Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. juli 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Hjørdis Árnadóttir Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Edvard Joensen Rúnar Reistrup Dia Midjord Stefan í Skorini Ítróttur: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Fax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: P/F Prentmiðstøðin Sosialurin Oddagrein At skrumbla seg til máls Fleiri ferðir er nú prógvað, at okkara stýrisskipanarlóg ikki virkar á nøktandi hátt. Tað gongur næstan ikki dagur, at ikki okkurt er uppi um brot á okkara stýrisskipan. Løgmaður hevur í longri tíð havt stórt stríð av hesum - og hevur landsstýrið ikki verið fullmannað í fleiri mánaðir, tí onkur heldur, at ráð ikki eru til at seta ein landsstýrismann, samstundis sum ein annar fyrrverandi landsstýrismaður fær løn uttan at vera til arbeiðis. Í gjár skar løgmaður tó ígjøgnum - og gjørdi av kortini at tilnevna nýggja landsstýrismannin. Við Sosialin sigur hann, at hetta so má fáa tær avleið- ingar, ið fara at vísa seg. Sjálvsagt skal løgmaður skera ígjøgnum - og spenn- andi verður at síggja úrslitið Tað ber jú ikki til, at embætisfólk og politikarar á henda hátt skulu vera noydd at togast um viðurskifti, sum í øðrum londum eru púra greið, til onkur advokatur má koma upp í leikin sum kanningarstjóri at loysa knútin. Tá tað er so greitt, at stýrisskipanar- lógin ikki virkar á nøktandi hátt, so er bert eitt at gera – at endurskoða hana. Hetta landsstýrið hevur sett sær fyri at skipa landið sum fullveldi, har vit sjálv hava ábyrgd á øllum økjum. Kortini kann tað tykjast heldur rangvørt at arbeiða við at gera eina føroyska grundlóg, samstundis sum okkara stýr- isskipanarlóg ikki virkar á nøktandi hátt. Føroyingurin hevur ilt við at skilja, at ein grundlóg skal loysa allar hesar trupulleikarnar. Tað sama kann sigast um kjakið um skiftistíðina. Landsstýrið setur øll segl til at hon skal gerast so long sum gjørligt. Hví ikki venda spurninginum við - og siga, at vit fyrst skulu gerast fíggjarliga sjálvbjargin - áðrenn vit taka fulla stigið til fullveldi. Okkum tykir, at tað ofta verður arbeitt í panikki. Størri dentur verður lagdur í at náa ávísum málið, heldur enn at greiða gøtuna, so vit koma heilskapað fram at málinum. Tøkk Øllum tykkum, ið á ymiskan hátt gjørdu okk- um gullbrúdleypsdagin so hugnaligan og gleddust saman við okkum, takka vit hjarta- liga. Bestu heilsanir Jona og Eivind Gudmundsen Hurluvasi á Meiarínum Á ólavsøku verður barna- leikurin Hurluvasi á Meiar- ínum framførdur á Meiarí- num. Longu hósdagin 27. juli kl 18 verður fyrsta sýning, og síðani verður spælt um ólavsøkuna. Leikurin Hurl- uvasi á Meiarínum er skorin eftir sama leisti, sum Hurl- uvasi í Lítluvík, ið varð sera væl móttikin bæði av børn- um og vaksnum, og sum ofta verður nevndur tá ið tosað verður um barnaleikir. leikurin er fyri øll børn og barnsligar sálir, siga fyri- reikararnir. Hurluvasi á Meiarínum er skemtileikur, ið snýr seg um ein ungan mann, sum verð- ur forelskaður í tí vøkru Smeraldinum, men hetta vil pápi hennari ikki hoyra tal- an um og roynir av øllum alvi at forða teimum at koma saman - og hetta førir við sær ein øgiligan hurlu- vasa. Eins og í Lítluvík á sinni eru orðini fá, men tónleik- urin er nógvur, og bæði verður klatrað, runnið og dansað. Leikstjórnað hevur Sús- anna Tórgarð, og tey ið leika eru Birita Mohr, Egi Dam og Hans Tórgarð. Hes- aferð hava tveir ungir evna- ríkir menn, Sámal Black og Heiðrikur á Heygum, málað ein litríkaan og sera stutt- ligan pall. Stamen Stant- chev hevur lagt tónleikin til rættis. Fyrsta sýning verður tann 27. juli, og tríggjar sýningar verða á ólavsøku, síðani verður spælt fram til 1. au- gust. Nú ólavsøkan nærkast er rættuligaur Hurluvasi Meiarínum, og tað fer tað at verða um alla ólavsøkuna. Og sum ikki einaferð eru tað børnini, sum standa ovast á listanum Rúni Brattaberg á konsertferð Meðan Rúni Brattaberg hevur summarfrí frá opera- senuni í Zürich, hevur hann fýra summarkonsertir í komandi viku. Tær verða í Framtíðini í Vági sunnu- dagin, Meiarínum í Havn mánakvøldið, í Vestmanna skúla týskvøldið og í Fugl- afjarðar skúla hóskvøldið. Í konsertskránni hesaferð eru sangir, sum skulu verða við á fyrstu solofløguni hjá Rúna - hon kemur væntandi út til jóla. Kend løg eftir Regin Dahl, Sunleif Ras- mussen, Jean Sibelius, Franz Schubert og G. F. Händel eru á skránni, og tónaskøld hava sett løg til yrkingar hjá m. a. Hans An- dreas Djurhuus, Pól F. Jo- ensen, William Shkespere, Runeberg og Goethe. Stykki úr kendu operaini Gandafloytuni hjá Mozart verða eisini framførd. Sam- anlagt er hetta ein spenn- andi samansett skrá við nógvum løttum særri stykkjum, har sungið verður á føroyskum, svenskum týskum, russiskum og ital- sku m. Við sær til Føroya hevur Rúni klaverleikaran, Hans Otto Ehrstrøm, teir hava ar- beitt saman í Zürich hetta seinasta árið. Hans Otto var eisini við, tá Die Winter- reise hjá Schubert varð framførd fyrstu ferð í Før- oyum á páskum í ár. Í morgin, sunnudagin, klokkan 16 fer gentukórið Cantabilé at hava konsert í Norðurlandahúsinum. Á skránni verða eitt nú gamlir og nýggir føroyskir sangir. Pauli í Sandagerði stjórnar kórinum, eins og Konsert við Cantabile hann hevur gjørt tað nú í nógv ár. Bretska oljufyritøkan BPAMOCO hevur stuðlað kórinum, sum dagarnar 1. — 13. august 2000 fer at verða við á tiltaki í Aberdeen. Einki timbur í Kollafirði Í skrivi til kundar boðar Langastandur Timburhandil í Kollafirði frá, at teir gevast við virkseminum. Sam- stundis nýtir stjórin, Christ- ian Christiansen høvi at takka kundunum fyri gott og trúfast samstarv øll hesi árini. Við útvarpið segði hann, at kappingin frá teimum stóru og frá internet-timb- urhandlum í grannalondum, hava elvt til, at virksemið hjá teimum minkaði. Skuldu teir standa seg í kappingin, vórðu teir noyddir at gera stórar íløgur í eina nýggja høll, og hetta hildu teir ikki vera ráðiligt. Tí gevast teir at selja timbur í Kollafirði Rúni Brattaberg fer kom- andi dagarnar á konsert- ferð kring landið