Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 64

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 FÓTBÓLTUR 2018 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM LYKLASPÆLARIN Ken Fagerberg Svenski framherjin, sum hevur royndir úr bestu donsku og svensku deildini, er avgjørdi lyklaspælarin hjá 07 Vestur, og kann vera munurin á einum góðum ella ringum kappingarárið hjá vágamonnum. Í fjør var sviin tó nógv darvaður av skaðum, sum eisini merkti kappingarárið hjá vágamonnum. GJØGNUMBROTIÐ Janus Samuelsen Ungi leikarin, sum í fleiri ár var knýttur at yngru deildunum hjá Brøndby, var eyðsýndur hjá vágamonnum í seinnu hálvu í fjør. Og tá nú Holgar Durhuus er farin úr hópinum, hvílir størri ábyrgd á herðunum hjá Janus Samuelsen, sum er besta boðið uppá ein leikara, sum fær sítt gjøgnumbrot á 07 Vestur liðnum í ár. VENJARIN Pauli Poulsen Royndi venjarin av Skála hevur fingið eina nýggja uppgávu í ár, samanborin við seinastu árini. Men uppgávan er ikki heilt fremmant í mun til at venja Skála, har langtsiktaði málsetningurin hjá honum var at stabilisera Skála í deildini. Setningurin í Vágunum er hin sami – at stabilisera felagið í bestu deildini. MÁLIÐ At yvirliva 07 Vestur spælir í ár fyri fyrstu ferð í søgu felagsins annað kappingarárið á rað í bestu føroysku deildini. Tað gera teir sjálvt um felagið endaði næstaftast í fjør. Til kappingarárið í ár er málsetningurin hjá felagnum at yvirliva, og at stabilisera liðið í bestu føroysku fótbóltsdeildini. Í teimum fýra dystunum, sum eg stóð við róðrið, vunnu vit tríggjar av teimum og skoraðu 14 mál, so nógv meira enn tað kundi eg ikki forlanga SIGTÓR PETERSEN ENDIN Í FJØR VAR LÆRURÍKUR Tað sigur Sigtór Petersen, sum fýra teir seinastu dystirnar farna kappingarár, hevði høvuðsábyrgdina av 07 Vestur. Í ár er ungi vágamaðurin farin undir venjara­útbúgv­ing­arnar hjá FSF. ANDRÉ OLSEN 07 Vestur roynir seg í ár fyri fyrstu ferð í søgu felagsins annað kappingarárið á rað í bestu føroysku fótbóltsdeildini, síðani felagið fyri 11 árum síðani varð stovnað. Tað ger 07 Vestur, hóast at felagið endaði næstaftast í deildini farna kappingarár. GEKK UPPÍ TAÐ VIÐ LÍV OG SÁL Tá Trygvi Mortensen varð uppsagdur í 07 Vestur tá fýra umfør restaðu í farna kappingarár, fekk ungi vágamaðurin, Sigtór Petersen, brádliga møguleikan at hava høvuðsábyrgdina av liðnum. Sigtór Petersen, sum gjørdist langtíðarskaddur í farna kappingarárið, sigur, at talan var um læruríka tíð, sum hann gekk uppí við lív og sál. – Eg byrjaði árið í fjør sum spælari, men fekk ein skaða longu í fyrsta dysti, og hevði síðani trupulleikar við at koma fyri meg aftur. Umleið fyrst í august fekk eg ístaðin bjóða at vera hjálparvenjari, og tá fýra dystir restaðu í, varð eg spurdur um at taka høvuðsábyrgdina av liðnum. Eg spurdi meg fyri hjá nøkrum lyklaleikarum í felagnum, og vit blivu samdir um, at eg skuldi taka av. Vit skuldu lyfta í felag, har eg skuldi vera leiðarin. Talan var eina ógvuliga spennandi og læruríka tíð, og eg gekk uppí tað við lív og sál aftaná arbeiðstíð. Eg haldi eisini at tað hilnaðist væl, tí í teimum fýra dystunum, sum eg stóð við róðrið, vunnu vit tríggjar av teimum og skoraðu 14 mál, so nógv meira enn tað kundi eg ikki forlanga, sigur Sigtór Petersen. MIÐVÍSA UNGDÓMSARBEIÐIÐ FER AT GEVA ÚRSLIT Til bar tó ikki hjá 07 Vestur at seta Sig­tór Petersen sum nýggjan venjara til hetta kapp­ingarárið, tí at honum vantaði pappírir. Í ár er Sigtór Petersen tó farin undir venj­ ara­útbúgvingarnar hjá FSF, og verður hjálp­ar­venjari hjá nýggja 07 Vestur venj­ ar­anum, Paula Poulsen. Sigtór Petersen sigur, at frágongd hevur verið í hópinum hjá 07 Vestur, men at nógvir ungir leikarar av álvara bjóða seg til í ár. – Vit hava mist nógvar av stuðuls­leikar­ un­um frá í fjør, so tað verður ein avbjóðing at loysa teir av. Tó eru nógvir ungir og svangir leikarar komnir upp, og teir hava gjørt tað væl. Felagið ger eitt megnar arbeiði við ungdóminum, og tað byrjar spakuliga at geva úrslit við tað at fleiri og fleiri ungir leikarar koma upp á besta liðið. Tó fara tað at ganga eini 4 ár afturat áðrenn úrslitini av miðvísa ungdómsarbeiðinum av álvara fer at geva úrslit. At byggja upp tekur tíð, tað vita tey flestu, men eg eri stórur fjeppari av tí tilgongdini til fótbólt, sigur Sigtór Petersen. SKULU YVIRLIVA Í mun til nógv av hinum feløgunum, sum seta nøsina upp ímóti høgum plaseringum, er málsetningurin hjá vágamonnum eitt sindur øðrvísi. Málsetningurin er greiður – felagið skal yvirliva, og skal støðugt stabilisera seg sum fastur partur av bestu føroysku fótbóltsdeildini, sigur Sigtór Petersen. – Málsetningurin hjá okkum í ár er fyrst og fremst at vera verandi í bestu deildini, og at lova so nógvum av teimum ungu at spæla sum gjørligt. Um vit standa saman og arbeiða so hart sum vit kunnu, so eri eg vísur í at vit náa hesum málinum. Eydnast tað, eru vit av álvara í ferð við at fóta okkum í bestu deildini, og tað er langsiktaða málið hjá 07 Vestur, sigur Sigtór Petersen.