Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. november 2004síða 25

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 213 - 6. november 2004 Nr. 213 - 6. november 2004 49 Gongst, sum Símun Johannesen á Toftum ímyndar sær, verður størsta frambrot innan samferðslu í Føroyum veruleiki á ólavsøku ár 2010. Saman við Martini V. Heinesen, jarðfrøð- ingi, Niclasi Foldbo, verkfrøðingi og Tummasi Eliasen, stjóra, hevur Símun seinastu árini arbeitt við at seta út í kortið eina tunnilsætlan, sum skal binda sam- an Skálafjørðin og Suðurstreym. Beint eftir ársskiftið verður álit ella ein dispositi- ón latin kommunun- um við Skálafjørðin um hesa Føroya størstu tunnilsætlan FRAMBROT Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Enn er sjálvsagt ógjørligt at siga, nær ein so stór og um- fatandi verkætlan kann ger- ast veruleiki, tí hetta av- hongur av so nógvum ym- iskum viðurskiftum. Tí er dreymurin hjá Símuni fyri- bils bara ein dreymur, og hann hevur hug at taka seg aftur í tí, hann hevur sagt um tíðarbilið. Enn hevur bólkurin sjálvsagt ongan møguleika at áseta eitt neyvt áramál fyri hesa verkætlan, tí ein slík avgerð liggur í fyrsta lagi hjá myndugleik- unum í Føroyum og síðan hjá teimum, sum skulu fíggja verkætlanina. Tað var 18. februar í fjør, at bólkurin við Símuni, Martini, Niclasi og Tumm- asi legði fram ætlanina á fundi á Svangaskarði á Toftum. Stórur áhugi var fyri fundinum, og nógv fólk nýttu høvi at lýða á. Bólk- urin, sum er ein áhuga- bólkur, ið hevur arbeitt við hesum málinum í síni frítíð, arbeiðir í neyvum sam- starvi við kommunurnar við Skálafjørðin, og hesar hava eisini rindað eitt sind- ur av peningi til útreiðslur í samband við kanningar og ymiskar vitjanir. Afturfyri eru kommunurnar, sum so- leiðis standa aftanfyri áhugabólkin, regluliga vorðnar kunnaðar um gongdina í málinum. Álit um ætlanina Í løtuni arbeiðir bólkurin við at skriva eitt álit ella eina dispositión um verk- ætlanina, og ætlanin er, at álitið skal verða liðugt beint eftir ársskiftið. Símun sigur, at í fyrsta lagi verða kommunurnar, sum standa aftanfyri ætlan- ina, kunnaðar um álitið ella dispositiónina, og síðan verður sett út í kortið, hvussu farast skal víðari. – Tað eru vit, ið hava gjørt hetta "konseptið", sum í fyrsta lagi byggir á ferðslu- tøl hjá Landsverki og tøl hjá P/F Vágatunlinum. Hann vísir á, at ferðslu- títtleikin, sum verður mil- lum Skálafjørðin og Suður- streym, er saman við íløg- uni og rakstrinum av tunl- inum avgerandi fyri møgu- leikunum fyri fígging. – Í ætlanini, sum varð løgd fram á Toftum fyri skjótt tveimum árum síðan, høvdu vit lagt 30% omaná prísirnar fyri Vágatunnilin. Nú býráðið í Havn arbeiðir við nýggjari innkoyring til býin, er líkt til, at ætlaði tunnilin verður eitt sindur longri, men hetta broytir ikki verkætlanina og løn- semi í henni stórvegis. Upprunaliga modellið var ein fígging av tunlinum yvir 15 ár, men hugsandi er, at fíggingin verður yvir