Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. mars 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 12. mars 2018 · Nr. 30 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR FÝRA FINGU DEBUT Av øllum leikarunum á vøllinum í Gundadali sunnudagin, vóru tað fýra leikarar, ið fyri fyrstu ferð royndu seg í bestu føroysku deildini. Talan var í øllum fýra førunum um leikarar frá KÍ. Har spældu útlendsku Deni Pavlovic, Ronni Møller Iversen og Boris Dosljak, allir sín fyrsta dyst, meðan 16 ára gamli Óli Eyðsteinsson Poulsen eisini gjørdi tað. Hóast nógva útskifting í leikarahópinum í vetur, vísti KÍ sannførandi taktir í klassikaranum móti HB í Gundadali sunnudagin. Sigurin var nærri við at vera størri, enn at HB fekk minkað um munin André Olsen KÍ, sum av mongum verður mett sum ein av stóru FM-biðlunum til kapp­ingar­árið í Betri-deildini, fekk sunnu­dag­in eina flúgv­andi byrjan, tá teir vunnu klassik­aran móti HB í Gunda­dali við 3-0. Hóast lít­ið bendi á so greið­um sigri í hálv­leikinum, var sigur­in hjá KÍ saman­um­tik­ið fult uppi­bor­in og ikki eitt mál ov stór­ur. 16 ára gamal fekk dreyma debut Á KÍ liðnum sunnudagin vóru fleiri nýggj andlit í mun til farna kappingarár. Deni Pavlovic og Óli Eyðsteinsson Poul­sen vóru nýgg­ ir í verju­parti­num, Ronni Møll­ er Iver­sen var nýggjur á ytsta mið­vallar­plássinum og frammi í álopi­num var Boris Dosljak, eisini nýggj­ur. Og teir komu allir fýra væl frá upp­gávuni í teirra fyrstu dyst­um. Tveir av teimum – teir sum spældu offensivt á vølli­num - áttu antin mál ella upp­legg, og í verjupartinum vóru Deni Pavlovic og Óli Eyð­steinsson Poulsen eisini sann­førandi. Fyri 16 ára gamla Óla Eyðsteinsson Poul­sen var talan enntá eisini um fyrsta dystin í bestu deildini nakrantíð, og hóast ungi og evnaríki leik­arin upprunaliga er mið­vallar­leikari, smæddist Óli Eyð­steinsson Poulsen ikki burt­ur á nýggju positiónini sum vinstri bakkur. Í fyrra hálv­leiki var hann fleiri ferð­ir í truplum støðum í verjupartinum, tá væl upp­lagdu HB leikararnir, Adrian Justinussen og Jógvan Rói Davidsen í fleiri før­ um bjóð­aðu av, men sum dyst­urin leið, fekk ungi klaks­vík­ing­ur­in alsamt betri tak á í verju­parti­num, og tá saman­um­kom var talan nær­ um eina dreyma debut hjá unga klaks­víkinginum. HB ongantíð vandamikið – KÍ kundi vunnið størri Í Gundadali sunnudagin, var tað annars heimaliðið úr HB, ið byrjaði dystin betri. HB leikararnir komu væl út til dystin og sótu nógv á bóltinum fyrstu løtuna. Serliga skiftini frá Magnus Egilsson, ið spældi sum vinstri miðverji, út til høgra miðvallaran, Adrian Justinus­sen, vóru vandamikil fleiri ferðir í fyrra hálvleiki. Men sjálvt um talan var um nógvar góðar støður í høgru síðuni hjá HB, spurd­ist tað ongantíð nakar serliga vanda­mikil málmøguleiki burturúr góðu støðunum. Sum fyrri hálvleikur leið, kom KÍ alsamt betur við í dystin. Og nærum fyrstu ferðina at KÍ var vandamikið, bragdaði eisini hjá klaksvíkingum. Semir Hadzibulic, ið var burturúr dagsins leikari, helt væl uppá bóltin í høgru síðu hjá