hósdagur 15. mars 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
»Eftir at málið um Bjarna Hammer er liðugt,
roynir Sosialurin at flyta fokus og koma við
nýggjum skuldsetingum.«
Soleiðis skrivar Jógvan Páll Lassen, advo
katur hjá Bjarna Hammer, á Vágaportalinum,
sum hevur gjørt seg til part í málinum um at
verja Bjarna Hammer.
Jógvan Páll er royndur í leikum, og hann
veit, at hevur tú ikki eina vatntætta sak, so
er besta verjan álop. Hann avsannar ikki tað,
sum Bjarni Hammer er endurgivin fyri at siga.
Tí so sigur hann ósatt. Hann hevur í staðin
valt at niðurgera Sosialin og annan av høv
undunum av greinini, tí tað passar betur inn í
onkra konspiratiónsteori.
Ein ikki sørt margháttligur framferðarhátt
ur hjá einum advokati at royna at flyta fokus.
Sosialurin hevur sagt tað sama alla tíðina: At
Bjarni Hammer hevur bjóðað sær til at kunna
skaffa hassj, váttað at hann hevur bjóðað
hassj í einum morgunballi og sagt, at hann
hevur ein góðan vinmann, sum hann nevnir
við navni, og sum javnan smuglar hassj til
Føroya, og sum tí kann útvega sær hassj.
Av tí at Bjarni Hammer er løgtingsmaður,
býráðslimur, hann er parlamentariskt grund
arlag undir løgmanni og landsstýrinum – og
ikki minst tí, at hann er løgreglumaður, so
verður hetta málið serliga álvarsamt.
Sosialurin skrivaði í fyrstu greinini, at
Bjarni Hammer helst ikki fór at verða skuld
settur fyri lógarbrot. Skuldi hann tað, so skal
onkur prógva, at hann hevur framt lógarbrot.
Men tað er ikki tað, sum málið snýr seg um.
Ber tað til at sita sum løgtingsmaður og vera
løgreglumaður, tá tú umgongst hassj og lóg
arbrot soleiðis, sum Bjarni Hammer sjálvur
greiðir frá?
– Jamen øll kenna onkran, sum kann
skaffa hassj, er verjan hjá advokatinum og
repitarunum á ymsum heimasíðum og á
Facebook.
Nei, øll kenna ikki onkran, sum kann
skaffa hassj. Og hetta er nógv álvarsamari enn
soleiðis at sláa upp í glens. Tí Bjarni Hammer
sigur sjálvur, at hesin vinurin javnan smuglar
hassj, og at tað er tá, at Bjarni Hammer sjálvur
hevur møguleikan at skaffa hassj.
Kunnu fólk við slíkum hugsunarhátti
sita á lóggávuvaldinum í Føroyum? Munnu
aðrir politistar í Føroyum fara so lætt um
narkotika? Er tað tí, at bakmenn ikki verða
handtiknir? Øll hava fráboðanarskyldu. Men
ein politistur má for ólukkan hava skerpaða
fráboðanarskyldu. Virða vit ikki krøvini til
politikarar, so fáa vit eina korrupta skipan.
Tann professjónelli fokus-flytarin
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Sámal Bláhamar, direktør, Thors
havn, fylder 70 år fredag 16. marts
Fødselaren er født og opvokset i Vestmanna
på den færøske hovedø Streymoy og kom
efter endt skolegang i lære som mekaniker,
hvilken uddannelse blev grundlag for hans
videre karriereforløb, der på mange måder
er kommet til at præge færøsk rejsebranche
og turisme.
I en alder af 30 år fik han koncession
til bybuskørsel i Thorshavn, hvilken trafik
udvikledes til også at inkludere vognmands
kørsel med turister. Samtidigt åbnede han
en prøvestation i FDM-regi, ligesom han eta
blerede et satellit-rejsebureau i FDM-kæden
med navnet FDM Tora Tourist Traffic.
I midt-80’erne vakte han opmærksom
hed ved at købe Simon Spies’ private ud
flugtsbus, der var indrettet med dagligstue
og bar, soveværelse etc., og den nåede at
tilbagelægge mange kilometers sightseeing
med turister på Færøerne, inden den blev
skrottet.
Omkring årtusindskiftet købte Bláhamar
en Volvo 960, der havde været en del af den
royale bilpark i Danmark med kroneplade 12
som registrering. Hos det færøske Motorre
gister bestilte han derfor en nummerplade
med betegnelsen KRONE 12, og bilen med
de kongelige aner har siden transporteret
mindst lige så mange turister rundt på
Færøerne som Spies-bussen. Bl.a. har Fær
øernes Landsstyre brugt Dronninge-bilen
til repræsentationskørsel ved udenlandske
stats- og regeringschefers besøg på
Færøerne, og ifølge fagtidsskriftet Travel
People er statsminister Lars Løkke Ras
mussen en af bilens faste passagerer under
regeringschefens familiebesøg på de nordat
lantiske øer.
Fødselaren har desuden samarbejdet
med guideskolen Service & Co. i Spanien,
og mange er de unge færinger, der via den
skole i dag arbejder som rejseledere på de
sydeuropæiske feriedestinationer.
Endelig har hustruen Tórharda bestyret
den del af mandens virksomhed, der har
bestået i værelsesudlejning fra villaen i
Tjarnalág i Thorshavn til gæster fra Airbnb.
Preben
Sámal Bláhamar sjeyti
Kendi vestmenningurin í Havn,
Sámal Bláhamar, fyllir í dag 70 ár
16. mars 2018
BÓKHALDSFÓLK
UPPGÁVAN
Uppgávan fevnir m.a. um:
• Kassameistari – daglig eftirkannan og
avstemman av kontantkassum
• Skráseting av inngjøldum og krøvum í
Búskaparskipan Landsins (BSL)
• Kontering av útreiðslum í BSL
• Mánaðarlig avstemman av kontum
• Mánaðarlig eftirkannan av mánaðarroknskapi
• Móttøka og skráseting av posti
• Keyp av pappíri, brævbjálvum v.m.
• Hjálpa til við skráseting av eigaraskiftum av
akførum
FØRLEIKAKRØV
Vit hugsa okkum ein persón við skrivstovu
útbúgving, HH ella líknandi útbúgving og
arbeiðsroyndum í bókhaldinum á skrivstovu.
Dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og at
vera fyrikomandi. Tað er ein treyt, at ein hevur
kunnleika til bókhald og at arbeiða við teldu.
SETANARTREYTIR
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar
málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin
hoyrir undir Samferðslumálaráðið við tilhoyrandi
stovnum, umframt Løgmans skrivstovuna og
onnur aðalráð.
UMSÓKNIR
Umsóknir við avritum av møguligum prógvum
og viðmælum skulu sendast til:
Akstovan
Hoyvíksvegur 57
Postsmoga 3206
FO 110 Tórshavn
Upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda
sær til Tórunn S. Miðberg, deildarleiðara á telefon
35 04 18. Umsókn við møguligum prógvum og
viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi
3. apríl 2018.
Søkt verður eftir skrivstovufólki til bókhaldið á Akstovuni at
byrja í seinasta lagi 1. juni 2018. Talan er um fulltíðarstarv.
Akstovan er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfarstøkniligar kanningar og
akfarseftirlit, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting,
skrásetingargjøld og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn, hevur Akstovan sýnsdeildir um alt landið. Á Akstovuni
starvast 22 fólk.
www.akstovan.fo