eitt sindur longri áramál. Símun sigur, at eitt tunn- ilssamband millum Skála- fjørðin og Suðurstreym verður í kapping við far- leiðina, sum longu er mill- um Eysturoy og Streymoy, og tí er avgerandi, at prís- urin fyri at koyra gjøgnum tunnilin ikki verður ov høgur. Sambært áður framløgdu ætlan, varð roknað við, at tað fer at kosta einar 40-50 krónur at koyra úr Eystur- oynni og inn á meginøkið - alt eftir, um koyrt verður eystaru-ella vestarumegin av Skálafjørðinum. – Nýggju metingarnar siga, at tunnilin verður ein- ar 9-10 kilometrar langur tilsamans. Vóru ikki av leið Símun sigur, at nógv er hent, síðan framløgufundin á Toftum, og eitt nú eru viðurskiftini við ferðsluni og íløguni annars nógv betur kannað í dag. – Kortini vísir tað seg, at vit vóru ikki langt av leið í okkara fyrsta uppleggi, leggur hann dent á. Hann sigur, at bólkurin ongan fakligan kritikk hev- ur fingið, og einki er komið fram, sum hevur elvt til, at verkætlanin er vorðin minni áhugaverd. – Tað er heldur tvørtur ímóti, og vit eru minst líka sannførdir í dag um hesa ætlan, sum vit vóru tá. Símun sigur, at bólkurin hevur leitað sær sakkøna hjálp uttanlands, og eitt nú hevur stjórin fyri tunnlinum um Hvalfjørðin í Íslandi vitjað í Føroyum, og teir hava havt vitjanir úr Noregi. – Her hava vit fingið ymisk data, sum vit hava brúkt í okkara arbeiði. Bólkurin samstarvar eis- ini við ráðgevingarfeløg uttanlands, eins og følari er úti hjá fíggingarfeløgum, sum fyribils hava sagt seg halda, at verkætlanin sær áhugaverd og lovandi út. – Áðrenn endalig støða verður tikin til, hvussu tunnilin skal leggjast, er sjálvsagt neyðugt við neyv- ari yvirlitskanningum av jarðfrøðini í havbotninum, men vit hava tær kanningar, sum Landsverk í sínari tíð gjørdi á økinum, og tær geva eina ábending um, hvussu undirgrundin er. Símun sigur, at verk- ætlanin væntandi fer at kosta einar 585 miljónir krónur, men tá er sum nevnt 30% lagt omaná prísin, sum tað kostaði at byggja Vágatunnilin. Hann heldur, at tá ið álit- ið er skrivað og er lagt fyri kommunurnar við Skála- fjørðin, er endamálið hjá bólkinum rokkið. – Tá kann avgerð takast um, hvussu farast kann víðari við hesi verkætlan við tí endamáli at fremja hana í verki, sigur Símun. Tríggir møguleikar Tríggir møguleikar hava verið frammi um tunnils- samband millum Skála- fjørðin og Suðurstreym. Ein møguleiki er, at tunn- ilin, sum kemur úr megin- økinum, deilir seg í tvey, tá ið hann nærkast Skálafjørð- inum, við eini rundkoyr- ing, har ein endi fer upp á Strondum og ein annar í Nes kommunu. Annar møguleikin er, at tunnilin kemur upp á Strondum og síðan heldur fram yvir á eystara armin. Triðji møgu- leikin er, at tunnilin úr meginøkinum kemur upp í Nes kommunu og síðan heldur fram yvir á Strendur. Símun er varin, tá ið vit spyrja hann, hvønn møgu- leika bólkurin sær sum hin besta, men hann væntar, at teir fara at mæla til eina av hesum trimum møguleik- unum. Spurdur, um hann