týsdagur 13. mars 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31
STARVSMARKNAÐUR
www.klaksvik.fo
N. Pálsgøta 32 • FO-700 Klaksvík
Tel. 41 00 00 • Fax. 41 00 01 • klaksvik@klaksvik.fo
Søkt verður eftir námsfrøðiligum
stuðli á umleið 10 tímar um vikuna til
Barnaverndartænastuna í Norðoyggjum
Starv sum stuðul er leyst at søkja og verður sett
skjótast gjørligt. Starvið er tíðaravmarkað til 6 mðr. við
møguleika fyri leingjan.
Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv sum
námsfrøðisligur stuðul hjá einum ungdómi.
Arbeiðið umfatar m.a. at hjálpa, vegleiða, stuðla og
stimbra ungdóminum og familjuni.
Í starvinum kann væntast nakað av samskifti
og samstarv við aðrar samstarvsfelagar. Her
verður serliga hugsað um samstarv við familjuna,
Barnaverndartænastuna og skúlar.
Vit vænta, at tú ert ábyrgdarfull/ur, miðvís/ur og kanst
arbeiða sjálvstøðugt. Tað er ein fyrimunur, um tú
ert jalig/ur av lyndi, dugir at síggja loysnir fram um
forðingar, hevur góð samstarvsevnir og ert fleksibul.
Tað er neyðugt, at tú ert tolin og rúmlig/ur av lyndi,
samstundis sum tú megnar at siga frá og vera
avgjørd/ur í verki.
Barnaverndartænastan umfatar allar Norðoyggjar og
tí er neyðugt at tú hevur koyrikort og bil.
Viðkomandi, ið settur verður, má kunna arbeiða
skiftandi tíðir - lagað til tørvin hjá familjunum.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið er tíðaravmarkað til 6 mðr við møguleika
fyri leingjan, og verður lønt sambært sáttmála
millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
Pedagogfelagið.
Umsókn
Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og
upplýsingum um útbúgving, royndir og revsiváttan,
skulu vera Barnaverndartænastuni í Norðoyggjum í
hendi í seinasta lagi hósdagin 22. mars 2018.
Um neyðugt tilskila vit okkum rætt til ongan av
umsøkjarunum at velja.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
til Urd T. Traðará, sosialráðgeva á telefon
+298 410000 ella á t-post: urdt@klaksvik.fo.
Námsfrøðingur
til Mylnuhúsið
Ert tú námsfrøðingur og opin fyri at arbeiða við
spor pedagogikki, er tað akkurát tær vit sóknast
eftir. Vit hava eitt leyst starv á 35 tímar, at byrja
1. apríl ella skjótast tilber
Um ongin námsfrøðingur søkir, verður hjálpari
settur tíðaravmarkað í staðin.
Um Mylnuhúsið
Mylnuhúsið er ein samskipaður dagstovnur við
vøggustovu, barnagarði og útibarnagørðum. Vit
taka dagliga ímóti 76 børnum í aldrinum 0 – 7
ár.
Í Mylnuhúsinum er pláss fyri, at bæði børn
og vaksin kunnu seta síni spor. Vit arbeiða í tí
dagliga við okkara eygleiðingarevnum, og eru
upptikin av sporunum, ið upptaka børnini.
Sporini nýta vit til at tilrættarleggja verkætlanir,
aktivitetir og spæl í gerandisdagnum.
Vit sóknast eftir fólki ið:
•
eru støðug og virkin
•
hava opið sinn
•
síggja møguleikar fram um mørk
•
taka støði í barninum
•
vísa áhuga og forvitni í tí námsfrøðiliga
arbeiðinum
•
eru opin fyri nýhugsan
•
vilja seta seg inn í spor pedagogikk
•
leggja stóran dent á gott samstarv við
foreldur og starvsfelagar
Lønar- og setanarviðurskifti
Lønar- og setunarviðurskifti eru sambært sátt-
mála millum kommunurnar og Føroya Pedagog-
felag. Meira fæst at vita um starvið við at venda
sær til leiðaran Maju Højsted tlf. 457788 ella
237710.
Umsókn
Umsóknir, saman við upplýsing um útbúgving,
royndir og viðmæli til starvið, skulu vera okkum
í hendi í seinasta lagi týsdagin 20. mars 2018.
Mylnugøta 10 - 700 Klaksvík - mylnuhusid@mylnuhusid.fo
Porkeris Kommuna
Við Á 8
950 Porkeri
E:mail: porkeri@porkeri.fo
Dagrøktarleiðari
- Endurlýsing
Søkt verður eftir dagrøktarleiðara til
dagrøktarskipanina í Porkeri, at arbeiða
hálva tíð.
Arbeiðsuppgávur:
Vit sóknast eftir einum dagrøktarleiðara,
sum hevur hug og hegni at fyriskipa. Da-
grøktarleiðarin skal eisini gera tað ney-
ðuga til, at dagrøktarar og børn trívast væl
í dagrøktarskipanini.
Persónligir eginleikar:
Viðkomandi skal verða fyrikomandi og
duga væl at fara við starvsfeløgunum og
foreldrum.
Fakligir eginleikar:
Viðkomandi skal hava útbúgving sum
námsfrøðingur.
Setanarviðurskifti:
Starvið verður at seta skjótast gjørligt.
Løn og setanarviðurskifti sambært sátt-
mála millum Føroya Pedagogfelag og
Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda
sær til Porkeris Kommunu á tlf. 254430
ella 573520.
Umsóknir:
Umsókn, saman við prógvum og møguli-
gum viðmælum, verða at senda til Porke-
ris Kommunu, Við Á 8, 950 Porkeri ella
e-mail: porkeri@porkeri.fo í seinasta
lagi 19. mars 2018.
Porkeri, tann 5. mars 2018
DREYMASTARVIÐ
FINNUR TÚ Á