týsdagur 13. mars 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ØLL MUGU RINDA
TIL VÆLFERÐINA
Sjálvt um Hans Jákup Mikkelsen, stjóri mælir til, at øll skulu rinda skatt, so ber ikki til at broyta
dupultskattaavtalurnar, sigur landsstýriskvinnan
Árni Gregersen
-Tað er so umráðandi, at vit liva í
einum samfelag, har øll rinda skatt.
Soleiðis segði Hans Jákup Mikk
elsen, stjóri í Marine Harvest, í
Vikuskiftis Sosialinum.
Hann segði hetta í sambandi við,
at hann var raktur av heilbløðing í
fjør, men júst tí vit búgva í einum
vælferðarsamfelag,
fekk
hann
skjóta og góða hjálp og er fysiskt
við at vera komin fyri seg aftur.
-Vit mugu øll vera við til at lyfta
og gjalda, sigur hann og staðfestir,
at ongin má sleppa at melda seg úr
felagsskapinum.
Í einari tíðargrein í sama blað
vísir Hans Jákup Mikkelsen á, at
fleiri føroyingar sigla úti undir
serligum skattaskipanum og tey
gjalda ikki til vælferðarskipanina,
sum vanligir føroyingar gera.
Tað er eisini staðfest, at hesi
ikki gjalda fullan skatt til føroyska
felagskassan.
Smábroytingar á veg
Landsstýriskvinnan við fíggjar
málum, Kristina Háfoss, Tjóðveldi,
hevur lisið bæði tíðargreinina og
samrøðuna við stjóran í Marine
Harvest.
Hon er sjálvandi vælvitandi um,
hvussu skattaskipanin virkar og
at tað eru nógvir føroyingar, sum
virka undir serligum skipanum.
-Hetta byggir í stóran mun á
dupultskattaavtalur, sum vit hava
við onnur lond, sigur hon
Ein skipan er millum norður
lond, sum arbeitt verður við at
broyta nú.
Núgaldandi skipan hevur við
sær, at tey sum arbeiða í øðrum
norðurlondum gjalda skattin har
og tað er so tann skatturin, sum
verður goldin.
Ætlanin er at skifta til eina aðra
skipan – eina kredit-skipan. Hon
ger, at tú skalt gjalda skatt í land
inum tú arbeiðir í, men betalir tú
minni har enn í Føroyum, so skalt
tú gjalda restina í Føroyum.
Tann mest vanliga skipanin er,
at tey hava ein botnfrádrátt upp
á 120.000 krónur og so gjalda tey
35 prosent av restini í skatti í Før
oyum.
Felagsskapurin
Hans Jákup Mikkelsen greiðir í
samrøðuni við Sosialin og í tíðar
greinini frá, at heilabløðingin lat
eygu hanara upp fyri, hvussu tað
er at vera ein av teimum veikastu í
samfelagnum og onki kunna sjálv
ur.
Hetta ger sjálvandi, at tað er
umráðandi, at øll gjalda skatt, tí
pengarnir skulu brúkast til væl
ferðarsamfelagið.
Eisini sigur hann, at tann løn,
sum verður útgoldin og tann skatt
urin, sum arbeiðsgevararnir gjalda,
eru grundarlagið undir vælferðar
skipanini. Tí er tað avgerandi, at
so stór virðir sum møguligt verða
skat.
-Tað er hesum virðum, vit skulu
liva av, skrivar Hans Jákup Mikk
elsen.
Hann ledggur afturat, at tað ikki
bert er til sjúkrahús og heilsuverk
vit gjalda, men vit gjalda eisini so
onkur undirvísir børnum okkaraz
og so onkur kann ansa teimum
eldru. Hann nevnir, at tey, sum ikki
gjalda fullan skatt í Føroyum, eisini
eiga børn og ofta gomul foreldur.
-Tey kunnu eisini enda í somu
støðu, sum eg: sum ein av okkara
veikastu, leggur hann afturat.
Skipanin er galdandi, sum vit
kenna hana, men ongi útlit eru fyri
at hon verður broytt í bræði.
-Nei, norðurlendska skipanin
verður helst broytt, men restin
verður neyvan broytt nú, sigur
landsstýriskvinnan við fíggjarmál
um.
Kristin Háfoss leggur afturat, at
viðhvørt er tað gott fyri føroyska
samfelagið, at føroyingar fara út
í heim at arbeiða og tá eggja vit
teimum til. Aðrar tíðir hava vit
brúk fyri øllum í Føroyum, og tá
vilja vit hava tey heim.
-Men at broyta skattalógina í tíð
og úrtíð, er neyvan skilagott, sigur
Kristina Háfoss.0
POLITIKKUR