fram- vegis trýr uppá hetta størsta frambrot innan samferðslu í Føroyum, sigur Símun Johannesen at enda: – Ja, tað geri eg so av- gjørt, og eg eri ógvuliga spentur uppá, hvussu hetta málið kemur at taka seg út. Tað er sum nevnt einki í okkara kanningararbeiði, sum hevur gjørt, at mín trúgv á hesa verkætlan er vorðin veikari, sigur hann. Eitt lítið bil úr Runavík til Havnar – Eg trúgvi uppá verkætlanina við tunnilssambandi millum Skálafjørðin og Suðurstreym, og eg eri ógvuliga spentur uppá, hvussu málið kemur at taka seg út. Tað er einki í okkara kanningararbeiði, sum hevur gjørt, at mín trúgv á hesa verkætlan er vorðin veikari. Tað er heldur tvørturímóti, sigur Símun Johannesen Mynd: Rúna Sivertsen Akfør PEUGEOT 406 2.0 ST BENSIN Árg. 04/1999, gráur, koyrt 73.000 km, ABS bremsur, servostýring, centrallás, el-spegl, el-rútar framman, tokulyktir framman og aftan, hita í forsetrum, airconditión, CD-radio, alufelgur, er í sera góðum standi. Prísur: 110.000. Ring og fá meira at vita Tlf. 580490 HYGG HER OG SAMANBER 8 ára gamal Citroen ZX, koyrt 102.000 í góðum standi til sølu fyri 29.5000 kr. Tlf. 316552 ella 583273 TOYOTA CAMRY 2.0 XLI aut. árg. 87. km. 242.000 til sølu. Tlf. 581800 VETRARDEKK TIL SØLU 4 góð vetrardekk , Dunlop 175 x 65 x 14, bíliga til sølu. Tlf. 311791/511791 VETURGOMUL PÍKADEKK á felgum til Kia Sepia til sølu. Tlf. 448916 / 227260 eftir kl. 19.00 BILUR TIL SØLU Hvítur Toyota Corolla árg. 94. Er í góðum standi. Áhugað kunnu ringja tlf. 252040 eftir kl. 17 TIL SØLU Ein Mitsubishi L300 bussur, árg. 1989, koyrir av tí besta, men illa rustaður. Hevur krossar frá sýn, orsaka av rusti. Selist fyri max 5.000 kr. Bilurin startar og koyrir sera væl. Tlf. 572805 ella 372805 BÍLIGT! Aluminiumsfelgur 16" við góðum dekkum 205/66-16. Passa til Pegeot, Citroen, Ford, Nissan o.a. bilar. Eru til sølu fyri 2.500 kr. Tlf. 583053 SUZUKI BALENO Árg. 01, koyrt 65.000 km, til sølu fyri 90.000 kr. Tlf. 421011 ella 229563 OPEL ASTRA 1.6 Árg. 98, koyrt 54500 km, sera væl hildin. Bíliga til sølu. Tlf. 220549 TIL SØLU Óbrúkt vetrardekk av merkinum Bridgestone, stødd 185/65 R14. Dekkini eru á felgum, og passa til Toyota Carina E. Søluprísur 2.000 kr. Tlf. +45 22808222 FELGUR TIL SØLU 17" AEZ, Icon5 felgur til sølu. Á felgunum eru Pirelli dekk, stødd 195/40 R17. Hava koyrt ca. 2000 km, og eru frá mai mánað. Passa til Pegeot 306. Seljast fyri 7500 kr. Nýprísur 15.000 kr. Tlf. +45 22808222 FORD SIERRA 1.8 TD árg. 01/07/92 bláur diesel bilur. Hevur góð heilársdekk. Sýnaður 05/2004. Til sølu fyri 40.000 kr. ella hægstbjóðandi. Tlf. 504785, Toftir TOYOTA LANDCRUISER 3.0 TD, árg. 12/1997 til sølu um hóskandi boð fæst. Bilurin er nýsýnaður og er lakeraður í 2002. Hann hevur koyrt 140.000 km. Tlf. 318460 TIL SØLU Mazda 6 sær út sum nýggjur, hevur koyrt 11.000 km, frá aug. 2003. Hevur sportfelgur og cd-spælara. Tlf. 210207 4 PÍKADEKK so gott sum nýggj, 175/70-14 á felgum, sum passa til VW, Passat, Polo, eru