Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-06, síða 68
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mars 2018síða 68

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

44 FÓTBÓLTUR 2018 FÓTBÓLTSBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM LYKLASPÆLARI Bárður Olsen 32 ára gamli miðvallarin er royndi spælarin á AB- liðnum. Hann er bindiliðið á miðvøllinum, sum skal fáa samanhang millum verjuna og álopið. Er hann væl fyri er hann lyklaspælarin á AB-liðnum, sum teir skulu gera sær nakrar vónir um at yvirliva. GJØGNUMBROTIÐ Bjarki Nielsen 19 ára gamli Bjarki Nielsen bleiv toppskjútti í fjør við 19 málum í 1.deild. Hann er vongur, hevur góðan teknikk og gott eyga fyri málinum. Hevur longu roynt seg níggju ferðir í bestu deildini, tá AB flutti niður í 2016. VENJARIN Sorin Anghel Hetta er fyrsta uppgávan hjá Sorin Anghel sum høvðusvenjari í bestu deildini. Hann hevur havt ein góðan lærumeistara í Sámal Eriki Hentze. Sorin Anghel er frískur í føroyska fótbóltsheiminum. Hann spældi so seint sum í fjør. MÁLIÐ At yvirliva Argjamenn er í løtuni favorittar at flyta niður. Málið verður heilt víst at yvirliva í bestu deildini, men fyri fyrstu ferð tykist tað sum, at yvirliving ikki alstróan týdning, tí liðið fyri tað mesta mannað við argjamonnum. - Eg havi altíð følt, at AB er mítt. Tá pápi mín hevur verið ein so stóru partur av felagnum, so er lætt at føra tann kærleikan víðari HEÐIN STENBERG: LÆTT AT FØRA KÆRLEIKAN VÍÐARI Tá AB manglaði fólk á nevndarfundi fyri einum ári síðani, bjóðaði Heðin Stenberg seg fram, hóast hann tá var málverji í felagnum. – Tað er lætt at føra kærleikan víðari, sigur málverjin TRÓNDUR ARGE Tað er innkallað til eykaaðalfund í feburar 2016. Tað gongur illa at manna nevndina í Argja Bóltfelagi, tá Heðin Stenberg velur at bjóða seg fram. Heðin Stenberg er sonur Tórálv Stenberg, sála, sum var formaður í felagnum frá 2000 til 2006. - Eg havi altíð følt, at AB er mítt. Tá pápi mín hevur verið ein so stóru partur av felagnum, so er lætt at føra tann kærleikan víðari - um tú kanst kalla tað tað, sigur Heðin Stenberg, sum síðani hevur verið nevndarlimur í AB. -Tað eru fleiri, sum halda tað er ov krevj­ andi at sita í nevnd, men um vit eru fleiri, ið hjálpast at, so er tað ikki so krevjandi, sigur 29 ára gamli málverjin hjá AB. Hann ásannar tó, at tað verður ógjørligt at sita í nevndini, tá liðið nú aftur er í bestu deildini, har krøvini eru nøkur heilt onnur. - Eg fari úr nevndini nú, tí vit spæla aftur í bestu deildini. Tað haldi eg eri skilabest. Eg arbeiði fulla tíð og vit venja væl meiri í ár, sigur argjamaðurin. Argja Bóltfelag hevur aðalfund aftur í næstum. Á Argjum er tað FC Argir, ið rekur besta liðið. ÁLEYPARIN BLEIV MÁLVERJI Hann er møttur nakað fyrr til venjing hendan dagin, fyri at fáa stundir til at práta um AB og árið í ár. Heðin Stenberg er lættur í sinni. Tað er sjáldan langt til næsta smílið ella spísku viðmerkingina. Hann er partur av fyrsta ættarliðnum, sum hevur AB heilt tætt at hjartanum, og hevur møguleika at vísa tað á hægstu rók í føroyskum fótbólti. Í dag kenna vit Heðin Stenberg sum málverja, men sum yngri dámdi honum eisini væl at spæla í álopinum. Hann minnist enn dagin, tá hann endaliga valdi at blíva málverji. -Vit vóru til kapping í Danmarkar og spældu bronsudyst, tá tað endaði við brots­ sparks­kapp­ing. Babba koyrdi meg í mál og vit vunnu. Eg bjargaði trimum brots­spørk­ um og skoraði eitt. Tá vit koma aftur til Føroya standi eg í mál, sigur Heðin Sten­berg bros­andi. Málverjin ger tó framvegis brúk av sín­um eginleikum sum áleypari. So seint sum í 2015 skoraði hann tvey mál. Eitt í lands­ kapp­ingini og eitt í steypakappingini. Serliga tað í lands­kappingini kom væl við, tá hann javnaði í 96. minutti móti FC Suðuroy. -Eg fór framvið til horna. Vit fingu síðani innkast og tá bólturin so kom innfyri var eg fyrstu á og skoraði. Tað var fantastiskt, sigur málverjin. Málið fekk stóran týdning, tí AB endaði við at yvirliva. Bara tvey stig frammanfyri FC Suðuroy. -Eg trúgvi altíð upp á at eg vinni bóltin. Eg eri oftani komin framvið og oftani fingið okkurt á bóltin. Tað er nokk fyrimunurin við at verða fyrrverandi áleypari, sigur Heðin Stenberg. Hitt málið skoraði hann í steypakappingini móti NSÍ í umdystinum. FYRSTA VERULIGA AB-ÆTTARLIÐIÐ Heðin Stenberg er partur av fyrsta ættar­ liðnum, sum av álvara gjørdi um seg sum AB’arar. Á liðnum vóru spælarar sum Dion Splidt, Rógvi Poulsen, Rógvi Holm, Rói Daniel­sen, Dánjal Rói Olsen, Jobin Dranga­ stein, Tummas Justinussen, Martin Midjord og Teitur Jóannesarson. Allir hava teir spælt í bestu deildini, men í dag eru bara tveir mans eftir. Heðin Stenberg og Jobin Dranga­ stein. -Tað var ein góður árgangur, men eitt sindur spell at vit ikki eru í AB í dag. Tí tað hevði heilt víst verið eitt gott lið, sigur mál­ verjin og gjøgnumgongur fleiri av nøvn­un­ um. Allir hava spælt á besta liðnum hjá AB, men tað hevur verið eitt sindur ymiskt hvussu nógvar dystir og nær teir hava spælt. Onkir eru farnir víðari tíðliga, men aðrar hava verið aðrastaðni kring landið. -Hetta kanska fyrstu ferð, at satsa verður so greitt upp á teir spælararnar, ið hava flutt felagið upp, men ikki hava so nógvar royndir í bestu deildini. Fleiri av yngru spælarunum hava ongar royndir í bestu deildini, tað er ein avbjóðing, tí ongin kemur inn og hjálpur okkum at skifta gear, sigur Heðin Stenberg, sum heldur at av tí sama, so er samanhaldið ein styrki. -Á Argjum ræðast vit ikki at verða und­ ir­tippaðir. Vit hava fyrr yvirlivað, tá onnur hava dømt okkum úti, sigur Heðin Stenberg at enda.