týsdagur 6. mars 2018síða 56
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
FÓTBÓLTUR 2018
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
HANS PAULI SAMUELSEN
ÆTLAÐI ALLA TÍÐINA
AT VENDA AFTUR
Tað sigur Hans Pauli Samuelsen, sum trý tey seinastu árini hevur vunnið
FM-heitið, meðan hann hevur verið í útlegd í EB/Streymi. Nú ætlar
royndi bóltsnillingurin at geva sínar royndir til hópin hjá EB/Streymi.
ANDRÉ OLSEN
Royndi víkarmaðurin, Hans Pauli Samuelsen,
sum fram til kappingarárið í 2015 bert hevði
umboða barndómsfelagið EB/Streym, hevur
seinastu trý árini verið í útlegd í EB/Streymi.
Tey árini hevur Hans Pauli Samuelsen spælt
við B36 og Víkingi, har tað er merkisvert, at
hann hevur vunnið FM-heitið øll árini, sum
hann hevur verið burtur úr EB/Streymi.
Fyrst tað eina við B36, og síðani tvey á rað
við Víkingi í 2016 og í 2017.
FANTASTISKT AT VERA AFTUR
Í vetur vendi Hans Pauli Samuelsen,
sum nú er vorðin 33 ára gamal, aftur til
barndómsfelagið, EB/Streym. Hans Pauli
Samuelsen sigur, at hann alla tíðina hevur
havt ætlanir um at enda sína fótbóltsyrkis
leið í barndómsfelagnum, EB/Streymi.
– Tað er fantastiskt at vera aftur í EB/
Streymi – orduliga gott. Eg havi alla tíðina
sagt, at eg vildi enda mína fótbóltsyrkisleið
í EB/Streymi, og tað ætli eg eisini. Men nær
tað verður, dugi eg ikki at siga enn. Eg haldi
at tað sær spennandi út hjá felagnum við
einum projektið, har felagið verður bygt
upp aftur. Og vónandi fái eg komið við eitt
sindur av rutinu til hópin, sigur Hans Pauli
Samuelsen, sum serliga gleðir seg til at
sleppa at spæla heimadystir á Eiði aftur.
FELAGIÐ ER BETUR STRUKTURERAÐ
Hans Pauli Samuelsen sigur, at størsti
munurin á EB/Streyma liðnum sum er nú,
samanborið við tað liðið sum var, tá hann
fór, er, at berandi kreftirnar á liðnum nú eru
yngri leikarar.
– Eg haldi at tað sum er mest broytt
við liðnum nú, er at teir eldru leikararnir
sum vóru tá, eru farnir, og at tað nú eru
nýggir ungir leikarar, sum eru tær ber
andi kreftirnar á liðnum. Eg segði alla
tíðina, at vit skuldu havt brúkt orku eftir
meistaraárið í 2012, til at bygt eitt nýtt
lið uppaftur við yngri leikarum, umframt
bulinum frá meistaraliðnum í 2012. Men tá
var heldur satsað eitt sindur ov nógv, og
tað brendi felagið seg eitt sindur av. Í dag
tykist felagið tó vera komið fyri seg. Alt er
betri strukturerað, og eg havi hug at rósa
nevndini og serliga formanninum, Brian
Hansen. Tey gera eitt gott arbeiði, og tað
tiltalar leikarar til at spæla við EB/Streymi.
Eisini haldi eg tað vera tiltalandi, at sleppa
at vera við í hesari gongdini við at byggja
liðið upp aftur, tí vit vóru í eini líknandi støðu
fyrst í 2000 árunum, tá eg sjálvur var
millum yngru leikararnar, sigur Hans Pauli
Samuelsen.
SKULU BETRA SEG
EB/Streymur greiddi í fjør sín setning við
at yvirliva í deildini sum uppflytari, og til
kappingarárið í ár síggja sundalagsmenn
út til at hava fingið ein sterkari hóp. Fleiri
royndir leikarar eru komnir afturat hópinum
– millum annað Hans Pauli Samuelsen,
Gestur Bogason Dam, Ari Ó. Ellingsgaard,
Oddur Højgaard, umframt at Marni Djurhuus
er byrjaður aftur. Royndi profilurin, Hans
Pauli Samuelsen, er eisini væl nøgdur við
hópin hjá EB/Streymi.
– Vit vita at tað er torført hjá okkum at
blanda okkum millum fimm tey ovastu liðini
í deildini, so málið hjá okkum er fyrst og
fremst at royna at betra okkum. Vit skulu
hava fleiri stig enn vit fingu í fjør, og um tað
røkkur til eina hægri plasering, er tað bara
bonus. Høvuðsdenturin skal tó vera lagdur
á, at liðið skal betra seg. Tó vita vit væl, at
um vit hava allar leikararnar tøkar, so kunnu
vit spæla upp ímóti einum og hvørjum liðið í
deildini, sigur Hans Pauli Samuelsen.
LYKLASPÆLARIN
Rógvi Egilstoft Nielsen
Vágamaðurin, sum í nøkur ár hevur spælt
við EB/Streymi, hevur ment seg til at verða
avgjørdi lyklaleikarin í felagnum, sum eisini
endurspeglast í at hann er liðskipari. Hevur
ferð, kraft og førleika til at vera munurin í
nógvum av dystunum hjá EB/Streymi.
GJØGNUMBROTIÐ
Pætur Petersen
Skálvíkingurin, sum kom til EB/Streym í
summarsteðginum í fjør frá B36, menti seg nógv
í seinnu hálvu í fjør við fullari spælitíð. Í ár kann
roknast við, at kviki vongspælarin kann fáa ein
uppaftur meira avgerandi leiklut á liðnum hjá
EB/Streymi, og tí verður hann gjøgnumbrotið.
VENJARIN
Heðin Askham
Fryntligi havnamaðurin, sum av álvara hevur
funnið seg til rættis í Sundalagnum, er væl
lýddur millum leikararnar í EB/Streymi. Í fjør
kláraði hann sína uppgávu, sum var at fáa
liðið at yvirliva. Í ár er uppgávan hjá Heðin
Askham, at byggja víðari á gongdina frá í fjør.
MÁLIÐ
At nærkast miðjuni
Eftir at hava spælt í næstbestu deildini fyri
tveimum árum síðani, var uppgávan hjá
EB/Streymi í fjør at yvirliva. Tað kláraðu
sundalagsmenn sannførandi. Í ár er liðið
styrkt í mun til í fjør, og málsetningurin
tykist vera at nærkast miðjuni av deildini.
Eg havi hug at
rósa nevndini
og serliga
formanninum,
Brian Hansen,
sum gera eitt gott
arbeiði