til sølu fyri 2.000 kr. Tlf. 741225 4 PÍKADEKK Á FELGUM Passa til Nissan Cherry og aðrar bilar, til sølu fyri 1.600 kr. Tlf. 741225 SUZUKI SVIFT Árg. 90 til sølu fyri 14.000 kr. Tlf. 218778 PÍKADEKK 4 nýggj, 2 brúkt og 4 felgur til sølu. Stødd 175/70 R14. TLF: 310757/269426 PRIMERA TIL SØLU Nissan Primera 2,0 4 h, árgang 90, bíliga til sølu. Tlf. 564040 YNSKIST Toyota Camry árg. 88 til eykalutir. Tlf. 270953 AUDI 100 TIL SØLU árg. 87, heilgalvaniseraður, koyrt 135.000 km. Vælhildin, bert ein eigari. Staðið í garasju. Ikki roykjara bilur. 4 píkadekk á felgum fylgja við. Tlf. 317862/281612 PÍKADEKK TIL SØLU Fýra píkadekk (175/65-14) tvey púra óslitin og tvey lítið slitin, á felgum til Opel Astra, til sølu fyri 1800 kr. Tlf. 443329 TOYOTA AVENSIS 2.0 TD til sølu, árg. 99, væl viðfarin. Tlf. 373781/257381 DEKK TIL SØLU Eitt sett av góðum Nokan summardekkum, 205/65 R15, til sølu fyri 2.000,- kr. Tlf. 510153/250824 FELGUR Fýra felgur til Volvo S40/V40 við skálum til sølu fyri 1.500 kr. Tlf. 316535/216535 PÍKADEKK TIL SØLU 4 góð píkadekk til sølu. Brúkt ein vetur. Eru á felgum við 4 holum, passa til Toyota. Dekkstødd 175/65 R14. Tlf. 501145 FIAT TIPO árg. 90, koyrt 99.000 km, er í sera góðum standi, til sølu til hægstbjóðandi. Tlf. 226554/371301 FORD FIESTA 1.3i árg. 12 í 95, koyrt 61.000 km, er dektylaður og er sum nýggjur. Tlf. 220425 GOLF VR6 2.8i 180 HK, árg. 92 í góðum standi, sera bíliga til sølu. Ring og gev eitt boð. Tlf. 220511 4 PÍKADEKK VIÐ FELGUM Stødd 145 R 13 740, brúkt 2 mán. til sølu fyri kr. 2.000. Tlf. 508531 TOYOTA COROLLA TIL SØLU vælhildin, nýsýnaður, árg. 12/1988. Koyrt 100.000 km, silvurlittur. Tlf. 447609 EYKALUTIR til Ford Escort, árg. 88, heilur bilur ella deilir av. Dømi: hurðar, sportfelgur, spoylari, setur og mangt annað fyri spottprís. Tlf. 210560 HYGG HER! 2 summardekk 185/65 R14 ný. 2 heilársdekk 175/65 R14 ný. 2 heilársdekk 175/70 R14. 4 felgur 5 hol Toyota Hiace árg. 89. 15" og 4 dekk 195/65 R15 til sølu. Tlf. 210560 BÍLIGA TIL SØLU Deilir til Toyota Lite Ace bíliga til sølu. Dømi: startari, dynamo, lyktir, akkumolatorur, forkúf. 4 felgur, 4 heilársdekk, 2 summardekk 14''. Tlf. 210560 TIL SØLU 4 píkadekk bíliga til sølu, stødd 155/80/13, eru brúkt ein vetur. 1.000 kr. og 2 stk. brúkt kavadekk, Bridgestone 175/65/R14 fyri 300 kr. Tlf. 251428 YNSKIST Ein kølari til ein Toyota Corolla diesel ynskist fyri ein rímiligan prís. Ring á 212739 kl. 12–18 Amboð VIÐFESTISVOGNAR Tredal vognar, við spiral fjaðrum til sølu. Ein er á goymslu. Kunnu síggjast á heimasíðu www.tredal.no Todal-Velbastað, tlf. 218101 VARIANT VIÐFESTISVOGNAR til sølu, fleiri model á goymslu. Kaj Andreasen & Co, tlf. 315600 BLANDIMASKINUR OG TRILLUBØRUR Tilboðsprísur í november. Kaj Andreasen, tlf. 315600 Arbeiði ARBEIÐI YNSKIST 20 ára gamal drongur søkir arbeiði í Havn. Alt hevur áhuga. Arbeiðsroyndir: Eg havi siglt, stoypt, smíða og arbeitt í handli og goymslu. Mær dámar væl at