Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mars 2017 · Nr. 34 mikudagsblaðið Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Ávíst kjak stóðst av ætlanin hjá Tórs­havnar býráða at ríva niður eini gom­ul hús við elstu búsetingina á Argj­um, beint við minnisvarðan yv­ir Andrass Mortansson, sum var fyrsti niðursetumaður á Argjum. Tað var í 1828, at hann keypti ogn­ irnar hjá Sepdalska Hospitalinum, sum tá varð niðurlagt. Ognirnar vórðu nýttar at byggja nýtt hos­pi­ tal í Lágabø í Havn – gamla hospital, sum fyri nøkr­um árum síðani varð flutt nið­anfrá, tí tað stóð í vegin fyri Skipa­smiðjuni. Gamla Hospital er nú bygt upp­aft­ur sum tað var, áðrenn skurðstovan varð tikin var burt­ ur av tí í sjey­ti­ár­unum, tá Skipa­ smiðj­an bygdi út við einum vogni aft­urat at taka skip upp við. Argir vórðu ikki roknaðar sum bygd, fyrr enn Andrass Mortensen keypti Argir, og tá gjørdust møgu­ leikar at stovnseta eitt veruligt bygd­ar­sam­fel­ag. Uppboðið yvir Argja hospital og ognir tess varð hildið norðuri í Saks­un 9. mai 1828, og hospitalið varð selt fyri 1.005 ríkisdálar. Argir er tí eitt av okkara nýggj­ aru búplássum – og tá vit kenna upp­run­an so væl, so er eyð­sæð, at vit eisini eiga at hjúkla um søg­ una hjá Argja bygd. Og tað kann best gerast við at endur­byggja Argjahospitalið – ella spedalsk­ hosp­i­tali á Argjum. Sum skilst eru tekningar til skjals av hospitalinum, so vit ná­ grein­i­liga vita, hvussu tað sá út og hvussu tað var innrættað. Tað hevði tí verið kærkomið og virð­iligt at endurreist húsini, eins og tey gera í Klaksvík við at end­ur­ reisa garðin hjá Nólsoyar Páll. Væl vita vit, at tað verður sjálvandi ikki tað sama, tá søguligir bygningar verða end­ur­bygdir, men tað hevði bor­ið væl til kortini. Umframt at hand­verks­lærlingar her kundu lært gamla kynstrið at smíða hús upp á gamlan máta, at allur stór­ við­urin var tappaður saman, og har øll bróstini vórðu sett not í plógv. Á henda hátt kundu argjafólk err­in víst fram sín uppruna – og Før­oyar kundu sagt søguna um tey spedalsku í Føroyum í farnum øldum. Um hesi fólkini, sum máttu liva í einingi burtur frá samfelagnum, tú tey høvdu hesa óhugnaligu sjúkuna, sum við herviliga smittuvandanum setti øll hini í vanda. Tað hevði verið ein prýðiligur varði at reist til 200 ára haldið hjá Argjum um 10 ár – at Argjahospitalið stóð uppi sum savn! Sjálvandi er gott við fólksligum fram­taki til slíkar verkætlanir, men tað slepst ikki undan, at Tórs­ havn­ar kommuna hevur størsta leik­lutin – soleiðis at end­ur­byggja tað, sum er upprunin til okkara sjúkrahúsverk. Ein prýðiligur varði til 200 ára haldið hjá Argjum um 10 ár Endurreisið argja hospitalið Fiski­ vinnu­lóg og hjú­n­a­ bandslóg Svenning av Lofti Kjak síða 13 Okk­ urt skulu tóm­ar hend­ur... Edmund Joensen Kjak Síða 13 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Guttormur í Múla (1657-1737) livdi eitt hendingarikt lív. Hann var sagdur at duga gand og hann var upp­fostr­ að­ur hjá góðum og mentað­ um fólki. Hann dugdi tíðliga at lesa og skriva og var fyrsti in­tell­ektuelli føroyingurin. Fyrstu ferð vit hoyra Gutt­orm gitnan er í samband við ein danskan prest á Við­ ar­eiði. Hetta er um