hósdagur 22. mars 2018síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 23. MARS 2018
SOSIALURIN 35
28
Blóðfátækt á botnlinjuni
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
A
merikanarin
og jødin, tann
gløggi
stór
s k e m t a r i n
Woody Allen, segði, at
hann hevur als einki
álit á kvinnum.
Hví? Jú, hann
kundi ikki hava
álit á einari veru,
sum bløddi í átta dagar uttan at
doyggja. Tað var spooky, helt hann.
Eg fari ikki at skriva nógv meira
um mánasjúkuna her. Veit einki
um hana og var ikki heima 8.mars,
tá hon var á dagsskránni altjóða
kvinnudagin.
Men í javnstøðunar navni og
endamáli áttu menn eisini at bløtt
í átta dagar, uttan at doyggja av tí.
Menn sleppa alt ov lætt.
Ella kvinnurnar eiga at sleppa
undan. Hví skulu tær altíð verða
fyri tí verra býtinum? Minni løn
enn menn fyri sama arbeiðið.
Enn er ikki upplýst, hvørji tey
størvini eru, sum geva minni
løn fyri sama arbeiði. So
tað er bara ein pástandur.
Men hann kann brúkast,
og hann verður framvegis
brúktur í stríðnum.
Annars hevur orða
bókin tvær merkingar,
tvær frágreiðingar um
mánasjúku. Hin, tann vit ikki hoyra
um, er sinnissjúka, sum hildin varð
(í Bíbliuni) at gera serliga vart við
seg í fullmána.
Tá Bíblian sigur tað, er tað
sjálvandi satt.
Á íslendskum, tí vakra
máli, er mánasýki
hysterí, móðursjúka
á
føroyskum.
Mammur eru
hysteriskar.
So hysteriskar, at tær hava fingið
eina sjúku uppkallaða. Einasta
sjúku, sum ikki hevur sítt egna
felag. Mánasjúkufelagið.
Og hví skal mánin svíða? Hann
hongur har so syrgin, tí hann skín
ur ikki líka væl sum sólin. Og so
hetta afturat.
Páskir eru hvønn vetur og eisini
í ár. Tað ræður um at steikja páska
lambið nóg leingi, so tað ikki bløðir,
tá steikin verður skorin og borð
reidd millum ølirnar og vátaslett
ingsælini.
Annars eru lombini ikki komin
enn. So hatta við páskalambinum
er helst eisini úr Bíbliuni. Tó er
eingin uppskrift við har. Heldur
eingin tíð, sum lambið skal grillast.
Ein ølklubbi, eitt frítíðarfelag,
lýsti í Útvarpinum fyri hundrað
árum síðani, at páskalambið skuldi
etast leygardagin reyða, sum á øðr
um máli er páskaaftan ella bara
leygardagurin á páskum.
Tað skapti øði sjálvandi, páska
lambið verður etið leygardagin
(blóð)reyða.
Tað bar ikki til at lýsa við tí í
útvarpinum hjá øllum.
Nógv tola ikki at síggja blóð.
Men tilveran er ein blóðugur veru
leiki, vilja vit tað ella ikki.
Reytt er ein vakur litur, men tað
veldst um, hvar hann er.
Tosað verður um blóðreyð tøl
og tá verður ikki tosað um góð og
vøkur tøl.
Tey góðu tølini eru kolasvørt.
Svart er verri enn reytt, haldi eg.
Rósur eru blóðreyðar og tær eru
vakrar. Tað er blóðreyður varralitur
eisini.
Men kvinnustríðið. Tað heldur
fram, mánasjúkt, herjar á aftur.
Mánasjúkan kann bara lekjast á
ein hátt og í nakrar mánaðir.
Tann lekidómurin gevur, um
framt at vera leking, nógvar fyri
munir, eisini fíggjarligar, millum
annað frí við løn fyri sama arbeiði.
Ikki so nógvari løn sum menn
høvdu fingið sjálvandi.
Nakrar ferðir tey okkurt um 30
árini, mensan er, er væl sloppið.
Í lýsingunum um slíkt at lofta
reyða blóðinum, áðrenn tað fer í
klæðini, er blóðið blátt. Blátt blóð
í æðrunum verður sagt um tey
kongaligu og tey aðalbornu.
Men tað er ikki kjarnin her.
Heldur er hann tann, at ikki øll tola
at síggja blóð. Heldur ikki málbólk
urin, sum lýsingarnar eru ætlaðar.
Summar teirra ræðast blóð. Tí
fara tær ikki upp á barrikadurnar
at berjast. Tær tosa, og tosa og tosa
og tosa og tosa og tosa í staðin fyri.
Tá tann eina andar inn, tekur tann
næsta við at tosa.
Men Woody Allen rakti seymin
við fyrsta høggi, og tí einasta. Brúk
var ikki fyri fleiri høggum.
Høgni
Djurhuus
Heidi er fyrsta
starvsfólkið
hjá Fjølrit
U
pphavsrættindifelags
skapurin Fjølrit hevur
sett Heidi Durhuus í
starv sum umsitara og
KT-mennara frá 1. apríl at rokna.
Heidi Durhuus er 40 ára gomul,
ættað úr Hoyvík, og útbúgvin sum
cand.it í talgildari sniðgeving og
samskifti, umframt at hon hevur
bachelorprógv í KT-menning. Hon
hevur arbeitt sum KT-mennari
bæði í Norra og Danmark, millum
annað á Statens Serum Institut í
Keypmannahavn.
Arbeiðsuppgávurnar hjá Heidi
verða nógvar og fjølbroyttar, og fer
hon millum w at menna skipanina,
sum skal til fyri at kunna skráseta
listafólk, nýtslu av teirra verkum
og avrokning av viðurløgum. Tað
verður sostatt Heidi, ið verður
bindiliðið millum kundarnir hjá
Fjølrit, til dømis skúlar, komm
unar, stovnar við meira, ið nýta
upphavsrættarliga vard verk, og
listafólkini, ið eiga verkini, sum
nýtt verða.
Starvið sum umsitari og KT-
mennari er nýstovnað, og hetta
er fyrstu ferð, at Fjølrit hevur sett
fólk í starv. Hóast Fjølrit hevur
meira enn 30 ár á baki, hevur
felagsskapurin higartil verið rikin
sum ein grunnur, har ein nevnd við
jøvnum millumbilum kom saman
at viðgera innkomar umsóknir um
stuðul.
Heidi Durhuus er nýtt starvsfólk hjá Fjølrit