leygardagur 6. november 2004síða 22
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 213 - 6. november 2004
Nr. 213 - 6. november 2004
43
Søkt verður eftir
fólki
at arbeiða í vikuskiftum. Ring og hoyr nærri á tlf.
507929 ella 322006 (spyr eftir Heidi)
Kvikkeyp,
Hornabø,Tórshavn
Stjóri
Søkt verður eftir stjóra til uppboðssølu av
fiski.
P/F Fiskamarknaður Føroya, sum hevur høvuðs-
skrivstovu á Toftum, er í ferð við at vera umskip-
aður. Eitt nýtt felag undir stovnan skal yvirtaka
uppboðssøluvirksemið hjá fyritøkuni. Umframt á
Toftum rekur felagið uppboðssølu í Klaksvík.
Talan er bæði um gólvuppboðssølu og telefon-
uppboðssølu.
Uppgávurnar
hjá
stjóranum
eru
í
høvuðsheitum hesar:
• at fyriskipa og hava eftirlit við virksemi
felagsins
• at hava eftirlit við bókhaldi, roknskapi og
fíggjarstýringini
• at menna og samskipa teldukervið og
innanhýsismannagongdir í fyritøkuni
• at gera tíðarskeiðsroknskapir og ársroknskapir
og samanhalda hesar við fíggjarætlanir
Førleikakrøv
Tann, ið verður settur, skal hava:
• Hóskandi ástøðiliga útbúgving frá eitt nú
handils- ella handilsháskúla.
• Leiðsluroyndir frá almennum ella privatum
virksemi.
• Lætt við at samvinna við fólk.
• Evni at samskifta bæði í talu og skrift.
Tann, ið verður settur í starvið, kann vænta sær
eitt spennandi, mennandi og áhugavert starv,
har bæði eigarar, starvsfólk og onnur fara at vísa
áhuga og seta krøv.
Lønarviðurskiftini verða avtalað við nevndina.
Starvið verður at seta skjótast gjørligt.
Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Ólav
Jøkladal.
Tey,ið ætla at søkja,skulu senda skrivliga umsókn
við prógvum og møguligum ummælum í
seinasta lagi 22. november 2004 til:
P/F Grannskoðaravirkið INPACT
statsaut. revisorar
Postrúm 191
110 Tórshavn
Stílað: Jógvani Amonsson
ella
t-postur: inpact@inpact.fo
Member of international network
of professional accountants
I N PA C T
I N T E R N AT I O N A L
Stjóri
Søkt verður eftir stjóra til landingarmiðstøð.
P/F Fiskamarknaður Føroya, sum hevur høvuðs-
skrivstovu á Toftum, er við at verða umskipaður,
so verandi felag framyvir bert skal vera landing-
armiðstøð. Umframt á Toftum rekur felagið land-
ingarmiðstøð í Klaksvík. Harafturat eigur felagið í
P/F Landingarmiðstøðini á Tvøroyri.
Uppgávurnar hjá stjóranum eru í høvuðs-
heitum hesar:
• at fyriskipa og hava eftirlit við virksemi
felagsins
• at hava eftirlit við bókhaldi, roknskapi og
fíggjarstýringini
• at menna og samskipa teldukervið og innan-
hýsismannagongdir í fyritøkuni
• at gera tíðarskeiðsroknskapir og ársroknskapir
og samanhalda hesar við fíggjarætlanir
Førleikakrøv
Tann, ið verður settur, skal hava:
• Hóskandi ástøðiliga útbúgving frá eitt nú
handils- ella handilsháskúla.
• Leiðsluroyndir frá almennum ella privatum
virksemi.
• Lætt við at samvinna við fólk.
• Evni at samskifta bæði í talu og skrift.
Tann, ið verður settur í starvið, kann vænta sær
eitt spennandi, mennandi og áhugavert starv,
har bæði eigarar, starvsfólk og onnur fara at vísa
áhuga og seta krøv.
Lønarviðurskiftini verða avtalað við nevndina.
Starvið verður at seta skjótast gjørligt.
Meira fæst at vita um starvið við at tosa við Ólav
Jøkladal.
Tey,ið ætla at søkja,skulu senda skrivliga umsókn
við prógvum og møguligum ummælum í
seinasta lagi 22.november 2004 til:
P/F Grannskoðaravirkið INPACT
statsaut. revisorar
Postrúm 191
110 Tórshavn
Stílað: Jógvani Amonsson
ella
t-postur: inpact@inpact.fo
Member of international network
of professional accountants
I N PA C T
I N T E R N AT I O N A L
søkir
lærara til
maskindeildina
Starvið er eitt fulltíðarstarv.
