hósdagur 15. mars 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 16. MARS 2018
SOSIALURIN 32
4
Mongum brestur ætlan
HVAT: Verkætlanardagurin 2018
NÆR: 23. mars frá 09.00-17.00
HVAR: Í hølunum hjá Starvsmannafelagnum í Tórshavn
HVØR: Øll, ið arbeiða við verkætlanum, átøkum og broytingum
A
ftur í ár skipar bituff
fyri einari spennandi
ráðstevnu fyri verk
ætlanarleiðarar
og teimum, ið arbeiða við
verkætlanum í fyritøkum og
á stovnum. Dagurin er fyri
allar verkætlanarleiðarar
og teirra leiðarar. Evnið á
Verkætlanardegnum í ár er
agil verkætlanarleiðsla. Mitt í
80-unum kom smidlig ella agil
verkætlanarleiðsla fram fyri
fyrstu ferð á ein skipaðan hátt.
Smidligi leisturin varð mentur
í KT-vinnuni, tí KT-vinnan
upplivdi, at teirra verkætlanir
kiksaðu oftari, enn tær riggaðu.
Upp ímóti 70-80 % av øllum
verkætlanunum náddu ikki
ásettu málunum, so eingin ivi var
um, at gongdin mátti vendast.
Svarið funnu KT-fólkini m.a. í
ikki at leggja so langar og neyvar
ætlanir, og hetta hava vit, sum
arbeiða við verkætlanarleiðslu í
øllum møguligum øðrum vinnum
og fakøkjum fingið ágóðan av.
Smidleika hava vit nevnliga øll
brúk fyri. Ein sterk siðvenja
innan verkætlanarleiðslu er
annars, at leggja langar og neyvar
ætlanir fyri verkætlanararbeiði
frá byrjan til enda. Ígjøgnum
tíðina er ómetaliga nógv tíð og
orka brúkt uppá at leggja ætlanir
heilt niður í smálutir. Endamálið
er at rokna tað heila út, áðrenn
verkætlanin yvirhøvur er komin í
gongd. Í einstøkum verkætlanum
er hetta gjørligt, men ein vansi
við hesari tilgongd kann verða,
at ætlanin ikki altíð heldur.
Nógv okkara, ið hava arbeitt við
verkætlanum, kenna júst hetta,
at mongum brestur ætlan. Í
smidligari verkætlanarleiðslu
leggur tú uppfyri fyri júst
hesum og væntar, at tingini
sjálvandi fara at broytast. Í
stuttum kann man lýsa smidligu
arbeiðsgongdina soleiðis: 1. Finn
útav hvat títt útgangsstøðið “A”
er. 2. Finn útav hvar tú ynskir
at enda “B”. Ger so eina ætlan
um minsta fetið, tú kanst taka
fyri at koma nærri “B” og set í
gongd. Endurskoða so ætlanina,
tá ið tú hevur arbeitt eitt skifti,
og so endurtekur tú gongdina,
til tú ert komin endaliga á mál
“B”. Royndirnar við smidliga
leistinum eru ótrúliga jaligar.
Jeff Sutherland, sum er ein av
upprunamonnunum til smidliga
leistin Scrum, er kendur fyri at
siga, at Scrum gjørt á rættan hátt,
betrar tínar verkætlanir við 400
prosentum. Kanska smílist tú
og hugsar at hetta er stórlæti,
men kom til Verkætlanardagin
2018, sum verður í hølunum
hjá Starvsmannafelagnum í
Tórshavn 23. mars frá 9-17 og finn
útav, um hetta er nakað, tú kanst
fáa gleði av í tínum verkætlanum.
Á skránni fyri Verkætlanardagin
2018 hava vit bæði føroyskar og
danskar røðarar, ið hava royndir
innan ástøði og arbeiði við
smidligari verkætlanarleiðslu.
Evsta mál fyri dagin er at øll,
ið koma til Verkætlanardagin,
skulu fáa innlit í grundhugsan
og amboð og fáa íblástur til
at byrja ella arbeiða víðari við
smidligari verkætlanarleiðslu.
Verkætlanardagurin er ætlaður
verkætlanarleiðarum hjá tí
almenna og í vinnulívinum,
umframt øllum teimum, ið hava
áhuga fyri verkætlanarleiðslu
ella eru tilknýtt eini verkætlan
óansæð vitanarstøði, royndir ella
starvsøki.
VERKÆTLANARDAGUR 2018
23. MARS KL. 9.00 - 17.00
Smidlig verkætlanarleiðsla - hví, hvat og hvussu?
08.30 - 09.00
Skráseting og morgunmatur
Í hølum í Starvsmannafelagnum
09.00 - 09.15
Vælkomin og mynstring
Rannvá Troest, bituff
09.15 - 10.00
Agil projektledelse
- hvorfor, hvad og hvordan?
Henrik Schelde Andersen, COK (DK)
10.00 - 10.20
Steðgur
10.20 - 11.00
Scrum - ein smidligur verkætlanarleistur
Maibritt Højgaard, bituff (FO)
11.00 - 11.40
Agil projektledelse, feedback og tilpasning
Henrik Stenberg, Agil Procesforbedring (DK)
11.40 - 12.00
Meldur*
12.00 - 13.00
Ábit
13.00 - 13.40
Product owner - ein lyklaleiklutur
Kurt Samson, Netcorp (FO)
13.40 - 14.20
Agile og Scrum í business intelligens projekter
Anders Skovsgaard Hvergel, LB Forsikring (DK)
14.20 - 14.50
Steðgur
14.50 - 15.30
Innovatión
Jóna Olsen, Føroya Tele (FO)
15.30 - 16.10
Ledelse af agile transformationer
Pia Petersen, Agil Procesforbedring (DK)
16.10 - 16.40
Meldur
16.40 - 17.00
Avmynstring
Rúni Rasmussen, nevndarlimur FVL (FO)
& Birita Nolsøe, Stjórnarskúlin (FO)
17.00
Dagurin endar
* Meldur merkir ein prosess, har vit hugsa og arbeiða við hvussu tað, fyrilestrarhaldarin hevur umrøtt, kann nýtast í praksis.