KÍ, og smekkaði bóltin innfyri til nýggja áleyparan frá Montenegro, Boris Dosljak, ið takkaði fyri. Við frálíkum skotið, legði hann KÍ á odda 1-0, tá 22 minuttir vóru farnir av dystinum. Og so stóð KÍ fyri tí mesta restina av dystinum. Í fyrra hálv­ leiki var tvær ferðir um reppið at KÍ økti um leiðsluna, og tíðliga í seinna hálvleiki setti KÍ av álvara punkt­um fyri dystin, tá fyrst Semir Hadzibulic og síðani Páll Klettskarð ávikavist løgdu KÍ á odda 2-0 og 3-0, sum eisini varð endaliga úrslitið av dysti­num. Sigurin hjá KÍ var nógv nærri við at vera størri, enn at HB fekk minkað um munin, tí HB hevði ikki ein einasta vandamikla møgu­ leika í dystinum. Miðverjan var munurin HB liðið sum spældi sunnudagin, var eisini nógv broytt í mun til kapp­ingarárið í fjør. Miðverjan hjá HB sunnudagin var heilt nýggj, har ungu og lokalu, Hjalti Kára­son Djurhuus og Magnus Egils­son, fyri fyrstu ferð royndu seg sam­an. Á vinstra bakki var Daniel Johan­sen eisini nýggjur – hann spældi í fjør fyri tað mesta á sentrala mið­vølli­ num. Á sentrala mið­vøllinum var Dan í Soylu nýggjur, men longur frammi á vøllinum, minti HB liðið nógv um liðið frá í fjør. Har spældu sunnu­dagin Aleksandar Stankov, Sebastian Pingel, Símun Samuelsen og Adrian Justinussen. Unga og lokala miðverjan hjá HB, ið annars byrjaði dystin fínt, var kanska stóri munurin á báðum liðunum. Tí í fleiri førum kundu spurnartekin setast við gerðirnar hjá miðverjunum hjá HB, meðan KÍ miðverjan við Hørði Askham og Deni Pavlovic – sum báðir eru tveir royndir miðverjuleikarar, nærum ikki settu ein fót skeivan allan dystin. Bæði liðini manglaðu profilar Tó skal takast við, at HB manglaði tveir sentralar leikarar í verju­parti­ num sunnudagin. Bartal Wardum, sum í ár fær ábyrgdina sum stýri­ maður í verjuni hjá HB, sat sunnu­ dag­in uttanfyri við skaða, og tað gjør­di nýggi íslendski leikarin, Brynjar Hløðversson eisini. Brynjar Hløð­versson er ætlaður at spæla verju­kenda plássið á miðvøllinum fyri HB. KÍ manglaði eisini tveir lutfals­liga líka stórar profilar sunnudagin sum HB gjørdi, tí fasta valið á vinstra bakki, Ísak Simonsen, var ikki við sunnu­ dag­in, og tað var nýggi kroatiski verju­leik­arin, Marko Dusak heldur ikki. Har­aftur­at var nýggi miðvallarin, og lið­skiparin á U21 landsliðnum, Hákun Edmundsson, heldur ikki við KÍ sunnudagin. Dysturin gevur tí greiðar ábendingar um, at KÍ betur hevur ráð at hava leikarar sitandi uttanfyri við skaðum í mun til HB, ið ikki hevur somu breidd í dygd. KÍ í støðugari menning Samanumtikið gav dysturin sunnu­ dagin ábendingar um, at flagg­ skipið hjá klaksvíkingum – besta liðið hjá monnum – í løtuni hevur greitt tak á arvafíggindanum HB. Klaksvíkingar hava í fleiri ár undir leiðslu av Mikkjal Thomas­ sen støðugt ment seg til eitt av oddaliðunum í føroysku kapp­ing­ini, og útfrá dystinum sunnudagin, verður KÍ aftur hetta kappingarárið millum avgjørdu FM-biðlarnar í kapp­ingini, meðan HB helst ikki verður tað. andre@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... KÍ SANN­FØRDI Í FYRSTU ROYNDINI