vet­urin, unga prestakonan doyr brád­liga, og prestur jarð­ar hana. Hann er sera sorg­ar­ bundin og keddur sum rímu­ ligt er. Dagin eftir jarð­ar­ ferðina er stórur uppgangur og part­ur av kirkjugarðinum á Við­ar­eiði skolaður burt­ ur, og fleiri kistur fara á sjógv, har í millum kistan við presta­kon­uni. Hon rekur inn á Norð­depli, verður bjargað, fing­in til Viðareiðis og fer prest­ur so aftur undir at jarða konuna. Hetta frættist til Havnar, har systir prestakonuna, gift við fúta­num, býr. Hon skund­ar sær til Viðareiðis at síggja systr­ina enn einaferð. Tá hon kemur norður er syst­ir­in just jarðað fyri aðru ferð, hon bønar og biðir og illa let­ur og um ikki prestur, sín kæri svágur, kann grava hana uppaftur so hon kann síggja hana, nu hon er kom­in norð­ur til bara tað sama. Við ringum tannabiti játt­ar prest­ur og teir grava presta­konuna upp, systir sig­ur far­væl, og so verður prest­a­kon­an jarðað fyri triðu ferð. Men nú verður reint galið, presta­konan gongur aftur á bæði dag og nátt so ikki er inni­verandi í Ónagerði. Prestur missir bæði svøvn og nerv­ar av øllum ganginum og konuni sum gongur aftur. Boð verða send eftir Gutt­ ormi, hann manar presta­ kon­una í grøvina (fjórðu ferð) og fær kyrrað prest við coach­ing og sterkum løgi og so er aft­ur friður á Viðareiði. Her byrj­ar legendan um Gutt­orm í Múla. Múla­ostarnir eru úr hjalli­ num, har hjallurin hjá Gutt­ ormi stóð – grótið á nú­ver­ andi hjalli er tað grótið, sum Gutt­orm­ur lagaði sín hjall við. So tað er ikki løgið at Múla­ost­urin er eitt sindur ganda­kendur. Ein avmarkað nøgd av Múlaostinum verð­ur aftur at fáa aftur í páska­vik­uni. Guttormur í Múla og Múlaostur Rigmor Dam, lands­stýr­is­ kvinna, hev­ur sett Hjalm­ar Han­sen í starv­ið sum stjóra í Und­i­r­vís­ing­ar­stýri­num frá 1. mai 2018 at rokna. Undirvísingarstýrið er stovn­ur undir Menta­mála­ ráð­num, sum kemur at hava fyri­sit­ing­ar­lig­ar rakstr­ar­ upp­gávur innan und­ir­vís­ ing­ar­verk­ið um hendi. Hjalmar Hansen er 50 ára gam­al og útbúgvin Cand. Merc. (jur.). Harumframt hev­ur hann leiðsluútbúgving á mast­erstigi við serligum denti á námsfrøði og prógv sum HR-ráðgevi. Hjalm­ar Han­sen hev­ ur drúgv­ar und­ir­vís­ing­ a r ­r o y n d ­i r u m ­f r a m t holl­ar leiðslu­ roynd­ir í skúla­høpi og inn­an onnur øki. Síðan august 2015 hev­ ur Hjalmar Hansen starv­ast sum vararektari og út­búgv­ ing­ar­leið­ari á Miðnám á Kambsdali. Framm­an­und­ an var hann deildarstjóri á Før­oya Handilsskúla á Kambsdali í 3 ár. Hjalmar er undir­ vís­ingarstjóri Eitt sindur ganda­ kendur má múla­ost­urin vera, tá hann hevur hingið í hjallinum hjá Gutt­ormi í Múla Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Ársaðalfundurin hjá á­huga­ fel­ag­num Føroya Ellisakfør verð­ur leygardagin 7. apríl. Før­oya Ellisakfør fylti 25 ár í fjør. Felagið varð stovnað 4. febr­uar 1992. Síðan hevur felagið ment seg nógv. Umframt fel­ags­ høl­ini yviri við Strond hev­ur felagið eisini gamla vatn­ brunn­in við Gráastein, har lim­ir gjalda fyri at herberga sín­um akførum. Felagið hev­ ur 190 limir. Ársaðalfundurin verður í fel­ags­hølunum yviri við Strond 22 leygardagin 7. apríl kl. 16. Ellisakfør aðalfund