Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 58

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 FÓTBÓLTUR 2018 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM SUÐRINGAR HALDA HØVDIÐ HØGT TB/FC SUÐUROY/ROYN Hóast frágongdin er stór, so vísa fyrireikingarnar til nýggja árið, at eldhugin er stórur at virka fyri, at Suðuroy framvegis skal eiga lið í fremstu røð. Hesa ferð verður tað við nýggjum svenskum venjara 2017 var royndarárið við felagsliði hjá TB/ FCS/Royn í bestu deildini. Málið var, at tað skuldi eydnast at sleppa undan niðurflyting. Suðringar – soleiðis verður liðið rópt har suðuri og soleiðis nevna miðlarnir fyri tað mesta felagsliðið – endaði á áttanda plássi. Endastøðan kundi borið boð um, at liðið var í vanda fyri at flyta niður. Soleiðis var tað tó ikki. Inntil kappingin var hálvrunnin vóru Suðringar í ovaru hálvu á støðutalvuni, og liðið var ongantíð undir strikuni. Suðringar standa aftur í ár saman um felagsliðið. Karmarnir verða støðugt betraðir. Tað verður nógv gjørt við at betra fyritreytirnar í yngru deildunum, og besta liðið hevur í nógvar mánaðir fyrireikað seg til nýggja kappingarárið. Sviin Glen Ståhl er nýggjur venjari. Síðani síðst í november hava hann og hjálparvenjarin Aleksandar Radosavljevic verið á vøllinum saman við spælarunum. Umframt við Stórá í Trongisvági hevur síðani siðst í januar verið vant í nýggju høllini á Vágseiði. Tað er eitt stórt stig í arbeiðnum at betra um fyritreytirnar. Nýggi venjarin arbeiðir miðvíst við at skipa liðið og spælið øðrvísi, enn tað var í fjør. Nú verður dentur lagdur á, at liðið skal spæla meiri og ikki skunda sær so nógv við longum sendingum fram til teir fremstu. Í fjør áttu Suðringar lægsta miðaldurin í bestu deildini. Seks av teimum fjúrtan, ið vóru mest við á besta liðnum, eru fluttir úr felagnum. Onkrir av teimum, sum høvdu størstu royndirnar, eru ikki í felagnum longur. Tí var mett neyðugt at fáa styrk aðra staðni frá. Tað tykist ikki bera til at fáa aðrar føroyskar spælarar at fara suður um fjørðin. Tí er tað felags fyri nýggju spælararnar, at teir eru útlendingar Nýggjur málverji er 26 ára gamli Milos Budakovic úr Serbia, sum er 191 cm høgur, og sum hevur spælt í bestu serbisku deildini. Hann kappast við Kára Jacobsen um plássið millum stólparnar. Nýggjur miðverji er 26 ára gamli Dennis Nielsen úr Danmark. Hann hevur síðani 2014 umboðað Egersund, har hann fyri tað mesta var vongverji í høgru. Annar nýggjur verjuspælari er vinstrabeinti 28 ára gamli Ibrahim Arifovic úr Serbia. Teitur Olsen hevur nógvar royndir sum miðverji og vongverji, og aðrir verjuspælarar eru Eirikur Magnusarson og Rani Johansen. Royndu heimamenninir á miðvøllinum eru Dánjal Godtfred, Heri Kjærbo og Salmundur Bech, sum hevur gott máltev, men sum í fjør var nógv skaðadarvaður. 17 ára gamli framrættaði Stefan Radosavljevic átti í fjør alt størri leiklut. 28 ára gamli Isaac Shaze úr Serbia, sum trý tey seinastu árini hevur spælt við Ӧster IF í Svøríki, er nýggjur miðvallari. Aðrir miðvallarar eru Rógvi Kárason og John Villi Wøldike Leo. Álopsessið er Búi Egilsson, sum í fjør var toppskjútti við tíggju málum. Aftrat honum eru Poul Ingason, sum í fjør varð verjuspælari, inntil hann ikki longur var partur av hópinum, og Teitur Krosslá Mortensen og Ari Krosslá Poulsen. MEISTARI (0) Ongantíð STEYPAVINNARI (0) Ongantíð GREIPUVINNARI (0) Ongantíð Í BESTU DEILDINI (2 ÁR) 2017- Í EUROPA Ongantíð TB/FC SUÐUROY/ROYN STOVNAÐ 15. desember 2016 STJÓRN Hendrik Thomsen Julius Vest Joensen Eyðfinn Debes 9 V I T T I P P A HÓPURIN Mál 13 John Jacobsen 25 Milos Budakovic Verja 4 Dennis Nielsen 11 Eirikur Magnusarson 14 Rani Johansen 15 Teitur Olsen 20 Ibrahim Arifovic Miðja 3 Dánjal Godtfred 6 Isaac Shaze 8 Salmundur Bech 10 Stefan Radosavljevic 17 Rógvi Kárason 19 John Villi Wøldike Leo 24 Heri Kjærbo Álop 7 Ari Krosslá Poulsen 9 Búi Egilsson 12 Teitur Krosslá Mortensen 31 Poul Ingason Venjari Glenn Ståhl Hjálparvenjari Aleksandar Radosavljevic Serbia Tilgongd Milos Budakovic, Dennis Nielsen, Rani Johansen, Ibrahim Arifovic, Isaac Shaze, Rógvi Kárason Frágongd Marius Berntzen, Jón Áki Jacobsen, Rógvi Joensen, Mats Walberg, Jón Krosslá Poulsen, Eirikur Ellendersen, Anton Holse, David Müller