðverji
undir liðini á Jákupi Jacobsen, sum hevur
verið álitið í fleiri ár. Aðrir verjuspælarar eru
vongverjarnir Ari Olsen og Leivur Joensen
og Djóni Petersen, Aksel Jacobsen, Bárður
Danielsen, sum eftir fleiri ár í útlegd er aftur
í barndómsfelagnum, og Kristian Martin
Jakobsen.
Liðformaðurin, Pætur Dam Jacobsen,
er framvegis álit á sentrala miðvøllinum.
Nýggjur er Haraldur R. Højgaard, sum
tvey tey undanfarnu árini hevur verið nógv
skaðaplágaður, og nú roynir at byrja av
nýggjum á Skála, eftir at hann fyri nøkrum
árum síðani flutti úr barndómsfelagnum
B68 og til NSÍ.
Ólavur Mikkelsen og Edvin Jacobsen hava
í fleiri ár verið drúgvir, og so eru tað Jákup
Joensen og so Niels Pauli Danielsen, sum
roynir seg á Skála, eftir at hava spælt í EB/
Streymi, KÍ og ÍF.
Brian Jacobsen er sjálvskrivaður í
fremstu ódnini. Aðrir spælarar, sum eru
ætlaðir at stuðla í framrættaða partinum
eru Dávid Johansen, Teitur Poulsen, Andreas
E. Jacobsen og Jan Ingason Hansen og
sera skjóti Jákup Johansen, sum báðir eru
langtíðarskaddir og Heðin Klakstein, sum
í fjør ikki átti serligan leiklut í barndóms
felagnum og nú er fluttur úr KÍ og út á
Skála.
Í fjør var tað ikki fyrrenn í sættu royndini,
at tað eydnaðist Skála at skora mál. Síðani
fór Skála bara fýra ferðir av vøllinum uttan
at hava fingið mál. Heilt eyðsýnt var tað, at
úrtøkan undir Mýruhjalla var so soltin. Bara
í trimum av fjúrtan ferðum eydnaðist at
vinna fulla úrtøku á heimavølli.
Samlaða máltalið á heimavølli í fjør var
seytjan. Um samantalda úrtøkan skal verða
hægri enn 33 stig, sum hon var í fjør, so er
fyrsta treytin, at tað fer at hilnast betri á
heimavølli, og tað vil ikki minst siga, at tað
verður meiri broddur í álopspartinum.
MEISTARI (0) Ongantíð
STEYPAVINNARI (0) Ongantíð
GREIPUVINNARI (0) Ongantíð
Í BESTU DEILDINI (11 ÁR) 2002-08, 2014, 2016-
Í EUROPA (2) 2005, 2006
SKÁLA ÍTRÓTTARFELAG STOVNAÐ 15. mai 1965 FORMAÐUR Arni Klein Abrahamsen
7
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Mál
1
Karstin Hansen
13 Sonni Højgaard
Verja
2
Ari Olsen
3
Djóni Petersen
4
Jákup Jacobsen
5
Ahmed Mujdragic
14 Aksel Jacobsen
16 Bárður Danielsen
24 Kristian Martin Jakobsen
25 Leivur Joensen
Miðja
6
Pætur Dam Jacobsen
7
Ólavur Mikkelsen
8
Heðin Klakstein
9
Haraldur R. Højgaard
15 Jákup Joensen
17 Niels Pauli B. Danielsen
20 Edvin Jacobsen
26 Teitur Poulsen
Álop
10 Jákup Johansen
18 Jan Ingason Hansen
19 Andreas E. Jacobsen
21 Brian Jacobsen
23 Dávid Johansen
Venjari Eyðun Klakstein
Hjálparvenjari Rúni Rasmussen
Tilgongd
Karstin Hansen, Sonni Højgaard, Ahmed
Mujdragic, Heðin Klakstein, Haraldur R.
Højgaard, Niels Pauli B. Danielsen
Frágongd
Andras Gango, Valerian Iobashvili, Jónhard
Frederiksberg, Mamuka Toronjadze, Hákun
Edmundsson, Michal Przybylski, Andras
Frederiksberg, André Olsen, Jann Martin
Mortensen
Skálamenn tykjast vera í meiri álopskendari útgávu,
enn teir vóru í fjør, tá ið tað eydnaðist væl og
virðiliga at staðfesta plássið í fremstu røð