Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 52

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 FÓTBÓLTUR 2018 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM LYKLASPÆLARIN Pætur Dam Jacobsen Týdningurin hjá liðformanninum er so stórur, at hann nærum ikki er til at meta um. Við sínum eginleikum og ikki minst stríðsvilja kennist hann í 6'ara rolluni sum ein eyka verjuleikari at sleppa framvið. Pætur merkir Klettur, og Pætur er ein stórur og góður klettur hjá ungu liðfeløgunum at lena seg á. GJØGNUMBROTIÐ Karstin Hansen 20 ára gamli Karstin Hansen hevur í fýra ár spælt á næstbesta liðnum hjá NSÍ, men nú er talentfulli málverjin á gáttini til at fáa sítt gjøgnumbrot í bestu deildini. Evnini eru har – tað hevur hann víst tær átta ferðir, hann hevur fingið møguleikan í NSÍ, og eisini á føroyska U21-landsliðnum. VENJARIN Eyðun Klakstein Tað líkist einum góðum samstarvi. Skála brýtur upp úr nýggjum og fær íblástur uttanífrá í Eyðuni Klakstein, ið hevur løtt battaríini, og fær ein spennandi hóp at arbeiða við. Hann er garvaður og hevur vunnið sær góðar royndir í KÍ og B36, sum nú skulu koma til góðar á Skála. MÁLIÐ Í miðjuni Skála veit, um nakar, at tað kann ganga skjótt hvønn vegin. 6. plássið í fjør boðar frá góðum, men havast skal í huga, at niðurflytingarstrikan einans var fimm stig frá. Skála skal royna at koma við í mittarafeltið, fáa sum best burturúr har og síggja hvussu langt tað røkkur. Miðjan er eitt gott mið. – 2017 var fyrsta árið, síðani eg byrj­aði at spæla fótbólt í KÍ sum 10 ára gamal, at eg ikki var fótbóltsspælari ella fótbólts­venj­ari EYÐUN KLAKSTEIN: SKÁLA SKAL BYGGJA VÍÐARI – Tað kendist gott at løða battaríini og fáa nýggjan íblástur, sigur nýggi Skála-venjarin, Eyðun Klakstein, um steðgin frá fótbólti í fjør. Hann ætlar sær at hjálpa Skála við at byggja víðari upp á góða úrslitið í fjør. PÆTUR ALBINUS Tað sá ikki nakað serligt út hjá Skála fyrsta partin av kappingarárinum í fjør, tá ið teir appilsingulu av vestara armi á Skála­fjørð­ in­um lógu heilt í botninum, men við einari støðugt betr­aðari gongd, og serliga við ein­um góð­um endaspurti, endaði Skála á ein­um 6. plássi. Hetta er besta úrslit teirra í bestu deild­ ini síðan teir vunnu bronsu í 2005, og javnt besta úrslit síðan 2007, tá ið teir eisini blivu nummar seks. Stutt eftir fekk mótburður klørnar í felagið, sum mátti heilt niður í trið­bestu deildina at venda áðrenn tað aftur vann sær sess ímillum tey bestu. Skála er eitt tiltikið lokalt felag, sum fyri ein stóran part klárar seg við lokalum leikarum, og seinastu meira enn tíggju ár­ini hava venjararnir eisini verið lokalir. Tíð­arskeiðið við lokalum venjarum, ið hevur talt John Petersen, Alexandur Johansen, Eliesar Olsen og Paula Poulsen, er tó fyribils av, tí í ár stendur ein klaksvíkingur við stýrisvølin, nevniliga Eyðun Klak­stein, ið hevur royndir sum venjari í barn­dóms­ felagn­um KÍ og B36, sum hann í 2015 førdi til føroyameistaraheitið. STEÐGURIN Eyðun Klakstein takkaði fyri seg sum venj­ ari í B36 eftir kappingarárið 2016, og í fjør valdi hann at hava ein steðg frá fót­bólt­in­ um. – 2017 var fyrsta árið, síðani eg byrj­aði at spæla fótbólt í KÍ sum 10 ára gamal, at eg ikki var fótbóltsspælari ella fótbólts­ venj­ari. Tað var ikki tí, at eg kendi meg út­brendan ella troyttan av fótbólti, men eg vildi bara gjarna royna eitt ár uttan tætt ella fast tilknýti til fótbólt. Tað gav mær meira frítíð og frælsi í gerandisdegnum, og tað kendist gott, sigur Eyðun. Nøkur venjarastørv gjørdust tøk so hvørt sum kappingarárið í fjør leið, og hóast miðlar settu Eyðun Klakstein í samband við okkurt av feløgunum og onkur fyrispurningur eis­ini kom, so valdi hann at halda fast í steðg­in­um. – Hóast onkrir fyrispurningar vóru úr fótbóltsheiminum gjøgnum árið, megnaði eg at takka nei – millum annað tí eg hevði lagt ymiskar ætlanir, og tað bar tí ikki so væl til at taka fótbóltsuppgávur á meg. Hóast eg ikki var venjari, varðveitti eg eitt meira óformligt samband við fótbóltin, tí eg fylgdi væl við fótbóltskappingini her heima, sá ymiskar dystir í Spania, og fótbóltur í sjónvarpi er altíð dragandi. Tað kendist eisini gott at løða battaríini og fáa nýggjan íblástur, sigur hann. BYGGJA VÍÐARI Tað kann tykjast sum ein stór umbroyting at venja Skála í mun til stórfeløg sum KÍ og B36, men Eyðun Klakstein heldur ikki, at uppgávan fer at vera stórt øðrvísi enn áður. – Skála er eitt minni felag enn KÍ og B36, sum hava nógv størri grundarlag og fíggjarliga orku, men Skála er eitt væl rikið felag við seriøsum ábyrgdarfólki. Tá ið tað kemur til mína høvuðsuppgávu sum venjari, líkist alt sær sjálvum. Eg arbeiði við einum hópi av spælarum, sum eg skal menna og fáa at rigga saman, og vit skulu sum lið royna at skapa góð avrik og úrslit. Í B36 var málið at vinna gull og at koma víðari í Champions League. Á Skála er málið eitt annað, men spælið er tað sama, og vit skulu framvegis stríðast fyri at røkka einum máli, sigur Eyðun, ið heldur seg hava ein ungan og spennandi hóp at arbeiða við, har einans tríggir leikarar eru farnir um tey 30. – Spælararnir skulu í góðan kropsligan, tekniskan, taktiskan og mentalan form, og teir skulu samansjóðast sum eitt lið – bæði á vølli og uttanfyri vøllin. Hesir fyrstu tveir mánaðirnir hava gingið væl. Spælararnir hava verið sera ídnir undir venjingum og í dystum, og vit halda okkum vera á rættari kós, nú kappingin nærkast av álvara, sigur Eyðun. Skála-venjarin er heldur varin, tá ið hann verður spurdur um hvar á stigatalvuni Skála ætlar sær at enda í ár. – Fram um alt annað skal Skála verða eitt lið, sum spælir í bestu deildini. Síðani er málið at enda so høgt á stigatalvuni sum gjørligt. Í fjør varð Skála nummar seks í deildini, og tað avrikið vilja vit byggja víðari á, sigur Eyðun Klakstein.