Umsøkjarin
skal
hava
sveinabræv
sum
maskinsmiður og minst 2 ára starvsroyndir innan
yrkið.
Umsøkjarar við víðari útbúgving hava fyrimun.
Umsøkjarar, ið kunna undirvísa í stødd-, alis- og
evnafrøði, í nýtslu av EDV, so sum: CAD/CAM, CNC
hava somuleiðis fyrimun.
Á maskindeildini starvast 7 lærarar í føstum starvi, umframt tímalærarar
og 1 verkstaðarhjálpari.
Á deildini er tað dagliga næmingatalið umleið 60,sum umfatar:Lærlingar
og SIT-næmingar.
Setanarkor til fast starv:
Fyrstu 2 árini verða roknað sum royndartíð, har
tann, sum verður settur í fast starv, má verða til
reiðar at taka ta eftirútbúgving, tað verður seg
pedagogiska/undirvísingarliga
ella
aðra
førleikagevandi útbúgving, sum er neyðug fyri at
verða settur í fast starv.
Løn:
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya
Landstýri og FTL.
Starvið er sett at byrja 1. januar 2005.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving,
viðmælum og starvstíð skal verða skúlanum í hendi
í seinasta lagi týsdagin 23. november 2004.
Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til
Helga Mortensen, leiðandi lærara á maskindeildini
á tlf. 515872.
TEKNISKI SKÚLIN Í TÓRSHAVN
Marknagilsvegur 75 · Postsmoga 239
FO-110 Tórshavn
e-mail: tst@tst.fo
Heimasíða: www.tst.fo
Norðoya
Javnaðarfelag
Hugnakvøld verður í Bøgøtu 3
leygarkvøldið 6. november kl. 19.00 við undirhaldi,
sangi og ábiti.
Sunnukvøldið 7.
nov.
verður opið hús og
mánakvøldið 8.nov.verður musikk café frá kl.20.00
í hølum felagsins viðklaksvíksvegin 68.
Valdagin 9. nov. er opið hús frá kl. 10.00.
Tey, ið ynskja bil á valstaðið kunnu ringja á telf.
261232 ella til eitt av valevnunum.
Vælkomin
Nevndin
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Fiskivinnuroyndir
2005
Lýsing eftir umsóknum
Fiskivinnuroyndir er ein játtan hjá Fiskimála-
ráðnum, sum stuðlar undir gransking og menn-
ing innan fiskivinnuna:
Fiskimálaráðið hevur gjørt av, at verkætlanir
innan fylgjandi økir hava fyrimun:
• Fiskiskapur við ábyrgd
• Royndarveiða, framleiðsla og søla
• Virðisøking av fiski
• Búskaparlig og samfelagslig menning av
fiskivinnuni
• Heilsa, trygd og umhvørvi
Hvør kann søkja?
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar
kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar
verkætlanir ber til at seta seg í samband við
samskiparan um hetta.
Umsóknir
skulu
vera
samskiparanum
í
fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi
mánadagin 15. nov. 2004 kl. 12.00.
Meira fæst at vita:
Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar og ann-
að kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara
www.fvg.fo
Áhugað eru vælkomin at venda sær til Maritu
Rasmussen, samskipara, við møguligum spurn-
ingum.
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á Løgtingsins
fíggjarlóg fyri 2005.
Marita Rasmussen, samskipari
Tlf.:
35 30 30
fartel.:
22 80 01
t-post: maritar@fisk.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
Yviri við Strond 17
FO-100 Tórshavn
Erogterapeutur/
Fysioterapeutur
til
Hjálpartólamiðstøðina
(HTM)
Á HTM er eitt fulltíðarstarv sum málsviðgerandi
Ergoterapeutur/Fysioterapeutur leyst at seta
beinanvegin.
HTM er deild á Almannastovuni og umsitur
hjálpartól,
umbyggingar
í
heiminum
og
avlamisbilar til fólk, ið bera brek. Í løtuni starvast
13 fólk á HTM.
Uppgávurnar hjá HTM umfata m.a.
• málsviðgerð og støðutakan til umsóknir um
sertillagað hjálpartól, bústaðarbroytingar og
avlamisbilar.
