hósdagur 22. mars 2018síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Tað er einki at ivast í, at veljarar, sum á
seinasta løgtingsvali valdu Javnaðarflokkin,
kenna seg nipnar.
Teir skammast av, at teir fyri fyrstu
ferð aftur í 25 ár gjørdu Javnaðarflokkin til
størsta flokk í Føroyum. Teir skammast, tí
teir hildu, at tað fór at gagna, at flokkurin
var størstur og aftur kundi standa á odda
sum stjórnarberandi flokkurin.
Men eingin keta er sterkari, enn veikasta
liðið. Tað vita øll. Men fyri at hava eina
sterka ketu, so mást tú eisini hava sterk lið
í ketuni. Ikki bara nøkur. Øll liðini í ketuni
mugu vera líka sterk. Annars støkkur ketan.
Flokkurin hevur seinastu árini sæð størri
virði í at fáa fólk á listan, sum á onkran hátt
kunnu skava atkvøður saman, heldur enn
fólk sum meina politikk floksins í álvara.
Á Tvøroyri hevði flokkurin mist valdið av
innanhýsis klandri. Har vóru komnir tveir
javnaðarflokkar, sum høvdu sum fremsta
mál at gera hvør øðrum fortreð. Soleiðis
vóru nøkur av javnaðarfólkunum støðugt
sett uttan fyri ávirkan – av øðrum »floksfel
øgum«.
So fann onkur upp á ráð, at um tey tóku
borgarstjóran, sum gekk fyri at vera tjóð
veldismaður, og sum var valdur á felags
listanum hjá millum annað Tjóveldi og
Fólkaflokki, á listan hjá Javnaðarflokkinum,
so fór flokkurin at fáa nógvar atkvøður.
At tað er stokkutur hiti at taka »populer«
fólk úr øðrum flokkum, er nú sjón fyri
søgn. Løgmaður, landsstýri, løgting og øll
tann politiska skipanin er gyrd í brøkur av
nøkrum »javnaðarfólkum« á Tvøroyri, sum
klandrast og sum hava tikið alla ta politisku
skipanina sum gísla.
Tað var eisini hildið at síggja pent út at
hava samkynd valevni á listanum seinast.
Nógvar atkvøður vóru helst at heinta úr
LGBT umhvørvinum.
Men har er var sama skilið. Ein persónur
fylti meira enn ein politiskur felagsskapur.
Ein persónur hevði størri týdning enn ein
politisk hugsjón hjá eini heilari rørslu.
Javnaðarflokkurin hevur spælt fallit.
Javnaðarflokkurin má rudda upp. Um
nakar skal taka Javnaðarflokkin fyri fult,
so má ruddast upp í persónsgallarínum hjá
flokkinum. Út við øllum egoistunum.
Tað merkir kanska at flokkurin tódnar.
Men sama ger, tí ein flokkur við slíkum
høvuðkambum nyttar einki.
Tað var helst ein erlig roynd hjá Aksel V.
Johannesen. Men svikafulla manningini
ger løgmann til láturs.
Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðs
gevarafelagið, KAF, hava í dag undirskrivað
nýggjan tvey ára sáttmála fyri tey, sum arbeiða
hjá kommununum, SEV og IRF. Sáttmálin er á
sama stigi sum seinasta semja við Fíggjarmálar
áðið. Karmurin er tann sami, sum í sáttmálanum
við Fíggjarmálaráðið fyri sama tíðarskeið. Eins
og hjá landinum er lønarhækkingin í krónum,
heldur enn prosentum.
Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2017 til 1.
oktober 2019. Fyrra árið hækkar mánaðarlønin
hjá øllum 633 krónur
og 1. oktober í ár
hækkar mánaðarlønin
aftur 754 krónur. Í
prosentum hækkar
mánaðarlønin 2,3 %
fyrr árið og 2,5 % tað
seinna.
Valdsgyrnd ger løgmann til láturs
So fingu tey hjá
kommununum
eisin sáttmála
Starvsmannafelagið
Les eisini blaðið
á telefonini
Blóðfátækt
á botnlinjuni
Høgni Djurhuus
baksíðan
Ungmannafelagið
Merkið: Neistin
sum hvarv
Siðsøga síða
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Henrik Old slepti eini lítlari bumbu
í Løgtinginum hósdagin, tá ið hann
greiddi frá, hvussu hann ætlar at
bora tunlar.
Samgongan hevur ætlanir um at gera fleiri
tunlar, og í hesum sambandi hevur Henrik
Old havt tað sum eitt hjartamál at stovna
eitt tunlatoymi undir Landsverki, sum skal
gera tunlarnar til ymsar smábygdir.
Løgtingslimir í samgonguni hava havt tað
fatan, at fyrsti tunnilin, hetta tunlasjakkið
skuldi gera, var tunnilin til Dals, og síðani
skuldi borast til Tjørnuvíkar.
Men í Løgtinginum í dag boðaði Henrik
Old frá, at hann hevur givið Landsverki boð
um, at bora til Fámjins fyrst. Hann sigur at
nú á páskum fara umboð til Landsverk til
Noregs eftir boriútgerð, og síðani er ætlanin
at seta á at bora til Fámjins. Hann sigur at
ætlanin er at fara undir arbeiðið í summar,
og tá ið árið í ár er farið, skuldi tunnilin til
Fámjins verið komin hálva leið.
Henrik Old sigur, at í Øravík er longu
bæði verkstað og fólk, og tað er tað ikki í
Húsavík og tí er tað nógv skjótari at sleppa
framat at bora til Fámjins, sigur Landsstýris
maðurin. Byrja vit nú, er koyrandi ígjøgnum
Fámjinstunnilin um tvey ár, ella í 2019.
Jónleif Johannesen, løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin, er sjónliga misnøgdur við
avgerðina hjá landsstýrismanninum, tí hann
sigur, at tað er ikki hetta, Løgtingið hevur
samtykt. Hann sigur, at tá ið fíggarlógin
varð samtykt, stóð í henni, at fyrsti tunnilin,
sum tunlasjakkið skuldi gera, var tunnilin til
Dals, og síðani skuldi tunnilin til Tjørnuvíkar
gerast.
– Tað er hetta vit hava samtykt, sigur Jón
leif Johannesen.
Eisini Hanna Jensen og Ruth Vang,
løgtingskvinnur fyri Framsókn, undrast á
framferðina hjá Henrik Old. Ruth Vang sigur,
at fíggjarlógin er samtykt við teirri fortreyt,
at tunnilin til Dals skuldi gerast fyrst, og so
skuldi tunnilin til Tjørnuvíkar gerast.
Og hon sigur somuleiðis, at raðfylgjan
kann ikki bara broytast úr leysum lofti og tí
vil hon fegin hava greiði á málinum. Eg haldi
bara ikki at síðsta orðið er sagt í hesum máli,
sigur Ruth Vang.
Henrik Old sigur, at í Dali skulu
friðingarmyndugleikarnir upp í og hann
sigur rætt og slætt, at hann hevur ikki tol at
bíða, til alt tað er avgreitt, tí tað fer kanska at
taka alt hetta árið. Men hann sigur, at hann
vil sleppa ígongd sum skjótast, tí hann hevur
tol til at sita og bíða til næsta ár. Sostatt
hevur hann givið Landsverki boð um um at
fara undir at bora til Fámjins fyrst, og tað
verður farið undir tað sum skjótast.
Fara nú at bora
tunnil til Fámjins
23. mars 2018