Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 60

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 FÓTBÓLTUR 2018 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM LYKLASPÆLARIN Búi Egilsson 22 ára gamli framrættaði leikarin var toppskjútti hjá suðringum í fjør við 10 málum. Hann hevur ein vilja og eitt drive, sum liðið stórliga hevur brúk fyri har frammi á vøllinum, og hann er maðurin, ið kann – eisini við einmansavrikum – hjálpa liðnum at skava týðandi mál og stig saman. GJØGNUMBROTIÐ Stefan Radosavljevic Longu sum 16 og 17 ára gamal var hann við í 22 dystum í Effodeildini í fjør, og gávurnar hjá blaðunga miðvallaranum, ið eisini er partur av søguliga føroyska U17- landsliðnum, eru eyðsýndar. Á einum liði, sum ikki er eins væl mannað í ár, kann Stefan vænta sær enn størri leiklut. VENJARIN Glenn Ståhl Nýggi svenski venjarin hevur sagt, at hann ætlar sær at fáa liðið at spæla fótbólt á hálvuni hjá mótstøðuliðnum. Hetta er ein djørv orðing eftir at liðið hevur mist fleiri profilar, og skal hetta eydnast, so krevst knallhart arbeiði og skúling av liðnum, sum í fjør stríddist í tyngra endanum. MÁLIÐ Yvirliving Lutmálini eru hava meira spæl og at menna leikarar, men høvuðsmálið er sambært venjaranum at enda hægri á stigatalvuni enn í fjør, tá ið liðið bleiv nummar átta. Yvirleggjarin má setast høgt, og tað er ilt at ímynda sær, at teir verða vónbrotnir av enn einum 8. plássi. Yvirliving man vera málið. - Hetta er ein vøkur oyggj, og fólkini eru sera, sera innilig og fitt. Fyrsta inntrykkið hevur verið gott GLENN STÅHL STÅHL VIL STÝRA SPÆLINUM Nýggi svenski venjarin hjá TB/FCS/Royn, Glenn Ståhl, vil fáa liðið longri upp á stigatalvuna. Fyri at røkka málsetninginum metir hann tað vera umráðandi, at liðið verður dugnaligari til at stýra spælinum, og at allir kenna sína uppgávu. PÆTUR ALBINUS Tað nýliga samanlagda liðið í Suðuroy, TB/ FCS/Royn, fekk eina framúr góða byrjan upp á kappingarárið í fjør, har teir – beint ímóti øllum forsøgnum – lógu heilt frammi í oddinum fyrsta fjórðingin av kapp­ingar­ ár­inum. Søguliga samanleggingin og góða gongd­ in skaptu eitt nýtt bjartskygni har um leiðir, og hóast liðið so hvørt sum kappingarárið leið datt longri aftur á stigatalvuna, og at enda lendi á áttanda plássi, so var TB/FCS/ Royn ein av sólskinssøgunum í føroyskum fótbólti í fjør. Oddamaður fyri samansjóðingini av lið­unum var beinharði skotski venjarin, Maurice Ross, sum við morgunvenjingum og stórum nærlagni fekk skapt eitt lið, ið flest øll lið høvdu tað trupult at vinna ímóti. Avrikið hjá venjaranum fór ikki ósæð framvið í restini av landinum, og nú meist­ ar­arnir úr Víkingi máttu avskipa Sámal Erik Hentze til kappingarneytarnar í NSÍ, so vórðu boð send til suðriar eftir Maurice Ross. Fyrst í novembur hevði TB/FCS/Royn funnið avloysaran. Valið fall á 46 ára gamla svian, Glenn Ståhl. TALENT Glenn Ståhl er ikki hvør sum helst. Hann hevur sjálvur havt eina frálíka yrkisleið sum fótbóltsspælari, har hann serliga á ungum árum var eitt talent og hevur spælt tilsamans 43 ungdómslandsdystir fyri Svøríki. Hæddarpunktið mundi vera HM-enda­ spælið fyri U20-landslið í Portugal í 1991, har hann og svensku liðfelagarnir vóru í bólki saman við silvurvinnarunum tað árið, Brasil, við navnframum leikarum sum Roberto Carlos og Giovane Élber á liðnum. Heima í Svøríki umboðaði Glenn Ståhl feløgini Östers IF og Husqvarna FF, men tað bleiv eisini til fimm kappingarár í norsku Tippeliguni, har hann umboðaði HamKam við tí vælkenda Ståle Solbakken sum venj­ ara. Venjaraleiðin hjá Glenn Ståhl byrjaði í 2007. Hann fekk hægstu venjara­útbúgv­ ing­ina, UEFA Pro License, í 2012, og hann hevur eisini lisið ítróttarsálarfrøði. Í fjør stóð hann á odda fyri Ljungskile SK í triðbestu svensku deildini. VIL STÝRA Glenn Ståhl er giftur og eigur trý børn. Hann sigur, at tað var trupult at fara frá familjuni heima í Göteborg, men hann er tó væl nøgdur við fyrstu tíðina í Suðuroynni. - Hetta er ein vøkur oyggj, og fólkini eru sera, sera innilig og fitt. Fyrsta inntrykkið hevur verið sera gott, sigur Glenn Ståhl. Á vøllinum hevur hann eina áskoðan til fótbóltsspæl, sum hann nú fer at royna at fáa inn á liðið hjá sær. - Málið er at spæla fótbólt, har vit vinna økið hjá mótstøðuliðnum við góðum avlev­ er­ingum, flytingum og vandum uppspølum sam­an við nøkrum góðum virðum, sigur Glenn. Venjarin harmast um, at talið av leik­ ar­um til venjing ikki hevur verið stórt, men hann er tó nøgdur við hugburðin hjá teimum, ið hava verið við. - Vit hava nakrar áhugaverdar leikarar. Vit eru í einari tilgongd at læra okkum at stýra dystunum betur enn í fjør, tó uttan at vera bláoygdir. Hetta er so málið hjá okk­ um. Vit hava eitt stórt arbeiði framm­anfyri okkum hvat viðvíkur styrki og renni­orku, men vit stríðast fyri tí. Leik­ararnir arbeiða hart, men slíkt tekur tíð, vísir nýggi venjarin á. MENNAST Glenn Ståhl metir tað vera umráðandi, at allir leikararnir á liðnum vita hvat teir skulu, og at teir mennast. - Størsti málsetningurin er at hava eina greiða og neyva dystarætlan. Eg havi eitt ynski um at fótbólturin verður spældur við leiklutunum á liðnum, men stýrdur av góðskuni hjá okkara leikarum í mun til góðsk­una hjá mótstøðuleikarunum. Tó aftur utt­an at blíva bláoygdir, sigur Glenn og held­ur fram: - Vit mugu tó heldur ikki gloyma at menna leikararnar, og tí mugu vit eisini spæla fótbólt. Vit mugu vera áhaldandi óansæð um vit tapa ein ella tveir dystir. Málið er at koma hægri upp á stigatalvuna enn í fjør, og fyri at røkka tí meti eg tað vera umráðandi at sleppa undan ov nógv­ um skaðum og leikbannum, sigur Glenn Ståhl at enda.