týsdagur 20. mars 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. mars 2018 · Nr. 34
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Óli Kristian
Jacobsen
50 ár á
Føroya Tele
1. februar var hátíðarhald í sam
bandi við, at Óla K. Jacobsen hevði
50 ára starvsdag á Føroya Tele, ella
Telefonverk Føroya Løgtings, sum
tað æt, tá hann byrjaði í starvi. Óli
K. Jacobsen fekk handaða konga
ligt heiðursmerki fyri trúgva tæn
astu.
Óli byrjaði 18. januar 1968, og
stjórin leit aftur á tíðina við heilsan
til Óla.
Tann fyrsta uppgávan var at
fyrireika og installera stóra veksl
araskipan á Landssjúkrahúsið. Ein
av teimum uppgávum, sum Óli
nú í seinastuni hevur havt hevur
verið er at taka gamla útgerð niður
á Landssjúkrahúsinum. Og hettar
lýsir í stóran mun tær uppgávur,
sum hava gingið aftur øll árini. At
seta útgerð upp sum klárar nýggj
krøv, og taka gomlu útgerðina nið
ur aftur.
Í 1968 vóru tað bert automat
støðir í Havn, Klaksvík og Runavík.
Arbeiðið tey fyrstu nógvu árini hjá
Óla varð at seta automatstøðir upp,
so sjálvval fekst at virka kring alt
landið. Tær fyrstu automatstøðinar
vóru stórar mekaniskar maskinur,
sum við tannhjulum og armum
fingu telefonsamrøðurnar í lag, og
støðin í Tórshavn varð av hesum
slag heilt fram til 1980.
Tað nýggja ættarliðið av auto
matstøðum virkaði við rele. Tann
fyrsta av hesum slag varð sett upp
í Klaksvík í 1972.
Automatiseringin varð gjørd
liðug í 1979, og uppgávurnar sum
eftir hetta fyltu nógv varð at víðka
kapasitetin á støðunum, tí tá bleiv
meira vanligt at hava telefon, og
talið av abbonentum vaks skjótt.
Í 1986 verður aftur farið í gongd
við eitt nýtt stig í útbyggingini av
telefontænastuni við sokallaðu
digitaliseringini. Tá bleiv aftur
sett nýggj útgerð upp kring alt
landið, og gamla útgerðin varð tik
in niður. Hetta arbeiðið vardi heilt
fram til 1998, tá nakrar av norðastu
bygdunum í Føroyum blivu digital
iseraðar.
Síðst í nítiárunum vóru stórar
broytingar á fjarskiftisøkinum.
Við liberalisering og nýggjari fjar
skiftislóg bleiv tað møguligt hjá
øðrum feløgum at bjóða seg fram
á økinum. Í 1998 broytti Telefon
verkið navn til Føroya Tele, og tá
var eisini farið undir at bjóða GSM
fartelefoni. Tá sást eisini ein stórur
tørvur í at fáa sambandið til Inter
netið at koyra skjótari. Tá var inter
net sambandið vanliga yvir telefon-
modem.
Í 1998 hevði Óli arbeitt í 30 ár á
Telefonverkinum, og tað ber til at
siga, at í hesum tíðarbilinum snúði
arbeiði seg í størsta mun um út
bygging og dagføring av telefon
tænastuni.
Í ár 2000 varð fyrsta ADSL út
gerðin sett upp, og árini eftir vaks
uppgávan at seta útgerð upp til
breiðband kring alt landið.
Arbeitt var áhaldandi við at fáa
tænastuna út til øll pláss í landin
um, og í 2010 høvdu øll í Føroyum
møguleika fyri at útvega sær breið
band.
Tey seinastu 20 árini hava so
statt mest snúð seg um at byggja
breiðbandið út, víðka um kapasitet
og seta nýggj ættarlið av tøkni upp.
Nú í ár hendir aftur eitt nýtt
skifti í tøknini, har breiðbandið
kemur at koyra á ljósleiðara. Tá
fyrsta útgerðin av hesum slag varð
sett upp í fjør, var tað Óli sum aftur
var við.
Óli hevur starvast á Støðar
deildini mesta av sínum arbeiðslívi
og hevur verið til arbeiðis í styttri
og longri tíðarskeið á øllum oyggj
unum í Føroyum, uttan lítlu Dímun.
Av øðrum uppgávum sum hava
verið gjøgnum árini kunnu nevnast
uppsetan av útgerð í Hetlandi og
Orkney i 2007 í sambandi við Shefa
sjókaðalin. Eisini setti hann útgerð
upp á Cantat kaðalstøðini í Tjørnu
vík í 1993 og í Farice kaðalstøðini í
Funningsbotni í 2003.
Vit vilja takka Óla fyri árini her
á Telefonverkinum, Føroya Tele
og FT Net. Vit kenna hann sum
verandi ágrýtnan, motiveraðan og
dugnaligan í sínum arbeiði.