týsdagur 6. mars 2018síða 54
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
FÓTBÓLTUR 2018
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
EB/STREYMUR
8
V
I
T
T
I
P
P
A
Veteranar eru aftur í EB/Streymi, sum í ár
fer at spæla heimadystirnar í Hólmanum á
Eiði har nýggur flottur leikvøllur er gjørdur
Málið var síðsta kappingarár at varðveita
plássið í bestu deildini. Tað eydnaðist væl
og virðiliga. EB/Streymur endaði á sjeynda
plássi, og liðið var ongantíð av álvara í
vanda fyri at flyta niður, hóast tað í fleiri
førum ikki gekk eftir vild. Eitt nú eydnaðist
tað bara at vinna fulla úrtøku í fimm
heimadystum.
Í ár fer EB/Streymur at eiga heimavøll á
Eiði. Síðani 2007 hevur heimavøllurin verið
við Margáir, men nú verður roynt á nýggja
vøllinum í Hólmanum á Eiði, har felagshús
er bygt, og har kringumstøðurnar eru heilt
serligar.
Síðsta ferðin, at liðið hjá sundalagsmonn
um átti heimavøll á Eiði, er tiltikin. Tað var
leygardagin 21. oktober í 2006. Talan var
um síðsta umfar, og heimaliðið var á FM
kós. Treytin fyri at fyrsta FM heitið skuldi
koma til høldar var, at tað ikki endaði við tapi
ímóti KÍ. Fyri tey í heimaleguni var talan um
øgiligt vónbrot, tí tað endaði við 1-0 tapi, og
so streyk HB avstað við FM heitinum.
Síðstu árini hevur verið langt millum
spælararnar, sum vóru við í 2006, og sum
vóru við gullárini, tá ið tað eydnaðist at
vinna FM í 2008 og 2012 og steypakapping
ina í 2007, 2008, 2010 og 2011.
Nú eru fleiri av veteranunum aftur í EB/
Streymi. Framrættaði Leif Niclasen hevur
verið við alla tíðina. Nú fær hann Hans Paula
Samuelsen og Arnbjørn Hansen, sum í fjør
var nógv skaðadarvaður, aftrat sær. Teir
hava báðir roynt seg í øðrum feløgum.
Aðrir framrættaðir spælarar eru Tóki H.
Johannesen og Høgni Hummeland, sum ikki
enn hava roynt seg á besta liðnum, Ari Ó.
Ellingsgaard, sum er komin úr Fuglafirði, og
Pætur Petersen, sum eftir summarsteðgin
í fjør flutti úr B36 og til EB/Streym, og vísti
seg at vera góður fongur í Sundalagnum.
Veteranurin Marni Djurhuus hevur eftir
steðg funnið skógvarnar fram aftur. Hann
er sentralur miðvallari saman við liðfor
manninum Rógva Egilstoft Nielsen og Arnari
Dam. Aðrir sentralir miðvallarar eru Rói H.
Olsen, sum í fjør vann sær alt størri leiklut,
Fríði Kruse Johansen, Óli E. Magnussen og
Jónstein Magnussen.
Gestur Bogason Dam er, eftir at hava
verið í B36 síðani 2014, aftur í barndóms
felagnum. Við sínum royndum er hann
kærkomin styrkur, sum kann gera góða
nyttu bæði í verju og á miðvøllinum - verju
kenda og framrættaða.
Miðverjar eru Andras Olsen, Petur
Zachariasen og Oddur Højgaard, sum er
komin úr B68. Aðrir verjuspælarar eru Ári
Kruse, Ragnar B. Danielsen og Jóhannes
Hansen, sum er skaðadarvaður og neyvan
verður við undan summarsteðginum.
Trygvi Askham var í fjør drúgvur mál
verji. Hann er farin úr felagnum, og nú eru
tað Rói Zachariasen og Jákup Højgaard, ið
kappast um plássið millum stólparnar.
Heðin Askham er framvegis venjari,
og nú er Sjúrður Jacobsen, sum í fjør var
á liðnum, hjálparvenjari. Setningurin er at
vinna seg longri fram á støðutalvuna enn í
fjør og at leggja aftrat spælskipanini. Hon
var, at EB/Streymur ofta var framrættað og
hevði gott tak á bóltinum, og í øðrum førum
varð meiri dentur lagdur á verjupartin og
møguleikan fyri skjótum mótálopum.
MEISTARI (2) 2008, 2012
STEYPAVINNARI (4) 2007, 2008, 2010, 2011
GREIPUVINNARI (1) 2008
Í BESTU DEILDINI (16 ÁR) 1994, 2001-
Í EUROPA (7) 2007, 2008, 2009, 2010, 2011, 2012, 2013
EB/STREYMUR STOVNAÐ 23. januar 1993 FORMAÐUR Brian Hansen
10
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Mál
1
Rói Zachariasen
25 Jákup Højgaard
Verja
4
Oddur Á Højgaard
12 Marni Djurhuus
13 Ragnar B. Danielsen
17 Petur Zachariasen
20 Jóhannes Hansen
26 Andras Olsen
29 Ári Kruse
Miðja
6
Gestur Bogason Dam
7
Pætur Petersen
8
Rói Heðinsson Olsen
10 Ari Ó. Ellingsgaard
11 Hans Pauli Samuelsen
14 Rógvi Egilstoft Nielsen
19 Arnar Dam
21 Fríði Kruse Johansen
30 Óli E. Magnussen
23 Leif Niclasen
24 Jónstein Magnussen
Álop
9
Tóki H. Johannesen
22 Arnbjørn T. Hansen
31 Høgni Hummeland
Venjari Heðin Askham
Hjálparvenjari Sjúrður Jacobsen
Tilgongd
Ari Ó. Ellingsgaard, Hans Pauli Samuelsen,
Gestur Bogason Dam, Marni Djurhuus,
Jákup Højgaard, Oddur Højgaard
Frágongd
Poul G. Olsen, Árni G. Olsen, Brian Olsen,
Trygvi Askham, Tóki á Lofti, Sjúrður
Jacobsen, Niklas T. Kruse
NÓGV NÝTT OG GOTT
GAMALT Í SUNDALAGNUM