týsdagur 6. mars 2018síða 62
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
FÓTBÓLTUR 2018
FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
Eingin veit betri enn tey í 07 Vestur, hvussu
stórur munur tað er á at vera við í bestu
deildini og at sleikja sárini eftir niðurflyting.
Inntil síðsta heyst var tað ongantíð eydnast
at vera partur av bestu deildini í meiri enn
eitt ár, áðrenn pílurin aftur vísti skeiva vegin.
Niðurflyting ber við sær, at tað í stóran
mun er neyðugt at byrja av nýggjum, tí
bestu spælararnir flyta til feløg, ið eru
umboðað í bestu deildini. Tí var lættin
stórur, tá ið tað á síðsta leikdegi í fjør var
greitt, at 07 Vestur eisini í 2018 verður
partur av bestu deildini.
07 Vestur endaði á níggjunda plássi men
slapp undan niðurflyting, tí tað var bara eitt
lið, sum flutti upp úr næstbestu deildini.
Meðan tað higartil ofta hevur verið við
nógvum útlendskum stuðli, at liðið hevur roynt
seg í fremstu røð, so eru tað nú alt fleiri úr
Vágum og Vestmanna og Kvívík, sum mynda
besta liðið. Samstundis verður doyðurin lagdur
á at menna ungar spælarar. Sven Ó. Olsen og
Jens Erik Rasmussen eru í fulltíðarstørvum
sum ungdómsvenjarar, og sammett við fólka
talið man luttøkan í yngru deildunum ikki vera
størri í nøkrum øðrum felag.
Einasta FM heitið, sum vágalið higartil
hava vunnið, er tað, sum SÍ vann í 1947. Tað
verður ikki hugsað um FM í 07 Vestur. Málið
er at røkka longri upp, enn tað higartil er
eydnast, síðani felagið varð stovnað í 2007.
Karmarnir kring felagið verða støðugt
betraðir. Mevndin er støðug, síðstu árini eru
bygd nýggj hús og nýtt undirlag er lagt, og
nú verða ljósmastrarnar skiftar.
Fleiri broytingar eru á liðnum sammett
við í fjør. Mest eyðsýnda fráflytingin er, at
liðformaðurin og metmaðurin í felagnum,
Holgar Durhuus, sum var liðformaður, er
fluttur til Noregs.
Pauli Poulsen er nýggjur venjari, og
Sigtór A. Petersen er hjálparvenjari. Hann
hevði ábyrgdina av liðnum fram ímóti
kappingarenda í fjør. Sviin Ken Fagerberg er
framvegis álopsessið, og nú verður hann
stuðlaður av Jón Krosslá Poulsen, sum er
nýggjur í felagnum.
Ndende Adama Guéye er nýggjur
miðverji, har Dann Fróðason og Martin
Tausen eru aðrir stuðlar. Veteranurin
Tór-Ingar Akselsen fer aftur at hjálpa til,
tá ið tað verður neyðugt. Millum ungu og
svongu spælararnar eru málverjin Silas
Eyðsteinsson, sum kappast við veteranin
Ivan Stojkovic og Høgni Egilstoft Nielsen,
sum í fjør var tann einasti, ið var við í øllum
umførunum, og Janus Svabo Samuelsen,
sum verður roknaður at vera ógvuliga
evnaríkur. Felags fyri teir báðar er, at tað
verður roknað við, at teirra leiklutur verður
stórur.
Aðrir lokalir spælarar eru Jóannis á
Steig, Asbjørn Heðinsson, Jákup Sveinbjørn
Olsen, Sølvi Egilsson, Teitur Olsen, Uni
Falkvard Nielsen, Martin Dam, Niels Mourit
sen, Hørður Egilsson, Martin Hjaltalin Dam,
Fríði S. Joensen, Karl Weihe, Ragnar Weihe
og Petur G. Dalbø, sum er gøtumaður, men
sum síðani 2013 hevur verið partur av 07
Vestur liðnum. Nýggjur er evnaríki Gilli
Samuelsen, sum er uppvaksin í B36.
Hóast stóra lokala eldhugan verður
hildið neyðugt at styrkja liðið við tveimum
royndum miðvallarum aftrat. Annar er úr
Ukreina og hin úr Russlandi. Teir vera kortini
ikki tøkir fyrstu umførini og helst ikki fyrr
enn í apríl.
MEISTARI (0) Ongantíð
STEYPAVINNARI (0) Ongantíð
GREIPUVINNARI (0) Ongantíð
Í BESTU DEILDINI (5 ÁR) 2009, 2011, 2013, 2017-
Í EUROPA (0) Ongantíð
07 VESTUR STOVNAÐ 6. NOVEMBUR 2007 FORMAÐUR Jim Sonni Guttesen
8
V
I
T
T
I
P
P
A
HÓPURIN
Mál
1
Ivan Stojkovic
12 Silas Eyðsteinsson
Verja
3
Niels Mouritsen
8
Martin Tausen
13 Dann Fróðason
17 Karl Weihe
18 Petur G. Dalbø
20 Hørður Egilsson
23 Jóannis á Steig
24 Sølvi Egilsson
33 Fríði S. Joensen
Miðja
2
Høgni E. Nielsen
5
Ndende Adama Gueye
7
Gilli Samuelsen
9
Janus Samuelsen
15 Asbjørn Heðinsson
21 Teitur Olsen
25 Tór Ingar Akselsen
12 Kyrylo Silich
15 Nikola Krcmaevic
Álop
10 Jón Krosslá Poulsen
11 Ken Fagerberg
19 Martin Dam
Venjari Pauli Poulsen
Hjálparvenjari Sigtór Petersen
Tilgongd
Ndende Adama Gueye, Jón Krosslá
Poulsen, Gilli Samuelsen, Martin H. Dam
Kyrylo Silich, Nikola Krcmaevic
Frágongd
Tórstein Mýlingstind, Holgar Durhuus,
Søren Nielsen, Pål Fjelde, Gunleif
Magnusarson, John Frederiksen, Sigtór
Petersen
Í fjør eydnaðist tað fyri fyrstu ferð at
varðveita plássið í fremstu røð, og nú verður
stór orka løgd í at tryggja tilgongdina
HUGSA UM FRAMTÍÐINA
Á DUNGASANDI
07 VESTUR