hósdagur 8. mars 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tá tað privata byggir 414 nýggj hot
elkømur í Føroyum – hví skulu Lív og
Atlantslog so eisini byggja?
Sjálvt um løgmaður ikki sær tað sum ein trup
ulleika, at almenna partafelagið Atlantsflog
byggir hotel og harvið fer í kapping við privatu
hotelvinnuna í Føroyum, so tykjast tingfólk
ikki at vera samd við løgmanni.
Tingfólk úr andstøðuni tvíhalda um, at
Atlantsflog sum eitt alment partafelag ikki
skal kappast á privata marknaðinum. Og Kári
P. Højgaard úr Sjálvstýri vísti á, at hetta kann
elva til mótstøðu ímóti Atlantsflog, og at hot
elvinnan er ikki eitt virkisøki, Atlantsflog skal
fara upp í.
Eisini úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi
hoyrdust kritiskar røddir. Bjørt Samuelsen
helt, at ein váðameting eigur at verða gjørd
– og vísti á vandan, at um hotellið gongur illa
kann tað ganga út yvir bæði Atlantsflog og Lív.
Hilbert Elisson úr Javnaðarflokkinum ivaðist
eisini í ætlanini og spurdi, um tað er rætt, at
almenn partafeløg soleiðis fara at liva sítt egna
lív.
Tað var Bill Justinussen, sum spurdi løg
mann um málið í tinginum mikudagin.
Og tingmaðurin hevur rætt í, at tað er ein
stórur trupulleiki, tá tað almenna fer í kapping
við privata vinnulívið. Tí ljóðar tað nærmast
naivt, tá løgmaður tvíheldur um, at tað er eing
in trupulleiki, at almenna felagið soleiðis fer
í kapping við tað privata – ikki minst tá hann
samanber við hotelvirksemið hjá skandinav
iska flogfelagnum SAS. Í norðurlondum eru
hotel í túsundatali, harav SAS bara eigur nøk
ur fá. Tí verður kappingaravlagingin ikki eins
stór, sum á viðbrekna marknaðinum í Føroy
um, sum nústani fer at vaksa. Atlantsflog er
at meta sum ein lítil skúlakiosk í mun til SAS.
Men landið eigur 100 prosent av Atlantsflog,
og tí kann Atlantsflog at kalla ikki fara á húsa
gang. Tað er »motorvegurin av landinum« ov
týdningarmikil til.
Tí er tað eisini ein óheppin blanding og
ein óneyðugur váði, sum felagið verður sett í.
Vinningurin av hotelvirksemi er í besta fall so
lítil, at hann einki munar hjá flogfelagnum.
Men marknaðarparturin hjá Atlantsflog og
Lív – serliga um veturin, kann verða so mikið
stórur við fyrimununum hjá Atlantsflog, at
einki verður til hini hotellini í lágárstíð.
Bara tað, at privata vinnan hevur sett
gongd í at byggja 414 nýggj hotelkømur næstu
tvey árini átti at sagt tí liberala vinnumálaráð
harranum, at tað er nóg mikið í fystu syftu.
Skótafylki Sigmund
Brestissonar skipar
fyri Grækarismessu
haldinum í Havn,
sunnudagin, har skótarnir saman við borgarum
í býnum heilsa várinum og flytifuglunum
vælkomnum til landið. Frá gamlari tíð er sagt,
at tjaldrið, tjóðfuglur okkara kemur á Grækar
ismessu.
Klokkan 14.45 fer skrúðgongan úr Vágsbotni
og gingið verður eftir Bøgøtu, síðani eftir Trónd
argøtu, Niels Winthersgøtu, Steinatún, Niels Fin
sensgøtu oman á Vaglið. Grækarismessuhaldið
verður á Vaglinum í
Havn klokkan 15.
Í ár verður tað
Marius Rein, ið heldur
Grækarismessurøð
una.
Tá tað almenna ger tí privata fortreð
Marius Rein
heldur røðuna
Grækarismessa
Les eisini blaðið
á telefonini
Bosse á súkklu
eftir hvítvíni
Høgni Djurhuus
baksíðan
Gott at onkur
rindar skatt
Hans Jákup Mikkelsen
Tíðargrein síða 18-19
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Fyrsta kvinna í Føroyum, sum var politikari,
var Johanna Mortensen á Tvøroyri, sum varð
vald í sóknarstýrið í Frodebo Sogns Kom
mune í 1918
Tað tók drúgva tíð frá tí at kvinnu fyrstu
ferð kundu veljast á ting í 1918, til Jona Hen
riksen sum fyrsta kvinna fekk fast sæti á
Føroya Løgtingi í 1975. Hon fekk sæti tá sum
varafólk fyri landsstýrismann. Ikki fyrr enn í
1978 vórðu fyrstu kvinnur valdar á ting, Jona
Henriksen úr Javnaðarflokkinum og Karin
Kjølbro úr Tjóðveldisflokkinum.
Ta søguna kenna vit. Eisini at Malla
Samuelsen í Havn var fyrsta kvinna, sum
yvirhøvur hevði sæti á tingi, tá hon eitt skfiti
í 1964 var inni sum varafólk fyri Marius Jo
hannesen úr Sjálvstýrisflokkinum.
Men fyrsta kvinna í Føroyum, sum
var politikari, var Johanna Mortensen á
Tvøroyri, sum varð vald í sóknarstýrið í
Frodebo Sogns Kommune í 1918.
– Omma verður altíð gloymd, tá fjølmiðlar
tosa um fyrstu kvinnuna í politikki í Føroy
um. Tað haldi eg vera spell. Tí hetta var longu
sama árið, sum kvinnur á fyrsta sinni sluppu
at velja til løgtingsval, sigur Tryggvi Sondum,
sum er ommusonur Jóhonnu Mortensen.
Johanna Carolina Mortensen f. Poulsen
var úr Skopun. Hon var dóttir Jóan Paula
Poulsen, sum var sonur fyrsta niðursetum
annin í Skopun, Jóhan Hendrik Poulsen úr
Hesti og Katrinu f. Dalsgaard, dóttir Jóannes
Dalsgaard, Dalsgaardsbóndan í Skálavík. Jó
hanna fór 19 ára gomul á læraraskúla í Havn
og tók prógv í 1887. Hetta var fyrstu ferð
kvinnur fingu prógv sum lærarar.
Jóhanna
starvaðist
sum lærari
við komm
unuskúlan
í Quillings
garði í Havn
í eini 8 ár.
Í 1895
giftist hon
við Daniel
Johan
Mortesen,
skipara,
í Froðba,
og tey settu
búgv á
Tvøroyri við
Sílánna.
Á Tvøroyri hevði Jóhanna í mong ár
privatskúla, og hon var eisini vikarur við
skúlan har av og á, tá onkrum lærarar barst
frá.
Til hetta søguliga kommunuvalið í
Froðbiar sókn í 1918 vóru fýra vallistar. Á val
lista a vóru hesi valevni:
Tømrer daniel Johan strøm, Trangisvaag
Politibetjent Martin Christiansen, Tveraa
Lærerinde Johanne Mortensen, Tveraa
Stenarbejder Niels Peter Vang, Frodebø
fyrpasser Hans Jacob Poulsen, Ørdevig
Á næsta kommunuvali í 1922 stillar
Johanna ikki upp aftur.
Tá er einki konufólk millum valevnini
ella stillarar.
Í gjár – 8. mars – var altjóða kvinnudagur.
Jóhanna var fyrsta kvinna
í føroyskum politikki
Jóhanna Mortensen, var
vald í kommunustýrið í
Froðbiar sókn í 1918
9. mars 2018