Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-03-22, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. mars 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 2 mars 2018 23 Vilmund Jacobsen Hin 13. mars í ár var norska skipið Nordkinn á Funningsfirði við timbri til Sp/f Atlantshav, sum er plattavirkið við stjóranum, John L. Kjeld. Virkið í Funningsfirði keypir plattatilfar til sína framleiðslu úr baltisku londunum, haðani lastin hesaferð kom, og timbur verður eisini keypt úr Ruslandi. Tað er við jøvnum millumbili, at skip eru á Funn­ingsfirði við timbri, og hvussu mong skip­ ini eru gjøgnum eitt ár, veldst um, hvussu stórt virksemið er í árinum. Sjálvvirkandi maskinur Í Funningsfirði hevur Atlantshav góðar maskin­ ur, sum gera meginpartin av arbeiðnum, og soleiðis er ikki brúk fyri so nógvum arbeiðs­ monnum í sjálvari framleiðsluni. Talan er um eingangsplattar, sum føroyska útflutningsvinnan keypir, og tá virksemið er størst, er talan um rættiliga nógvar plattar, sum av virkinum í Funningsfirði og út til keyparar. Í útlandinum, hagar fiskavørurnar koma, verða plattarnir endurnýttir til eitt nú brenni. Stórar fyritøkur í útlandinum, sum keypa nógva vøru og sum soleiðis eisini fáa nógvar plattar, hava í onkrum føri reist á føtur virki, sum gera brenni burtur úr plattaviði - ella, tey selja plattarnar til onnur, sum gera og selja brenni. Stór framleiðsluorka Sp/f Atlantshav hevur við sínum sjálvvirkandi maskinum so mikið stóra framleiðsluorku, at fyri­tøkan í Funningsfirði saktans kundi gjørt allar plattarnar, sum føroysk vinna hevur brúk fyri. Millum størstu einstøku keypararnar hjá felag­num eru føroysku uppsjóvarvirkini og stóru framleiðsluskipini, og annars hevur fyri­ tøkan viðskiftafeløg kring alt landið. Plattavirksemið, sum byrjaði í Funningsfirði í smáum, hevur á páskum 25 ár á baki. Virksemið hjá Sp/f Atlantshav er eitt sindur árstíðar­bundið, og vanliga er mest at gera, tá makrelur og sild verða fiskað. Atlantshav framleitt plattar í eina hálva øld VIRKSEMIÐ HJÁ SP/F ATLANTSHAV Í FUNNINGSFIRÐI ER EITT SINDUR ÁRSTÍÐARBUNDIÐ, OG VANLIGA ER MEST AT GERA, TÁ MAKRELUR OG SILD VERÐA FISKAÐ Norska skipið Nordkinn er á Funningsfirði við timbri til Sp/f Atlantshav, sum framleiðir plattar til føroysku útflutningsvinnuna Mynd: Kári P. Højgaard Sp/f Atlantshav í Funningsfirði hevur so mikið stóra framleiðsluorku, at fyritøkan saktans kundi gjørt allar plattarnar, sum føroysk vinna hevur brúk fyri Mynd: Vilmund Jacobsen