Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-08, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. mars 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 32 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. MARS 2018 SOSIALURIN 29 32 Bosse á súkklu eftir hvítvíni Høgni Djurhuus fekk Móðurmáls­ virðislønina 2012 F yri hundrað ár­ um síðani, nei, tvætl, tað var í 1973 (tað eru tó næst­an hundrað ár síð­ani) var eg í Den rejs­ende højskole. Hann var tá flutt­ ur av Fanø, har hann byrjaði, til Tvind í Norðurjútlandi. Tætt við lítla býin Ulfborg. Úti á bølandinum, tey siga har niðri og langt úti. Ætlaði at fara til India við nøkr­ um fólkum, sum eg fann í lýsing í Information. Men tað varð sum frá leið av ongum, so eg fór í staðin fyri í Den rejsende højskole. Har skuldi alt avgreiðast í full­ ari semju. Í plenumi, og tey vóru long, vardu oftast heilan dag, tí øll skuldu verða samd. Atkvøðugreiðslur vóru for­ bodn­ar. Tær vóru meiri­luta­eina­ ræði, meiri­luta­diktat­urur. Meirilurin ræður í einum demo­kratii, men bara ikki har í Tvind. Har var meirilutin eina­ræði. Vit sparkaðu anark­ist­ iskan fótbólt í frí­kort­er­ un­um. Fótbóltur uttan regl­ur. Hann lærdu vit av teim­um, sum lósu til lær­ara á Det nødvendige seminarum, sum eisini var har í Tvind. Ein sunnudag keddu vit okkum. Ein svii, haldi hann kallaðist Bosse (fornavn ikki eftirnavn), og eg tóku hvør sína súkklu og fóru út í bølandið. Súkklaðu eina góða løtu, hann súkklaði skjótt, sviin. Tey áttu at kalla meg hvirl­ una, segði hann á svenskum, sum eg ikki dugi at endurgeva rætt. Vit funnu so tað, vit leitaðu eftir, ein handil, ein keypmann. Gjørdu, sum gjørt varð tá. Fóru aftur um handilin og bankaðu á dyrn­ar har vóru. Tá búðu keyp­ mað­urin og húski hansara aftan fyri handilin ella yvir honum. Hann var heima, tíbetur, og vit keyptu tvær fløskur av bíligum hvit­víni frá honum. Súkklaði av stað aftur, til vit funnu eitt gott stað at seta okkum at drekka. Sótu har millum trøini ein gráan sunnudag í mai og drukka bíligt hvítvín av fløskuni og hugs­aðu um alt annað enn Tvind og demokrati. Haldi ikki, útferðin fekk nakar avleiðingar, aðrar enn timburmenn av bíligum hvítvíni. Eingin sá okkum taka súkklur og fara. Eingin sá okkum koma aftur. Ella hava tey hildið, at vit vóru so sunnir og hugsaðu um heilsuna. Hetta var ein serlig ferð, ein góð ferð, minnist eg enn, 45 ár seinni. Vit sótu úti í skóginum og drukku hvítvín. Súkklurnar lógu við vegin. Hetta var ein fríløta frá demo­ kratiska heilatváttinum. Vit vóru í lívinum eina løtu. Vit saknaðu lívið. Og funnu tað har í norðurjútska skóginum. Vit tóku okkum frælsi, sníktu okk­um og fóru út í ein gráan sunnu­dag eina løtu seinnapart. Funnu heim aftur í skúlan og so í plenum, minnist ikki um hvat. Kanska var tað um, hvør átti at vaska trappuna við eina lon. Kanska var tað enntá lonin, har sum eg og svenskarin svóvu. Veit ikki, hvat bleiv av Bosse. Haldi, hann gavst, áðrenn vit fóru út at koyra til India i gomlum buss­ um. Í bussunum helt demokratiið fram. Men við teimum umstøðum, sum har vóru, var ringt at handfara og umsita tað. Demokrati kann bara brúkast, tá umstøðurnar eru út í æsir góðar. Og tá kann tað heldur ikki brúk­ ast, hóast nógv lættari er at reypa av tí tá. Bosse er uttan iva farin aftur til Svøríkis, har sum demokratiið er í hásæti. Har sum ráðharrar verða dripnir í gøtunum. Einasta land á okkara leiðum, sum slíkt hendir. Men tað var ikki Bosse, tí hann var ein friðarmaður, hóast hann súkklaði sum eitt ørt á donsku veg­unum. Okkara útferð varð ikki nevnd á dagliga alfundinum. Eg drekki eina skál fyri Bosse her í frælsinum, í reyðvíni tó, hon verður, tí eg drekki helst ikki hvít­ vín, uttan í neyð. Mangt verður í neyð­ini nýtt. Nakað sum Nonnuskúlin hann var, Den rejsende højskole. Høgni Djurhuus Nógv fólk hava sent sam­kenslu­ kvøðu Umleið 150 føroyingar hava skrivað í samkenslubókina í sambandi við deyða Heindrikk prins S einastu vikurnar hava fólk havt høvi at skriva eina samkenslukvøðu til kongshúsið í sambandi við, at Heindrikkur prinsur doyði, og sambært ríkisumboðnum eru tey mong, sum hava nýtt høvið. - Eg vil meta at okkurt um 150 fólk hava skrivað í bókina, sigur Lene Moyell Johansen, ríkisumboð.   Kondolansubókin lá fyrst frammi hjá Ríkisumboðnum í Havn, men síðani hevur hon ferð­ ast kring landið. - Vit settu okkum í samband við nakrar kommunur og spurdu, um tey vóru áhugað í at fáa bókina og fleiri tóku av. Eg síggi eisini, at í øllum støðunum, sum bókin hevur verið, eru fólk komin og hava skrivað eina heilsan, sigur hon.  Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk skriva. Onkur hevur bara skrivað navn sítt í bókina, meðan onnur hava skrivað longri heilsanir og mill­um annað greitt frá teirra minn­um av prinsinum, sála. - Fólk hava í fleiri førum eisini vent sær til okkara og greitt frá, hvussu væl teimum hevur dámað Heindrik, prins. Nógv siga, at tey halda, at hansa lyndi hevur passað væl til føroyska fólkið, sigur Lene Moyell Johansen. Onkrir skúlaflokkar hava eisini nýtt høvi at senda eina heilsan og hava teknað nakrar tekningar, sum nú verða sendar til Kongshúsið saman við kondolansubókini. Samkenslubókin hevur ferðast kring landið