Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mars 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. mars 2018 · Nr. 34 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður arbeiðsformaður Sjúrður Hansen, sum hev­ur verið lærari í heili 38 ár, byrjaði hin 1. febr­ u­ar í starvi sum arbeiðs­ for­maður hjá Kvívíkar komm­unu. Kommunan fevnir um fimm bygdir, heilt av Skæl­ingi til Válin. Í Kvívíkar kommunu eru ikki færri enn fimm vatnreinsivert, sum skulu haldast, og her er skúli og barnagarður umframt annað, sum hoyrir einari komm­unu til. Sjúrður Hansen er sørv­ingur, sum býr í Hoy­ vík. Hann hevur lær­ara­ út­búgving og diplom­út­ búgv­ing í smíð, og hann hevur undirvíst í fólka­ skúlanum í 20 ár. Har­um­ framt hevur hann undir­ víst á Tekniska skúla, og hann hevur und­ir­víst á Føroyar Lær­ara­skúla í smíð og kreat­iv­ari breyt í 15 ár. Sjúrður Hansen hev­ur eisini undirvíst á kvøld­ skúla. Hann hevur stóran áhuga fyri síging og var við til at stovna felagið hjá fjallabjargarum. vilmund@sosialurin.fo Mirjam aftur í Miðlahúsinum Mirjam Pætursdóttir, sum er ættað úr Leirvík, er byrjað í nýggjum stavi í Miðla­húsinum í Vágs­ botni. Hon fer at arbeiða við video­upp­tøk­um og kem­ur eisini at hjálpa til við tíð­indum. Men, Mirjam Pæturs­ dóttir er ikki nýggj í Miðla­hús­inum. Árini frá 2007 til 2015 arbeiddi hon í Vágsbotni sum útvarpsvertur, tekn­ ik­ari, og hon fram­leiddi eisini lýsingar. Síðan Mirjam Pæt­ urs­dóttir fór úr Miðla­ hús­inum, hevur hon starv­ast hjá Vodofone í nakr­ar mánaðir og var síð­an í læru sum skriv­ stovu­kvinna hjá ANSNI. Nú er unga og evna­ ríka kvinnan aftur ein partur av starvs­fólka­hóp­ in­um í Miðlahúsinum. vilmund@sosialurin.fo Teitur høvuðs­ kokkur í Fútastovu Í fjør heyst byrjaði 32 ára gamli tvørámaðurin, Teitur Christensen, í starvi sum høvuðskokkur í Fútastovu í Havn. Teitur Christensen hev­ur búð í Danmark í 12 ár, og í 2009 gjørdist hann út­búgvin kokkur hjá Mad­klubben Bistro De Luxe í Keypmannahavn, sum er ein donsk/ fronsk kafé. Tvørámaðurin hevur starvast sum kokkur hjá ym­iskum matstovum í Dan­mark. Saman við øðrum læt hann eisini upp egna matstovu, har hann starvaðist sum kokkur, og henda matstovan er framvegis virkin. vilmund@sosialurin. At finna røttu starvsfólkini og varðveitir tey Fríggjadagin hin 20. apríl bjóðar bituff.com til tað, tey rópa “vinnurák”, sum er ein røð av kunnandi fyrilestrum um ymisk nútímans evni, sum eru viðkomandi fyri vinnulívið Hesaferð fer tiltakið at snúgva seg um útvegan av starvs­fólki. - Tað kann taka drúgva tíð at finna røttu starvsfólkini. Hetta kann verða kostn­að­ ar­mikið, og hetta eisini verða ein sera fløkjalig tilgongd, sum ofta verður undirmett. At seta rætta starvsfólkið, er mangan lættari sagt enn gjørt. Men tað eru fá við­ur­ skifti, ið hava størri ávirk­an á gongd­ina í eini fyritøku - til tað betra ella tað verra - enn fólkini, sum verða sett í starv. Hjá bituff.com vísa tey á, at ein røtt starvssetan kann skapa stóra framgongd - og ein skeiv starvssetan kann hin­vegin fáa keðiligar avleið­ ing­ar fyri eina fyritøku. - Hendan dagin fara vit at hyggja eftir, hvussu tú sum leiðari fært fatur í røttu starvs­fólkunum. Hvussu finn­ur tú tey, og hvussu veitst tú, at tú hevur funnið rætta fólkið? Á hinari síðuni, vísir bituff.com á, er spurningurin, hvat tú sum arbeiðsgevari skalt gera fyri at varðveita góðu fólkini. - Hvussu kanst tú skapa eitt mennandi starv yvir langa tíð fyri tíni starvsfólk, so tey ikki steðga upp ella rýma? Hjá bituff.com vísa tey á, at tiltakið, sum verður 20. apríl, er samansett við fyri­ lestri og verkstovu, har skift verð­ur millum ástøði og venj­ingar, soleiðis at lut­tak­ ar­ar­nir fáa sum mest burt­ ur­úr. Oda Ellingsgaard leiðir dagin og fer at deila sína vit­ an og nógvu royndir innan økið við luttakararnar. - Oda Ellingsgaard hev­ur arbeitt á altjóða markn­að­ in­um við útvegan av starvs­ fólki seinastu nógvu árini. Í løt­uni arbeiðir hon sum Tal­ent Acquisition Partner hjá stóru donsku fyritøkuni Novo Nordisk, siga tey hjá bituff.com Høvi verður at hoyra og læra av Odu Ellingsgaard henda dagin frá klokkan 13 til 16 í Norðurstovu í Norð­ ur­landa­húsinum. - Tiltakið er æltað øllum teimum, ið hava áhuga fyri starvssetan og headhunting, siga tey hjá bituff.com vilmund@sosialurin.fo STARVSMARKNAÐUR RØKTARI TIL BÚNAÐARSTOVUNA Søkt verður eftir røktara til Búnaðar stov­ una. Starvið verður at seta skjótast gjørligt. Arbeiðið kemur í størstan mun at fevna um røkt av fjósi og haga og djórunum, sum har til hoyra, saman við verandi røktara. Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar, alt eftir hvør árstíðin er. Krøv til umsøkjarar. Góðan kunnleika til landbúnað og hollar arbeiðsroyndir innan landbúnað. Arbeiðstíðin er full tíð, svarandi til 39 tímar um vikuna. Starvið verður lønt sambært sátt mála mill um Fíggjarmálaráðið og Starvs manna­ felagið. Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Hans Martin Andreasen, tlf. 299013 ella Rólv Djurhuus, tlf. 299012. Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera Búnaðarstovuni í hendi í síðsta lagi 3. apríl 2018. Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður Tlf. 47 90 00 – Faks 47 90 20 T­post: bst@bst.fo Oda Ellingsgaard hevur arbeitt á altjóða marknaðinum við útvegan av starvsfólki seinastu nógvu árini