• upplýsing, ráðgeving og leiðbeining til borgar-
ar, almennar myndugleikar o.o. um hjálpartól
og byggi- og bústaðarspurningar
• útlán og endurnýtsla av hjálpartólum
• tvørfakligt samstarv - innan- og uttanhýsis
Vit sóknast eftir einum starvsfelaga sum
hevur:
• útbúgving sum ergoterapeutur / fysiotera-
peutur
• royndir frá líknandi arbeiði
• kunnleika til at arbeiða við fólki við niðursett-
um førleika
• kunnleika til almannalóggávuna
• evnir at seta í verk fyriskipanir
• góð samstarvsevnir
• góð evnir at orða seg bæði munnliga og skrift-
liga
• telduførleika á brúkarastøði
Vit kunnu bjóða:
• sjálvstøðugt arbeiði
• flextíð
• tætt samstarv við starvsfelagarnar
• tvørfakligt samarbeiði
• fakligt mennandi umhvørvi
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
Palla Mortensen leiðara á HTM tel. 358300.
Umsókn við avriti av viðkomandi skjølum skal
sendast til
Hjálpartólamiðstøðina,
Postboks 1049,
110 Tórshavn
Umsóknarfreist: týsdagin 23. november 2004
Skip- & Bátar
GSM-Telefonir
Nú GSM netið verður útbygt til skip
og bátar
hava vit tær vælumtóktu Nokia 6090
GSM telefonirnar til fastmontering.
GSM-telefon sum kann senda og móttaka.
Telefon, data, fax og SMS.
Ein sera væl umtókt GSM-telefon til skip og bátar.
Somuleiðis hava vit fleiri model
Procom GSM antennum.
Avmarka nøgd á goymslu.
Tann, sum kemur fyrst til mylluna.
Sp/f Contrive Jsp Ltd.
P. O. Box 72 · 700 Klaksvík
Tlf. 455244 – 214244 – 215660 · Fax 456945
E-mail: contrive@contrive.fo
Pedagogur ella
hjálparfólk
Hevur tú hug at arbeiða á lítlum dagstovni í
hugnaligari bygd,so er hetta møguliga nakað fyri
teg. Dagstovnurin í Kvívík søkir pedagog, 40 tím-
ar um vikuna, at byrja 1. desember 2004, ella eftir
nærri avtalu.
Løn og setanarviðurskifti eru samb.sáttmála mill-
um Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeið-
arafelag Føroya.
Dagstovnurin í Kvívík er samansettur stovnur og
heldur til í tveimum ymiskkum húsum í bygdini.
Ein vøggustovubólkur við 10 børnum og ein
barnagarðsbólkur við 20 børnum eru í tí eina
húsinum,meðan ein bólkur við 6 av teimum elstu
barnagarðsbørnunum og 6 børnum í skúlaaldri
er í einum øðrum húsum í bygdini.
Tað er barnagarðsbólkurin, sum hevur brúk fyri
einum pedagogi,tí verandi pedagogur hevur valt
at søkja nýggjar avbjóðingar. Vit kunnu bjóða
hugnaligar arbeiðsumstøður, fitt og krevjandi
børn og góðar starvsfelagar. Innandura hava vit
ikki nógv pláss, men vit hava góðar møguleikar
fyri at brúka náttúruna í nærumhvørvinum.
Okkara mál við arbeiðinum er at skapa tryggar
og mennandi umstøður fyri børn og vaksin innan
fyri teir karmar, sum kommunan setur fyri virk-
semi okkara.
Vit ynskja umsøkjarar við viðkomandi útbúgving
og royndum, hugi at arbeiða við børnum, hug-
flogi og løttum sinnalag. Meira kann fáast at vita
um starvið og viðurskiftini við at tosa við Bjarna
Clementsen, leiðara á telefon 214360.
Umsóknir við prógvum, viðmælum og CV skulu
vera stovninum í hendi innan 20. november
2004.Um starvið ikki verður sett við pedagogi,so
verður starvið sett tíðaravmarkað við fólki við
øðrum førleika. Pedagoglesandi, sum vænta at
verða liðugt útbúgving í februar 2005, eru eisini
vælkomin at søkja.
Dagstovnurin í Kvívík
Att. leiðarin
FO 340 Kvívík
Tlf. 421660
Frá Nes kommunu
Uppskot um veganøvn í Nes kommunu liggja
frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni
frá 8. nov. til 12 nov. báðir dagar íroknaðir.
Hetta tíðarskeiðið er kommunuskrivstovan opin frá
kl. 10.00 til kl. 15.00.
Møguligar viðmerkingar skulu vera kommununi í
hendi í seinasta lagi 26. nov. 2004 kl. 15.00.
Nes kommuna
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Børkuvegur
620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er:
mánadag-hósdag frá kl. 9-16
fríggjadag frá kl. 9-12
Kliniskur tannteknikari
Bergur á Reynatrøð
C
M
Y
K
43
42