taka eina eyka hond í og hart arbeiði. Tlf. 264534 ARBEIÐI SØKIST Eg eri 21 ára gamal og søki arbeiði í Havn. Alt hevur áhuga. Ring Tlf. 227695 HJÁLP Vit eru tvær gentur, 18 og 19 ára gamlar, sum søkja vaskiarbeiði skjótast gjørligt. Alt hevur áhuga. Tlf. 314451 ROYNDUR FISKARI við línu, 20 árs erfaring søkir tjans. Tlf. 584567/318401 FLISEARBEJDE Pensionist søger mindre indendørs flisearbejde tlf. 314434 ARBEIÐI YNSKIST Alt hevur áhuga. Eg eri 24 ára gamal og búgvi í Tórshavn, havi royndir innan timburarbeiði o.s.fr. Havi koyrikort til vanligan bil og til trukk. Ring á tlf. 509309/317109 RUKO LÁSATÆNASTA Vit bjóða nú okkara serkønu Ruko lásatænastu, alt samdøgrið og allastaðni har brúgva- og tunnilsfast er. Eisini hava vit góðkenda systemtænastu til øll virki og stovnar. Lat okkara lásasmið koma út at gera arbeiðið fyri tygum. Valdemar Lützen byggibúð, tlf. 301020 ALT TIMBURARBEIÐI málaraarbeiði, tapetsering verður gjørt av handverkarum. Tlf. 224417 EG ÀTAKI MÆR at polera, bona og reinsa bil innan, sum uttan.Ring og frætt nærri Tlf. 256495 Barnaútgerð MYRKAGRÁUR ODDER barnavognur v/ lyft, puslitasku, regnslagi og fluguneti til sølu + eitt systkinasetur. Ring Tlf. 218071 TIL SØLU Føroyskur skinnposi til sølu fyri 500 kr. Góðkendur bilstólur til sølu fyri 300 kr. Ring Tlf. 505011 BILBARNASTÓLUR 9-18 kg. til sølu fyri 550 kr. Tlf. 317564 TIL SØLU Ljósagráur barnavognur við madrassu, kurv, regnslagi, fluguneti, kodda og dúndýnu. Vinyl pusliborði við baðikari, bíliga til sølu. Tlf. 451050 FISHER PRICE Baby Fitnesscenter (nýtt) við tónleiki til sølu fyri kr. 250 Tlf. 522120 GRULVIGARÐUR Ér tað nakar, sum hevur ein grulvigarð at selja okkum. Tlf. 374013/227580 Bátaútgerð 20 STAMPAR LÍNA 4.5 mm til sølu. Tlf. 226471 ella 282835 EIN FRAMBYGDUR 21' GLASTREVJABÁTUR Við 20 HK Bukh-motori og fiskiloyvi til sølu. Tlf. 221744 ella 217846 38 FÓT v/ FISKILOYVI 5B glastrevjabátur 10.7 x 3.95 m. árg. 93, moturur Cat. 670 HK. Niðursettur á 500 HK, árg. 2002, koyrt 2600 t. Vanlig nautisk útgerð. 4 nýggjar el-snellur. Til sølu um hóskandi boð fæst. Tlf. 220205 M/B NESTINDUR Bíliga til sølu, uttan fiskiloyvi. Tlf. 221519 25 FÓT SKJÓTTGANGANDI bátur til sølu. 200 HK Volvo Penta, 24 fjórðingar radara, ekkolod og fiskiloyvi. Tlf. 371934/211934 Bingo BINGO Verður í Stórhúshøll leygardagin 6. nov. Lýst verður í Útvarpi Føroya um kl. tíð. ÍF BASARUR Í KFUK Í HAVN Verður við eydnuhjóli, loppumarknaði, og konditaríi hóskvøldið 18. nov. 2004 kl. 19.00. Á eydnuhjólinum er nógvur góður matur at vinna. KFUM, Varðagøta 9 FRÁ SPASTIKARAFELAGNUM Gott Bingo verður í Pálsstovu mánakvøldið 8/11 kl 19.00. At vinna m.a.dunnur og karramellur, full pláta 400 kr á lutaseðli m.a. 2 gávukort á 500 kr og tvey á 1000 kr. Drigið verður millum spølini, eyka spæl, koyring heim. Øll er hjartaliga vælkomin. Spastikarafelagið GOTT JÓLABINGO verður í Róðraneystinum á Argjum hóskvøldið 11. november kl. 19. Nógvir góðir vinningar, millum