týsdagur 20. mars 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mars 2018 · Nr. 34
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Avtala um býarsavnið
í Havn undirskrivað í
næstum
Mildrið Jacobsen
mildrid@sosialurin.fo
Tórshavnar kommuna hevur nú
skrásett allar lutirnar í býarsavn
inum hjá Birgari Johannesen, og
væntandi verður avtala um at
kommunan yvirtekur býarsavnið
undirskrivað í næstum.
Sigurð Ó. Vang, sum er leiðari á
mentamáladeildini hjá Tórshavnar
kommunu, sigur, at talan er um
fleiri enn túsund lutir, og at nú
er komið á mál við skrásetingini.
Hann sigur seg vænta, at ein avtala
verður gjørd beint eftir páskir við
Birgar Johannesen, sum tók stig til
savnið og hevur rikið tað.
Síðani í fjør hevur Tórshavnar
kommuna latið býarsavninum hjá
Birgari Johannesen eitt ískoyti til
leiguútreiðslurnar hjá býarsavn
inum. Tað leigumálið fer úr gildi í
summar. Og nú avtala verður gjørd
um at yvirtaka allar lutirnar í
savninum, verður býarsavnið part
ur av samlaða virkseminum hjá
Tórshavnar Býarsavni.
Tórshavnar Býarsavn hevur ikki
fast framvísingarhøli, sum er, men
hesum verður arbeitt við, sigur
leiðarin á mentamáladeildini hjá
Tórshavnar kommunu.
Hann vísir eitt nú á, at nógv høli
hjá kommununi verða tøk um eitt
ella tvey ár, tá Musikkskúlin og
Skúlin á Fløtum verða lidnir.
– Okkurt av hesum hølum kann
møguliga koma upp á tal til Tórs
havnar Býarsavn, ella tøku hølini
kunnu loysa upp fyri øðrum møgu
leikum, sigur Sigurð Ó. Vang.
Tórshavnar Býarsavn hevur
eitt goymsluhøli, og til eitt fast
høli verður útvegað savninum, er
ætlanin at hava eitt slag av flyti
savni, har skipað verður fyri evnis
framvísingum í ymiskum hølum
hjá kommununi. Eitt møguligt høli
til slíkar framvísingar er Aulan í
Finsen og eisini Müllers Pakkhús.
Sigurð Ó. Vang sigur, at okkurt
er í umbúna, og at ein slík evnis
framvísing væntandi verður seinni
í ár.
Tórshavnar kommuna søkti í
farnu viku eftir leiðara til Tórs
havnar Býarsavn, sum formliga
hevur virkað síðani 1987. Býar
savnið hevur eitt nú útgivið fimm
bind av Havnar søgu, og tað sætta
bindið verður klárt í vár. Tórs
havnar býaratlas er eisini gjørt
og er partur av arbeiðnum, sum
kommunan hevur lagt í at varð
veita
jarðføst
fornminni.
Nú
verður so farið til eitt meira út
vent býarsavn, sigur leiðarin á
mentamáladeildini hjá Tórshavnar
kommunu.
Orð og tónar:
Tey
ógáaðu
skeiklini í
gerandis
degnum
Í annaðkvøld, hóskvøldið, fara
vit at fagna Sólrún Michelsen
á Reinsarínum. Sólrún fór
um tey 70 um dagarnar og
hevur ongantíð verið virknari
sum høvundur. Hon leggur
nýtt stuttsøgusavn fram tað
kvøldið.
Gerandisdagurin
er
á
tremur við søgum, bara vit gáa
um tær. Ofta er tað í tí vanliga,
javna og stundum gráa, at
fræið til eina góða søgu liggur.
Sólrún er meistari í at leita
fram hesi smáu skeikl og hesi
ørsmáu avbrigdi, sum snara ta
stóru søguna um sín ás.
Søgurnar lýsa kvinnur í
hesum
ymsu
gerandisligu
sambondum
við
onkrum
løgnum smámuni, ið elvir
spenningar
í
sambondum
millum menniskju.
Kvøldið
byrjar
kl.
20
hóskvøldið. Á skránni verður
prát, upplestur og framløga.
Til hetta heilt serliga høvið fer
kórið Glymur at syngja.
Vit hittast í Reinsarínum
hóskvøldið 22. mars kl. 20.
Nevndin í Felagnum fyri kirkjuráðslimir
skipað seg
leygardagin hin 3. mars var árligi aðalafundurin í Felagnum fyri
kirkjuráðslimir. Í ár varð aðalfundurin hildin í Gøtu kirkju, og sum
vant fjórða hvørt ár var nevndarval á skránni.
Nývalda nevndin skipaði seg á
fundi mánakvøldið 19. mars í Hoyv
íkar kirkju:
Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen,
forkv. í Gøtu kirkju – forkvinna
Elsebeth V. Simonsen, forkvinna í
Viðareiðis kirkju – varaforkvinna
Katrin Højsted, forkvinna í Eiðis
kirkju – skrivari
Ingibjørn
I.
Eldevig,
næstformaður
í
Fuglafjarðar
kirkju
Signheðin Davidsen, formaður í
Hósvíkar kirkju
Kathrina
Lindenskov
Holm,
kirkjuráðslimur í Vesturkirkjuni
Theodor Eli Dam Olsen, prestur
Kassameistari er Marna Reyná,
Jóhan Elkjær Hansen er bókhaldari
og kassameistari fyri Kirkjutíðindi,
og grannskoðari felagsins er Hanus
Heinesen.
Endamál felagsins er
m.a. at savna føroyskar
kirkjuráðslimir fyri at tala
um felags mál í kirkju
arbeiðnum
vera
sam
bindingarlið
millum
kirkjuráðini og myndug
leikarnar.
Eisini kann nevnast, at
felagið gevur út Kirkjutíð
indi, og fyrsta blaðið í ár
er júst prentað og komið
út.
Í blaðnevndini sita
Hansina
Brekkstein,
Bergtórur Hjelm Bjark
hamar, Maria Jørðdal
Niclasen,
Tummas
Lauridsen og Theodor
Eli Dam Olsen, blaðstjóri.
Hava bryggjað í øl í 130 ár
– Várið er í nánd og vit ganga
ímóti ljósari tíðum. Páskabryggið
2018 er bryggjað og smakkað.
Á Føroya Bjór siga tey seg hav
gjørt nógv fyri at fáa tann besta
smakkin og góðsku.
– Páskabryggj 2018 er sett
saman við bestu rávøru og hósk
ar tað sera væl til føroyskan mat
og til páskaborðið, siga tey.
Í ár eru 130 ár síðani Símun í
Vági av fyrsta sinni bryggjaði á
Føroya Bjór.