Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 66
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 66

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 FÓTBÓLTUR 2018 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM Mál 1 Áki Dahl 16 Heðin Stenberg Verja 2 Beinir Henriksen 3 Absalon Eliasen 4 Hørður Tórsson 13 Jónas Stenberg 19 Sørin N. Samuelsen Miðja 6 Árni G. Olsen 7 Jobin Drangastein 8 Bárður Olsen 9 Tóki á Lofti 10 Bjarni Skála 12 Teitur D. Olsen 14 Mikkjal T. Hentze 20 Filip í Liða 22 Bartal S. Petersen Álop 11 Bjarki Nielsen 15 Ivan Knezevic 23 Rasmus Dan Sørensen Venjari Sorin Anghel Hjálparvenjari Dimitrije Jankovic Tilgongd Ivan Knezevic, Árni G. Olsen, Tóki á Lofti, Absalon Eliasen Frágongd Teitur Jóannesarson ARGJA BÓLTFELAG Roknað út frá fólkagrundarlagnum eiga tað at vera í minsta lagi trý feløg í fremstu fót­ bólts­deildini – ella kanska fýra. Higartil hevur tað gingið striltið hjá triðja møguleikanum at vinna fast pláss við borðið hjá teimum bestu. AB hevur tríggjar ferð­ir áður roynt seg í bestu deildini. Fyrsta roynd­in vardi í eitt ár, onnur royndin vardi í tvey ár, og triðja royndin var í fýra ár. Eftir steðg í næstbestu deildini í eitt ár fer AB nú at royna seg í bestu deildini á fjórða sinni. Meðan tað undanfarnu ferð­ irnar hava verið nógvir fremmandir spæl­ ar­ar á AB liðnum, so verða tað hesa ferð fyri tað mesta spælarar, ið eru uppvaksnir í felagn­um, sum fara at royna seg. Argjamenn hava dyrgt eftir styrki aðra staðni frá, men higartil hevur tað ikki eydn­ ast at fáa spælarar til felagið, sum hava nógv­ar royndir, og sum seinnu árini hava verið lyklaspælarar í øðrum feløgum. Ein av stóru avbjóðingunum hjá argja­ monnum hevur aftur og aftur víst seg at vera, at evnaríkir spælarar flyta av land­ inum, eftir at teir í 17-20 ára aldri hava víst, at teir eru evnaríkir og hava havt møguleika at verða stuðlar í barndómsfelagnum. Lestur á flatlondum hevur við sær, at teir í mesta lagi eru við í kappingini um pláss á AB liðnum í summarfrítíðini frá lestrinum. Sorin Anghel er nýggjur venjari á Argjum. Hann er ættaður úr Rumenia og kom til Føroya í 2001. Síðani hevur hann vunnið nógv gull og skreyt sum spælari, og tey bæði undanfarnu árini var hann hjálp­ar­ venj­ari og spælari, tá ið Víkingur vann FM. 2013-2015 var Sorin spælari á Argjum, og harvið kennir hann felagið, og nú er leik­ lut­urin hjá honum at syrgja fyri, at besta liðið fer at megna at varðveita plássið í bestu deildini. Hetta er ivaleyst størsti setn­ ing­urin, sum Sorin er farin undir í føroysk­ um fótbólti. Hjálparvenjari er Dmitrije Jankovic, sum í fleiri ár var AB miðverji. Veteranurin Heðin Stenberg og Áki Dahl eru málverjar, og úti á vøllinum eru tað teir, sum í fjør vóru við til at vinna næstbestu deild­ina. Eftir trilvandi byrjan vann AB næst­bestu deildina sera sannførandi. Í verjuni eru tað Sørin N. Samuelsen, Jónas Stenberg og Beinir Henrsiksen um­ framt Hørður Tórsson og Absalon Eliasen, sum er nýggjur í felagnum, og Árni G. Olsen, sum higartil hevur spælt í EB/ Streymi. Á miðvøllinum eigur Bárður Olsen nógv flestar royndir. So eru tað Tóki á Lofti, sum í fjør var í EB/Streymi, Bjarni Skála, Teitur D. Olsen, Mikkjal T. Hentze, Filip í Liða, Bartal S. Petersen og Jobin Drangastein, sum man vera tann av miðvallarunum, ið hevur flest royndir í AB búnanum. Í fremstu røð er Bjarki Nielsen, sum í fjør skoraði nítjan mál og var toppskjútti í næst­ bestu deildini, Rasmus Dan Sørensen og so 32 ára gamli Ivan Knezevic, sum er ættaður úr Montenegro, og sum 2005-2008 spældi trettan ferðir á U-21 landsliðnum, har hann skoraði fimm mál. Karmarnir eru góðir, nevndararbeiðið er støðugt, og áskoðararnir eru trúgvir. Eld­ sál­irnar leggja nógv fyri, og einki er at ivast í, at tað fer at eydnast at vinna fótafesti í bestu deildini. MEISTARI (0) Ongantíð STEYPAVINNARI (0) Ongantíð GREIPUVINNARI (0) Ongantíð Í BESTU DEILDINI (8 ÁR) 2007, 2009-10, 2013-16, 2018- Í EUROPA (0) Ongantíð ARGJA BÓLTFELAG STOVNAÐ 15. AUGUST 1973 FORMAÐUR Doris V. Rasmussen 10 V I T T I P P A HÓPURIN Argjamenn dúva fyri tað mesta á spælarar, ið eru uppvaksnir í felagnum, og sum nú bíðar størri avbjóðing enn nakrantíð áður SORIN ANGHEL STÝRIR TRIÐJA MØGULEIKANUM