annað karamellur, føroyskar gæs, føroyskt krov og nógv annað gott. Eykaspæl. Koyring heim. Øll eru hjartaliga vælkomin. AB-stuðlar BINGO verður í Bygdarhúsinum í Kollafirði leygardagin 13. nov. kl. 16.00. KÍF BINGO Verður í Mettustovu mánakvøldið 8. nov. kl. 19.00 Kvinnufelagið GOTT BINGO verður í Pálsstovu leygardagin 6. november kl. 15. Nógvir góðir vinningar. Astma- og Allergifelagið FRÁ EYDNUNI Gott bingo verður sunnudagin 7. nov. kl. 16.00. Høvuðsvinningur gávukort frá Smyril Line á 2.000 kr. Eykaspælið 2.000 kr. Drigið verður millum spølini. Eydnan BINGO verður í Pálsstovu sunnudagin 7. november kl. 16.00. Full pláta 500 kr. Á lutaseðli ein Apex flogferð. Bingola, eykaspæl, koyring heim. Kiwanisfelagið Rósan GOTT BINGO verður í Glæmuni í Kvívík mánakvøldið 8. november kl. 19. 12 plátur 100 kr.15 vinningar á lutaseðli. Drigið verður millum spølini. Glæman Bøkur YNSKIST Er nakar, ið hevur eina danskt/spanskt og eina spanskt/danskt orðabók at selja okkum. Tlf. 361023 ella 228161 ER TAÐ ONKUR sum eigur "I form"-bløðini frá 2002, 2003 og 2004. Vinarliga ring 522120 Burturm. /funnið FARTELEFON BURTURMIST í vikuskiftinum miðskeiðis í oktober mánaða misti eg fartelefonina hjá mær burtur á Tvøroyri. Fartelefonin er ein grá Panasonic. Um nakar veit um hesa, vinarliga ring á tlf. 455508 eftir kl. 18.00 Býli HÚS TIL SØLU Hús undir Brúnni í Klaksvík til sølu. Tlf. 224528 ÍBÚÐ 2 verilsi íbúð í Keypmannahavn til leigu í 1 1/2 ár, frá 5. des. Tlf. +45 86950049 HÚS TIL LEIGU Sethús nærhendis miðbýnum til leigu frá 1. januar, við ella uttan innbúgv. Tlf. 217540 eftir kl. 17 ÍBÚÐ YNSKIST Ungt par søkir íbúð. Eru friðarlig og fara væl um. Bæði hava fast starv. Tlf. 228030/222066 Lýsingin ynskist: ferðir (set X) undir teiginum: ❑ Akfør ❑Amboð ❑Arbeiði ❑ Barnaansing ❑Barnaútgerð ❑ Bátaútgerð ❑ Bingo ❑Brævaskifti ❑Burturm./funnið ❑ Býli ❑Bøkur ❑Dansur ❑Dýr ❑Fundir ❑Húsarhaldstól ❑Innbúgv ❑Lutaseðlar ❑Leikur ❑Matur ❑Pløgg ❑Samband ❑Súklur ❑Teldur ❑Tónleikur ❑Út-& sjónvarp ❑Ymiskt ❑ Lýsingarnar skulu vera okkum í hendi innan kl. 1200, t.v.s. at lýsing til leygardagsblaðið skal vera okkum í hendi hósdag á middegi. Lýsingarnar, ið gjaldast skal fyri, koma ikki í blaðið fyrrenn tær eru goldnar. Sosialurin tekur ongan ábyrgd av møguligum villum. Sent hevur: Navn:……………………………………….. Bústaður:…………………………………… Bygd/býur:…………………………………. Tlf.: ……….... Lýsingartekstur 1 2 3 4 5 »Lýsingartorgið« Box 76 110 Tórshavn Til frímerki ✁ Lýsingatreytir fyri ókeypis lýsingar: privatar lýsingar í mesta lagi 40 orð bert ein lutur í hvørjari lýsing hægsta søluvirði 20.000 kr. Lýsingar, gjaldast skal fyri: Vanl. lýsingaprísur: frá fyritøkum og virkjum fleiri enn 40 orð søluvirði, ið Sosialurin metir oman fyri 20.000 kr. tó minst 70,- kr. við MVG hvørja ferð: Lýsingar, gjaldast skal fyri: 70,- kr. við MVG hvørja ferð: lýsingar undir teigunum: »Dansur«, »Fundir« og »Matur« Bill. merktar LÝSINGARTORGIÐ C M Y K 49 48